Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit eru ein lítil kommuna og tað er lætt at seta ting í verk her, so hví skulu vit ikki ganga á odda? Tað er soleiðis hugskotið skal skiljast, og samsvarar tað við umhvørvispolitikkin hjá kommununi, ið staðfestir at hon skal ganga á odda. Eg veit hetta er stórætlað, men onkuntíð skal man vera tað, sigur Sigrún Mohr, fyrrverandi forkvinnan í Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu KOMMUNAN SKAL GANGA Á ODDA Hallur av Rana 17,5 milliónir krónur. Tað var upphæddin, ið fekk nógv havnarfólk at øtast í síðstu viku, tá Kringvarpið boðaði frá, at undanfarna bý­ráðs­ sam­gonga hevði arbeitt við einum máli, ið hevði til enda­máls at endurvenda skip­anini við kommunalu rusk­spannum í Tórshavnar komm­unu. Tað var saman við smá­ partafelagnum Garbagie, ið enn ikki er stovnað, at komm­unan skuldi gera eina nýggja og umhvørvis­vinar­ liga skipan við fleiri rusk­ spann­um og tømingina av teim­um. Upprunaliga var ætlanin at játta 17,5 milliónir krón­ur í einum fimm ára skeiði til verkætlanina, ið um hetta mundi enn bara var á tekni­ borðinum. Málið hevði verið fyri í Umhvørvis­nevndini hjá býráðnum, ið tók undir við uppskotinum, eins og umsitingin hjá býráðnum, harímillum Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, mæltu til at játta upphæddina til verk­ætl­ anina. Fíggjarnevndin av­vísti tó málið, tá tað kom fyri nevndina, og eydn­að­ist tað heldur ikki at fáa fíggjar­ nevndina at sam­tykkja eina broytta ætlan, ið var ein tvey ára royndarætlan fyri tríggj­ ar milliónir krónur. Umframt høgu upphædd­ irnar, so hevur tað eisini vakt ans, at upplýsingarnar latnar kommununi um fyritøkuna handan verkætlanina ikki vóru eftirfarandi. Kringvarp Føroya veit at siga, at komm­ unan fekk upplýst, at kendi før­oyski íverk­set­arin Heini Zachariassen, ið rekur fyri­ tøkuna Vivino, var ráð­ gevi hjá felagnum. Men við Kring­varpið hevur Heini Zachariassen upplýst, at hann ikki kennir til verk­ætl­ anina. Nýhugsan Forkvinna í Umhvørvis­ nevnd­ini tá ið uppskotið var til viðgerðar var javn­ aðar­kvinnan Sigrún Mohr, ið ikki stillaði upp til síðsta kommunuval. Sum for­ kvinnan í nevndini tók hon undir við uppskotinum, ið hon metir vera slóðbrótandi innan umhvørvisøkið. – Vit hildu, at her var tal­an um nýhugsan, og eitt upp­skot, ið var møguligt at fremja í veruleikanum. Vit høvdu í huga hugtakið Smart Cities, ið vísir til verkætlanir í fleiri býum, har arbeitt verð­ur við at finna tøkniligar loysnir til umhvørvisligar spurn­ingar. Verkætlanin var av slíkum slag, og var sam­ stundis samsvaraði við okk­ ara umhvørvispolitikk. Tí til­talaði tað okkum, greiðir Sigrún Mohr frá. Sigrún Mohr er sannførd um, at talan er um eina verk­ ætlan, ið hevði verið góð fyri kommununa. Tí hóast høvuðsstaðurin kann tykj­ ast at vera ein reinur býur, so er tað ikki støðan alla­ staðni. Tí var ætlanin, at fleiri ruskspannir skuldu set­ast upp ymsastaðni kring høv­uðs­staðin. – Nøkur halda, at býur­ in er reinur, men í veru­leik­ anum er tað bara miðbýurin. So skjótt man fer út um hann, so er tað ikki serliga reint. Um man gongur eitt túr kring býin, so sær man skjótt, at tað eru støð, ið eru ógvuliga óruddilig, sigur Sigrún Mohr. Harumframt var ætlanin, at verkætlanin skuldi vera við til at fremja ein hug­ burðsbroyting millum før­ oyingar um rusk. Tað skuldi m.a. gerast við at fáa kend andlit innan ung at taka lut í verkætlanini. – Tað er ikki serliga cool at ganga og heinta rusk upp. Men tað var ein hugburður, ið vit ynsktu at broyta við hesi verkætlanini. Mugu ganga á odda Í huganum hjá Sigrún Mohr er eingin ivi um, at Tórs­ havnar kommuna hevur eitt slag av skyldu at ganga í odda í slíkum verkætlanum. – Man skal tora at royna okkurt nýtt. Um Tórshavnar kommuna ikki ger tað, hvør skal so gera tað, spyr Sigrún Mohr. Fyrrverandi forkvinnan í Umhvørvisnevndini vísir eisini á, at í londunum kring okkum er tað vanligt, at tað eru kommunurnar, ið ganga á odda í nýhugsan innan um­ hvørvið. – Vit eru ein lítil kommuna og tað er lætt at seta ting í verk her, so hví skulu vit ikki ganga á odda? Tað er so­ leiðis hetta hugskotið skal skiljast, og samsvarar tað við umhvørvispolitikkin hjá kommununi, ið staðfestir at hon skal ganga á odda. Eg veit hetta er stórætlað, men onkuntíð skal man vera tað, sigur Sigrún Mohr. hallur@sosialurin.fo UMHVØRVI Sigrún Mohr: Um verkætlanina: Tórshavnar kommuna og smápartafelagið Garbiage skuldu saman menna eina talgilda skipan fyri ruskspannirnar í kommununi, ið skuldi vera meira umhvørvisvinarlig enn núverandi skipan. 

Nýggjar ruskspannir skuldu setast upp við sensorum, ið skuldu boða frá nær ruskspannirnar vóru fullar, og skuldi síðan tømast av ungum ítróttarfólkum, ið koyrdu á el-súkklum.
 Smápartafelagið Garbiage, ið eigur hugskotið, er sambært tilfari, ið Kringvarpið hevur fingið innlit á, mannað við seks persónum. Hans Fróði Hansen hevur ábyrgd av konseptmenningini, meðan Heini Zachariassen er nevndur sum ráðgevi. Fyri Útvarpinum hevur Heini Zachariassen tó avsannað, at hann hevur nakað tilknýti til felagið. Man skal tora at royna okkurt nýtt. Um Tórshavnar kommuna ikki ger tað, hvør skal so gera tað