Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 Barbara Holm Fríggjadagin skuldi hann vera úti, men av praktiskum or­søk­um gav løgreglan boð um, at tað kundi bíða til í dag – mána­dagin. Nær akkurát síðsta løt­ an hjá Praveen Satthi er í Før­oy­um er tí óvist, men giv­ið er, at nú stundar til, at myndugleikarnir senda ind­ iska mannin av landinum við politi­eskort. Men Praveen Satthi og arb­eiðs­gevari hansara Mari­ ann Klein Ivansdóttir kærdu í desember avgerðina hjá SIRI (styrelsen for in­tera­ tio­nal rekrutering og inte­ gra­tion) um, at Praveen ikki fekk longt sítt arbeiðs- og uppi­haldsloyvi, og sam­ stund­is hava tey kært um, at hann ikki sleppur at vera í Føroyum, meðan mynd­ug­ leik­ar­nir viðgera kæruna og taka støðu til, um málið skal takast upp aftur av nýggjum. Hendan kæran er ikki svar­að og tí kom tað púra óvænt­að á Praveen og arb­ eisð­gev­ara hansara, at løg­ regl­an bankaði á dyrnar. Hvønn kærir man til? Eftir at løgreglan fyri 10 døg­ um síðani bankaði á dyrnar hjá Praveen Satthi við út­ ferð­ar­boðum, hevur alt mask­in­arí­ið handan indiska yoga­lær­ar­an verið í gongd. Eitt nú sakførari hansara, Eyð­finnur Jacobsen. Hann ringdi til danska út­ lend­inga­mini­st­eriið hós­dag­ in við tí fyri eyga, at vita hvar kær­an lá og um út­ferð­ar­boð­ ini kundu útsetast til kæran, í tað minsta, varð svarað. Men danska ministerið sendi Eyðfinn Jacobsen víð­ ari til Udlændingenævnet, tí tey skuldu vera rætti kæru­ mynd­ug­leiki. Hann so gjørdi fríggja­dag­ in, men tá ið hann fekk fatur á Udlændingenævnet, so var eing­in, sum visti nakað um Pra­veen, tí skipanin hevði ikki ind­iska yoga­lær­ar­an skrá­sett­an. Eyðfinnur Jacobsen ringdi síðani aftur til danska út­lend­inga­mini­ste­rie. Og hesa­ferð varð hann víð­ari­ still­að­ur til danska SIRI – also sama myndugleika, sum gav Praveen nokt­andi svar upp á at longja arb­eiðs- og uppi­halds­loyvi. Og boðini úr SIRI vóru, at tað also ikki vóru tey, sum vóru rætti kærumyndugleiki. Er rættartrygdin í lagi? At man sum borgari skal kunna kæra eina av­gerð av hes­um slag víð­ari til ein hægri stovn er við tí fyri eyga, at tryggja rætt­ar­trygd­ ina hjá borgarum. Men í málinum um Pra­ veen Satthi, sum ivaleyst skal flyta heimspart fyrsta dagin, eru danskir mynd­ug­ leik­ar ikki greiðir um, hvør eig­ur ábyrgdina av at svara kær­uni. – Eg havi so heitt á SIRI um at kanna, hvar kæran ligg­ur og at geva manninum ein nýggjan kærumøguleika. So mugu vit síggja, hvat hend­ir, sigur Eyðfinnur Jac­ ob­sen, sakførari hjá Praveen Satthi. Tað kann tykjast púra ørt, at lagnan hjá einum manni verð­ur send runt millum tríggj­ar danskar stovnar, tí eingin veit, hvør eigur ábyrgd­ina av at eftirhyggja nið­ur­støðuni hjá SIRI. – Tað er órógvandi, at man fær slík boð, staðfestur Eyð­ finn­ur Jacobsen. Spurningurin nú er, um Pra­veen Satthi í tað minsta slepp­ur at vera í Før­oy­um, inn­til rætti kæru­mynd­ug­ leiki verður funnin og hevur svar­að. barbara@sosialurin.fo YOGALÆRARIN Yogalærarin - KÆRAN ENDAÐ Í ONGAMANNALANDI Tríggir stovnar í Danmark við ymiskum boðum um, hvør eigur at svara og viðgera kæruna um støðuna hjá Praveen Satthi, indiska yogalærarnum. – Tað er órógvandi at fáa slík boð, sigur Eyðfinnur Jacobsen, sakførari.