Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 31 tað var líka mikið fyri heimasíðuna, so leingi hungrandi fótbólts­ áhugaðu fólkini trýstu á greinina. Hvat er ein sáttmáli verdur? Tað kemur mangan til skarp­ skeringar, tá samráðingar eru í gongd. Soleiðis var eisini hesaferð. Størsta søgan var um franska Dimitri Payet, sum noktaði at venja og spæla við West Ham, tí hann vildi sleppa til Marseille. Frísparkssnillingurin, sum fekk sítt gjøgnumbrot til EM endaspælið í Fraklandi, gjørdi annars nýggjan fimm ára sáttmála við West Ham í farna ári. Nú hevur hann umbestemmað seg og sigst ikki trívast í London. Eftir nógv stríð valdi West Ham at geva seg, og seldi hann fyri 217 milliónir krónur. Í Leicester City, sum púra óvæntað vann Premier League farna kappingarár, situr ein ónøgdur maður. Tað er argentinski framherjin Leonardo Ulloa, sum vil sleppa úr felagnum, tí hann ikki sleppur at spæla. Meistararnir vilja tó ikki selja til Sunderland, sum bjóðaði upp á hann, tí felagið sær Sunderland sum ein kappingarneyta. Hóast hóttanir og almenna útspilling av Leicester og Claudio Ranieri, so riggaði einki. Hann hevur sáttmála við Leicester og soleiðis er eisini í dag. Maktin í stríðnum millum spæl­ arar og felag broyttist fyri altíð í 1995, tá Jean-Marc Bosman vann tiltikna sak, sum gjørdi at spælarar í EU høvdu frítt at skifta, tá sáttmálin gekk út. Hetta gav spælarunum nógv betri kort í hondina, tá samráðast skal um løn og møguligt skifti, men enn er sáttmálin nakað verdur. Pengarnir koma frá Kina Kina er í holt við at bjóða av í fótbóltsheiminum. Málið er at blíva ein risi í heimsfótbólti. Kina er frammaliga á nógvum fíggjarligum økjum, og tað sæst eisini aftur ítróttarliga til eitt nú OL. Tó hevur fótbóltur ikki vunnið fram í Kina. Tað verður broytt nú. Í hesum flytingarvindeyganum eiga feløg í Kina fimm av tiggju teimum dýrastu keypunum. Serl­ iga Chelsea gjørdi kvetti, tá teir seldu brasilska Oscar, sum fyri tað mesta sat á bonkinum, til Shanghai SIPG fyri 454 milliónir krónur. Hann er dýrasti spælarin í hesum flytingarvindeyganum. Á øðrum plássi er belgiski Axel Witsel, sum bleiv seldur frá Zenit í Russlandi til Tianjin Quanjian í Kina fyri 372 milliónir krónur. Á listanum er eisini lokali Chengdong Zhang, hvørs skiftið var inn­an­ lands, meðan tveir gloymdir áleyparar í Odion Ighalo og Alexandre Pato eisini skiftu til Kina fyri nógvar pengar. Hesi brúka pengar Í Premier League er talan fyri fyrstu ferð um yvirskot í einum januar flytingarvindeyga. Feløgini hava keypt fyri beint undir 1,9 milliardir krónur, og selt fyri 2 milliardir krónur. Hetta er fyrst ferð, at Premier League hevur selt fyri meiri, enn tað er blivið keypt inn fyri. Tað sæst eisini aftur, at tað eru ikki tey stóru, sum keypa í januar. Av teimum stóru er tað bara Manchester City, sum hevur keypt inn. Talan er um framherjan Gabriel Jesus, sum bleiv keyptur inn fyri 234 milliónir krónur frá brasilska Palmeiras. Eitt skiftið, sum bleiv kunngjørt longu í summar. Hinvegin, so hava bæði Man­ chester United og Chelsea selt spælarar, sum ikki spæla nakran stóran leiklut. Feløgini hava eisini fingið væl í sín part fyri spælarar sum Memphis Depay, Morgan Schneiderlin og Oscar. Eins og í fjør, so eru tað liðini í lægra endanum av stigatalvuni, sum keypa og selja. Løgnasta skiftið er óiva Robert Snodgrass, sum var ein lyklaspælari hjá botnproppinum Hull City, ið skifti til West Ham. Hull City hevur brúk fyri øllum góðum kreftrum, men velur at selja ein lyklaspælara, tað kann tykjast løgið. “Transfer deadline day” tapti Stóri dagurin tapti enn eina ferð. Tað var lítil dramatikkur og nógvar søgur, sum helst kunnu bólkast í følsk tíðindi ella í komandi handlar. Í sending, sum Brøndby IF hevur gjørt um flytingarvindeyg­ að, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Troels Bech, at felagið vanligt arbeiðir bæði tvey og trý flyt­ ingarvindeygu fram í tíðina. Tíðin við skiftum, sum koma burturúr ongum er farin. Er tað ikki miðlarnir, sum finna útav tí áðrenn, so er tað onkur, ið hevur sæð onkran onkustaðni og leggur tað á sosialu miðlarnar. Tað er eitt sindur minni spenn­ andi, men soleiðis broytist fótbólturin. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Tíggu teir dýrastu í januar 2017: 1. Oscar – 454 milliónir krónur - Chelsea til Shanghai SIPG 2. Axel Witsel – 372 milliónir krónur - Zenit til Tianjin Quanjian 3. Julian Draxler – 297,5 milliónir krónur - Wolfsburg til Paris Saint Germain 4. Gabriel Jesus – 238 milliónir krónur - Palmeiras til Manchester City 5. Dimitri Payet – 223 milliónir krónur - West Ham til Marseille 6. Memphis Depay – 186 milliónir krónur - Manchester United til Lyon 7. Odion Ighalo – 175 milliónir krónur - Watford til Changchun Yatai 8. Goncalo Guedes – 164 milliónir krónur - Benfica til Paris Saint Germain 9. Chengdong Zhang – 150 milliónir krónur - Beijing Sinobo Guoan til Hebei China Fortune 10. Alexandre Pato – 134 milliónir krónur - Villarreal til Tanjin Quanjian Franska stórfelagið - Paris Saint-Germain – er einsata av teimum stóru í Evropa, sum veruliga gjørdi um seg. Serliga keypið av týska Julian Draxler frá Wolfsburg er ein staðfesting, at franska liðið ætlar sær nakað í Evropa í ár Gabriel Jesus skoraði, tá Manchester City mikukvøldið vann heili 4-0 á útivølli móti West Ham. Hann er einsamalla stórkeypi millum seks tey fremstu í Premier League MYND: POLFOTO Mitt í seinastu tímunum av sokallaða “transfer deadline day” var stórdystur á Anfield millum Liverpool og Chelsea. Hvørki av feløgunum gjørdi nakað nevnivert á seinasta degnum. MYND: POLFOTO