Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 30 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE T ýskvøldið smekkaði flyt­ ingaindeygað í Evropa í. Hetta er seinasti møgu­ leikin hjá flestu av feløg­ unum í Evropa, at styrkja hópin fyri hetta kappingarárið. Hóast feløgini í Premier League brúktu til saman beint undir 1,9 milliardir krónur upp á spælarar í januar hesa ferð, so kom ongin skelkur. Ongin kúvending í evstu løtu ella skifti, sum tók okkum øll á bóli. Heldur ikki tey stóru feløgini rørdu upp á seg. Manchester City keypti gott nokk Gabriel Jesus, men keypið var upp á pláss longu í summar. Søgan var tann sama fyri einum ári síðani, tá fleiri feløg tóktust verða ein klassaspælara frá at fanga Leicester aftur í meistara­ stíðnum, men ongin royndi seg. Fótbóltsheimurin hevur flutt seg frá rokaliga “transfer deadline day”, sum er seinasti dagurin í flytingarvindeyganum. Robinho tíðin farin? Tey flestu, sum fylgja væl við í enskum fótbólti minnast helst, tá Manchester City á seinasta flytingardegnum á sumri í 2008 keypti brasilska Robinho. Sheikh Mansour hevði keypt felagið sama dag, og nærmast stjól Robinho frá Chelsea. Løtu seinni kunngjørdi Manchester United, at felagið hevði keypt bulgarska Dimitar Berbatov fyri 300 milliónir krónur frá Tottenham. 31. januar 2011 stendur eisini fastur í minninum hjá teimum flestu fótbóltsáhugaðu. Tað var dagurin, tá Cheslea keypti Fernando Torres frá Liverpool fyri eina hálva milliard krónur. Til at fylla holið, keypti Liver­ pool ein heldur ókendan Luis Suarez fyri 200 milliónir krónur, meðan tað kom púra óvart á, at Liverpool langaði áleið 350 milliónir krónur á borðið fyri Andy Carroll. Tað henda framvegis óvæntaði skifti á seinasta flytingardegnum. Tey mundu ikki vera nógv, sum vistu um Anthony Martial, tá Manchester United brádliga keypti hann fyri yvir 350 milliónir krónur í útbetaling. Tó tykist tað, sum feløgini í størri mun hava tamarhald á hópinum, tá seinasti dagurin á flytingarvindeyganum nærkast. Flestu skiftini eru longu væl ávegis, hóast tað í fleiri førum verður kunngjørt á sokallaða “transfer deadline day”, sum dagurin verður róptur í Onglandi. Leka søgur í januar Upphæddirnar, ið umboðsmenn og millummenn fáa burturúr spælarasølum, er hækkað nógv seinastu árini. Tað er væl kent, at umboðsmenn og millummenn liva av selja og keypa spælarar. Tað er í sjálvum skiftinum, at pengarnir eru. Í løtuni sær út til, at flytingar­ vindeygað í januar verður brúkt til at gera klárt til allar summar­ flytingarnar. Hesa ferð hava vit hoyrt søgurnar um fronsku stjørnuna í Atletico Madrid, Antoine Griezmann, sum skal vera á veg til Manchester United. Søg­ urnar minni ikki minst um eitt nú, tá Cristiano Ronaldo og Gareth Bale fóru til Real Madrid, ella Luis Suarez og Thierry Henry fóru til FC Barcelona. Tað verður lagt upp til skiftini, tí søgan selur betri, meðan flytingarvindeygað er opið. Skulu vit hyggja fram í tíðina og meta útfrá søgunum í januar, so er líkt til at Antoine Griezmann endar í Manchester United, Pierre- Emerick Aubameyang verður seldur, helst til Real Madrid, og at Philippe Coutinho endar í FC Barcelona, tá hann fær sítt veruliga gjøgnumbrot í Liverpool. “Fake News” Hugtakið “fake news”, sum merkir følsk tíðindi, er nógv umtalað eftir forsetavalið í USA, har heimasíður við vilja skapa tíðindi, fyri at fáa antin trafikk á heimasíðuna, ella at skaða annan partin. Følsku tíðindini eru eisini at finna í fót­ bóltsheiminum. Her eru tey nakað minni skað­ andi. Í einum internetheimi, har alt snýr seg um at fáa fólk at trýsta á eina søgu, tí so gevur hon lýsingar­ pengar, er freistandi at tveita runt við gitingum í fótbóltsheiminum. Málið er at seta saman nøvn og feløg, sum lesararnir eru mest sannlíkir at trýsta á. Eitt dømi kundi verið Cristiano Ronaldo og Manchester United. Tvey av størstu brandinum í fótbólts­ heiminum. Skrivar tú eina søgu um, at Manchester United vil hava Cristiano Ronaldo aftur eru sannlíkindi fyri, at nógv lesa grein­ ina. Ein slík søga kom stutt fyri seinsta flytingardagin, tá Liverpool brádliga skuldi keypa Pierre- Emerick Aubameyang fyri yvir eina hálva milliard krónur, eftir at Jurgen Klopp og hansara menn høvdu trupulleikar við at skjóta mál. Fyrrverandi venjarin hjá Borussia Dortmund hevði tó sagt fleiri ferðir, at felagið fór ikki at keypa stórt inn. Og tað er eisini ivasamt um týska felagið hevði selt stjørnusáleyparan í januar. Men TEIR STÓRU VILJA IKKI FLYTA Í JANUAR Flytingarvindeygað Ongin dramatikkur og ongin skelkur. Tað er niðurstøðan, eftir at enn eitt januar flytingarvindeygað í altjóða fótbólti er latið aftur. Feløgini hava skipað seg og hava eina langtíðarætlan. Heldur var tað Kina, ónøgd og følsk tíðindi, sum setti sín dám á flytingarvindeygaði hesa ferð Dimitri Payet er aftur í Marseille, eftir eitt umstrítt skifti frá West Ham, har hann ikki hevur nógvar góðar vinir eftir. MYND: POLFOTO