hósdagur 2. februar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 15
29
Komandi partur
Í komandi parti koma teir til Klaksvíkar, fara til
Fugloyar og Svínoyar, so aftur til Klaksvíkar og
loksins aftur til Havnar.
Um Trøllanes
Á Trøllanesi hava í øldir búð
tríggjar ættir og stovur.
Uppistova: William hevur eina
serliga umrøðu av Rosenmeyer
Wolles, sum búði í Uppistovu.
Upprunin til hetta serstaka navn
er Christian Rosenmeyer Han
sen, sum var sonur tann frá søg
uni um brillumanninum kenda
skipar Hansen. Hann giftist til
Trøllanesar, og harvið kom navn
ið norður hagar. Wolles navnið
stavar tískil frá Trøllanesi. Eyðun
Eliasen, ættaður úr Uppistovu,
hevur í dag jørðina í húsinum.
Útistova: Eisini nevnir William
bóndan, Absalon f. 1894. Hann var
abbasonur tann Absalon Gutt
ormsen, sum m.a. varð kendur
sum stríðsmaður móti rúsdrekka.
Nógv av teimum, sum eita
Østerø, eru ættað úr Útistovu.
Sonurin Páll f. 1928 tók við eftir
Absalon. Í dag er tað sonur Páll,
Bárður, sum hevur garðin.
Innistova: Jógvan Joensen av
Syðradali giftist inn í Innistovu
og gjørdist bóndi har. Nú er tað
langabbasonur hansara, Jóhannes,
sum bóndast. Her er eisini nógv
ætt, eisini í Havn. Eftirnøvn í
Havn, sum av røtur til Innistovu
eru Skaale, Berghamar og Háberg.
Á Trøllanesi siga tey, at Carl Jo
han var javnan á Trøllanesi á sín
um rundferðum. Men tað var bert,
um brúk var fyri honum.
Vøkur og klók fólk í Kunoy
Morgunin eftir fóru teir av Trølla
nesi til Húsar, har teir aftur vóru
væl móttiknir og fingu blóðpylsu
við súreplakøku og róma omaná.
Nú skuldi farast til Kunoyar.
Carl Johan fekk lænt sær ein bát,
so teir kundu rógva yvir um fjørð
in. Líkindini vóru vánalig, men teir
komu til Kunoyar í øllum góðum.
Her vóru teir eisini væl mót
tiknir:
“Jeg fik ogsaa et uforglemmeligt
Indtryk af Bygdens Beboere, sær
lig den Familie, som vi boede
hos. Den bestod af tre Brødre og
en Søster, alle midaldrende og
ældre. De to af Brødrene var ugif
te og den tredje Enkemand, Søs
teren var ogsaa ugift og var den
eneste Kvinde i Huset. Der var
oprindeligt fem Brødre, den æld
ste, Billedskæreren Søren, laa paa
Sanatoriet.
Paa hele Omrejsen traf jeg ikke
mere sympatiske Mennersker. De
var for det første smukke, baade
Søsteren og Enkemanden, men
særlig den ældste af Brødrene,
Ziska, der mindede om et gammelt
nederlandsk Maleri. Søsteren var
trods sine ca. 40 Aar ungdommelig
og med Spor af fordums betydelig
Skønhed. Desuden var de kloge.
Deres forunderligt milde Stemmer
og deres Bevægelser røbte stor
Opvakthed og Forstand. Søsteren
standsede ofte i sit Arbejde, hæve
de de fine sorte Øjenbryn og kom
med fornugtige og morsomme Be
mærkninger.
Nýggjustova
Umrødda húsið var Nýggjustova.
Um hesi fólkini greiðir Símun
Hansen frá í Tey Byggja Land:
Foreldrini vóru Johan Søren f.
1828, sum í 1865 giftist við Elsebeth
Justinussen úr Frammistovu í
Hvannasundi. Systkini, sum Willi
am nevnir eru:
1. Søren, f. 1866. Hann var smiður,
og William sigur hann vera lista
mann, sum hann eisini hevur
verið. Men tíverri er hann ikki
kendur. Men onkur listaverk hjá
eru tó í ættinum, m.a. eitt høvd
høgt úr steini. Vónandi kunnu
vit seinni hava onkra mynd av
listarverkum hjá Søreni.
2. Petur Ziska, f. 1870. Hann fekk
festið hjá pápanum, var ógiftur
3. Poul Justines, f. 1873, var ógiftur
4. Christian f. 1876. Giftist í 1902
við Elsebeth Petreu Wolles úr
Uppistovu á Trøllanesi. Árið
eftir fingu tey ein son, Esbern,
men konan doyði. Christian er
tískil tann umrøddi einkjumað
urin.
Esbern giftist í 1933 við Sú
sannu Malenu, sum var einkja eft
ir Rasmus Jacobsen úr Kunoy, sum
gekk burtur við Ernestinu í 1930.
Tey fingu børnini:
Rosa Elsebeth Susanna, f. 1934,
giftist í Danmark
Esther Elinborg, f. 1935, giftist
við Leivur Borðoy, búsettust í
Danmark
Kristvør Sigfríð, f. 1937, giftist við
Erling Guttesen úr Havn, bú
sett í Danmark
Sólvá Ziskilda Judith, f. 1938, gift
ist í Danmark
Alvilda Karin Johanna f. 1940,
giftist við Jógvan, son Gerdu
og Ewald Kjølbro
Noomi f. 1942, gift við William
Dam úr Kunoy, tey búgva í
Nýggjustovu. William hevur
festið nú.
5. Ellen Sofía Elisabeth, f. 1878,
ógift. Tað var hana William helt
vera so serliga vakra.
6. Joen Andreas f. 1880. Giftist í
1909 viðJohonnu Kristinu Ol
sen, fødd í Kvívík. Hann fekk
festið Suðuri í Húsi í Mikladali.
Teir vitjaðu eisini onnur fólk í
bygdini og vóru eisini uppi í plant
aguni í Kunoy. William fór so aftur
har hann búði, har hann hugnaði
sær við húsfólkini. Nú slapp hann
eisini at síggja listina hjá Søreni.
Sæð burtur frá Søren, so vóru øll
systkini nærum suðurlendsk í út
sjónd.
Tey øll fylgdu teimum báðum
oman á brúnna, tá ið teir fóru
avstað aftur. Móti myrking var
komið til Haraldssund. Hetta var
ein friðarlig og fitt bygd.
Inni í einum húsum hekk ein
mynd av einum lesiringi í Havn,
har millum onnur mammurnar
hjá teimum báðum, Helena og
Carolina, vóru uppi á.
Síðan var róð í ringum líkindum
yvir um til Ánirnr. Teir drógu bát
in upp á land. Fyrst møttu teir
einum manni, sum ikki var nakað
serliga vinarligur. Teir fóru so inn
í eitt annað hús, har móttøkan var
hjartalig.
William er hugtikin av tí gamla Rosenmeyer Wolles, ættaður
frá Skipar Hansen, kendur frá brillumanninum.
Her er hann saman við konuni Katrinu.
Nú sunnudagin, 5. februar, kl. 18
verður frásøgn við myndum um
D.J. Danielsen, eisini kallaður
Dollin, í Berøa í Saltangará.
Greitt verður frá hansara
søguliga leikluti móti harðræð
inum hjá belgiska konginum
Leopold 2. í Congo, ein søga, sum
hevur verið ókend í 100 ár. Tað
verður viðurkent av søgufrøð
ingum í USA og Europa, at Doll
in byrjaði ta tilgongd, sum førdi
til, at Leopold kongur mátti
lata Congo frá sær í 1908. Sigast
kann, at Dollin er einasti føroy
ingur sum hevur ávirkað heims
søguna, enn tá til tað betra! Tí er
hetta ein hugtakandi søga.
Eisini verður nomið við hans
ara virksemi í Føroyum.
Øll eru vælkomin!
DOLLIN
Í BERØA SUNNUDAGIN
Vitjað var eisini á Trøllanesi, har teir vóru við til fletting
William var hugtikin av Kunoy og ikki minst av teimum í Nýggjustovu