mánadagur 6. februar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tað er ikki sørt margháttligt, at tað
er ein sambandsformaður, sum nú
spyr Aksel V. Johannesen, løgmann,
um hann fer at lata leys tey skjøl og
skriv, sum eru til skjals í Tinganesi í
sambandi við fullveldissamráðing
arnar um aldarmótið.
Tí tá Kaj Leo Holm Johannesen
var løgmaður, tá bar tað ikki til hjá
fjølmiðlunum at fáa innlit í full
veldisskjølini, »tí at fullveldissam
ráðingarnar ikki vóru endaðar«,
sum tað var formulerað av Løg
mansskrivstovuni.
Tað var nú ein løgin formulering
at nýta, at fullveldissamráðingarnar
framvegis eru í gongd, tá ein sam
bandshøvdingi situr við róðrið í
Tinganesi. Vit kunnu gita um, hví so
er. Men tað er alment kent, at hóast
Kaj Leo Holm Johannesen var løg
maður, so hevði Jørgen Niclasen
ótrúliga stórt vald á løgmanni og
allari samgonguni.
Tað tykist, sum um Anfinn Kalls
berg er hin einsasti av verandi og
táverandi politikarum, sum ikki vil,
at almenningurin skal hava innlit í
hesi skjølini.
Hóast hann við útvarpið í síðstu
viku segði, at »eg havi einki at
sjúla«, so er okkurt sum bendir á,
at Fólkaflokkurin av einhvørjari
orsøk ikki vil, at almenningurin
skal hava innlit í hesi skjøl.
Tað ger tað so bara nógv meira
átrokandi at fáa skjølini fram í ljós
ið.
Í samrøðuni í Útvarpinum í
síðstu viku hevði Anfinn Kallsberg
ymsar grundgevingar fyri, at innlit
ikki skal latast í skjølini.
Hann segði, at har var einki fel
ags referat, og tí er ikki vist, at tað
verður sannleikin um málið, sum
kemur fram, um skjølini verða al
menn.
– Spurningurin er tí, um alment
innliti ikki kann skaða málið, segi
Anfinn Kallsberg.
Men í sama andadrátti segði
hann, málið longu er fullskatt.
Men skal tað bara brúkast itl
at sleingja eftir hvørjum øðrum,
so var tað einki vert, helt Anfinn
Kallsberg.
Og júst hatta við at sleingja eftir
hvørjum øðrum, tað er tað, sum
politikarar gera alla tíðina, so tann
grundgevingin kann valla halda.
Spurningurin er, um Fólkaflokk
urin hevur nakað at krógva í hes
um málið. Tað hevur Tjóðveldi sam
bært Høgna Hoydal ikki.
Aðrir flokkar eru ikki partar í
málinum, og tí er eitt hjá Aksel V.
Johannesen, løgmanni, at gera, og
tað er at lata skjølini alment út til
almenningin. So fáa vit at siggja,
hvat virði er í teimum – týdningurin
kann ikki vera meira enn søguligur.
Hvat hevur anfinn at sjúla?
Í sambandi við, at 60 ár
í dag eru liðin, síðani Út
varpið varð stovnað, bjóðar
Kringvarp Føroyar til kapp
ing um at skriva útvarpsleik.
– Útvarpsleikir eru aftur
vorðnir sera vælumtóktir í
londunum rundan um okk
um, og seinni árini eru fleiri
kendar sjónvarpsrøðir gjørd
ar til útvarpsleik. Útvarps
leikir eru eisini millum mest
krevjandi sendingar í út
varpi, bæði í tilgerð og fígg
ing, men ein góður útvarps
leikur er útvarp á hægsta
stigi, skrivar Kringvarpið.
Endamálið við kappingini
er at stuðla uppundir, at
nýggir útvarpsleikir verða
gjørdir og at fáa til vega
nýggj handrit at brúka í
Kringvarpi Føroya. Handrit
ini skulu verða soleiðis, at tey
sum liðug útvarpssending
geva lurtarum góðar søgur
og upplivingar, sum eisini
lýsa umstøður og kenslur í
okkara samtíð. Harafturat
skal leikritið hugsast sum
ljóðmynd, sum stuðlar upp
undir huglagi í leikinum.
Dentur verður lagdur
á, at handritið til nýggjan
føroyskan útvarpsleik end
urspeglar
nútíðarsamfel
agið. Handritið skal vera
til leik, sum varir umleið
30 minuttir í útvarpi. Hetta
svarar vanliga til 12-15 síður.
Leikararnir skulu vera í
minsta lagi tveir og í mesta
lagi átta í tali. Handritið, sum
skal verða klárt hjá teknisku
framleiðslu útvarpsins at
seta í verk, skal vera skriv
að á føroyskum máli. Dóms
nevndin hevur rætt til ikki at
lata virðislønina, heldur hon
tey innkomnu handritini
ikki verða virðislønarverd.
Latin verður ein virðisløn
á 25.000 kr til vinnandi
handritið. Onnur virðisløn
er 10.000kr.
Vinnandi útvarpsleikurin
verður sendur í Kringvarpi
Føroya. Harumframt verð
ur eisini eitt úrval av inn
komnu handritinum sent í
Kringvarpinum.
Til at viðgera tey inn
sendu handritini er ein
dómsnevnd sett. Í nevndini
eru Jenny Petersen, Bergur
D. Hansen, Elin á Rógvu og
Páll Danielsen.
Handritið til nýggjan
føroyskan útvarpsleik skal
latast dulnevnt við frá
merki. Saman við handrit
inum skal latast inn aftur
latin brævbjálvi við sama
frámerki uttan og við navn
aseðli í, sum sigur, hvør ið
hevur skrivað. Handritið
skal vera latið inn í seinasta
lagi hin 20. apríl 2017.
25.000 kr fyri útvarspleik
Hevur Fólkaflokkurin
nakað at krógva í skjølunum?
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Niels Juel Arge var útvarpsstjóri frá 1960-1990. Hann
arbeiddi í útvarpinum frá byrjan av í 1957
Undirskriftin
ljóðar,
“Guð
náði tann kropp, sum er
ímóti LGBT í hesum døgum.
Vilja fólk veruliga hava eina
prædiku, sum er trillrund,
og skal behaga øllum.” spyr
Sverri Steinhólm.
Eg var rættuliga skelkað,
tá ið eg so hevði lisið restina.
Álvaratos, hvat er nú mein
ingin? Sjálv eri eg vaksin upp
í einum trúgvandi heimi, havi
gingið í kirkju frá barni av.
Fyrstu nógvu árini á Strond
um, síðani á Argjum, har vit
veruliga vórðu væl móttikin
av teimum, ið standa fyri
kirkjuna og teim, íð vóru í
heimamissiónini.
Eg havi eisini bara gott at
bera teimum prestum, ið hava
verið knýttir at kirkjuni, teirra
ið hava lisið lestur, hjálpar
fólki og argjafólki sum heild.
Men nú eri eg farin at ivast
í hesum boðskapi og í hvønn
mun hann umboðar øll.
“Vilja fólk veruliga hava
eina prædiku, sum er ‘trill
rund’?” spyr prestur, sam
stundis sum hann leggur
fólkakirkjuna og hinar starvs
felagarnar undir at hava ‘trill
rundar’ prædikur.
Sjálv kenni eg ikki præd
ikurnar sum trillrundar og
tí undrar hetta meg stórliga.
Eg eri ikki í iva um at hvør
prestur ger sítt besta fyri at
boðskapurin úr bíbliuni skal
vera uppbyggjandi. Øll eru vit
skapt av Guði og øll eiga somu
rættindi til gleðiboðskapin.
Prestur leggur eftir LGBT
og hartar fjølmiðlarnar fyri at
ganga teirra ørindi. Ja, sigur at
fjølmiðladyr fara upp á viðan
vegg fyri teimum. Hvat snýr
hetta seg um? Hava fjølmiðlar
ikki til uppgávu at vísa á
skeivleikar í samfelagnum og
í hesum føri ágang móti sam
kyndum?
Álvaratos Sverri. Vit, tú og
eg hava havt nógv góð almenn
rættindi, størsta partin av
okkara lívi. Tey í LGBT hava
verið ígjøgnum trongdir, sum
vit slettis ikki kunna ímynda
okkum, bæði tey samkyndu og
avvarðandi. Tað er upp á tíð
ina at hesi fáa ynskt rættindi.
Hvør av okkum øllum hava
ávirkan á hvørji og hvussu vit
eru?
Vit eru øll skapt í Guðs
mynd, men eg sakni umsorgan
og kærleika í hesum hugburði
og skriving.
Sólborg Dulavík
Ein prestur skal skaka
Tíðíndi síða 6
Skipini
aftur av
Flemish
Tíðíndi síða 5
Serlig
ølbar
í Havn