Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 TÍÐINDI Rættarmálið móti kommunu­ læknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur í samband við undirlívskanningar, skuldi byrja aftur í morgun, men er nú útsett. Upprunaliga var ætlanin, at ákærin og verjin skuldu hava sínar endaligu við­ merkingar til málið í dag og í morgin, men vegna sjúku er rættarfundurin í dag av­ lýstur. Seinni í dag fæst at vita, um rættarfundurin verður settur í morgin, sum ætlað, ella um málið má setast á skrá aftur seinni. Tá ið nýggj ølbarr letur upp í Havn seinni í vár, kann talan verða um sermerkastu ølbarr í verðini. Í vár verður ein nýggj barr latin upp í Havn. Men tað er ikki hvør sum helst barr, tí tað er kendi ølbryggjarin, Mikkeler, sum letur ølbarr upp í Havn. Frammanundan hevur hann ølbarrir í fleiri lond­ um, men sambært fødevare­ watch kann nettupp barrin í Havnini verða ein tann ser­ merktasta ølbarrin í verðini. Tey skriva, at tað lá ikki í kortunum, at lata barr upp í Havnini, men tá ið høvi beyðst at fáa í Gongini í Havn, kundi hann ikki siga nei. Tað er nevniliga í Danda­stovi í Gongini, har Gullhornið hevur hildið til, at ølstovan skal bera. Húsið er eitt av elstu hús­ um í í Havn og í løtuni verður arbeitt upp á endurnýggja taðm so at tað sær út, sum tað gjørdi fyrr. Frammanundan hevur hann ølbarrir í yvir 20 lond­ um og í ár verða fleiri lætnar upp afturat, eisini tann í Havn, sum sostatt kann verða tann sermerktasta av øllum. Skulu vit varðveita tæn­ astuna við nummarkall, er tað neyðugt at seta prísin upp. Tað staðfestir Hans Jákup Langgard, við­ skifta­fólka­stjóri í Føroya Tele. Í siðstu viku fór prís­ urin fyri at ringja til nummarkall at spyrja um telefonnummur, munandi upp. Higartil hevur tað kostað 10 krónur um minuttin at ringja um dagin, men tann prísurin er nú 15,95 krónur um minuttin og um kvøldið ella um náttina, hevur tað kostað 15 krónur, men tann prísurin fer nú upp í 19,95. Higartil hevur upp­ ringingargjaldið verið 7,50 krónur, men nú er tað hækkað upp í 9,95 krónur. Hans Jákup Langgaard sigur, at tað er neyðugt at hækka prísin tí talið á teimum, sum ringja til nummarkall, fækkar al­ samt. Sostatt verður tænast­ an dýrari upp á seg og tí er neyðugt at hækka prísin. Hann sigur, at á Føroya Tele halda tey ikki, at tað er rætt at javna prísin fyri tað, nummarkall kostar, á øll viðskiftafólkini. Tvørturímóti halda tey, at tað er rættvísast, at tað eru tey, sum brúka tæn­ astuna, sum eisini rinda hana í mesta mun. – Nummarkall er av­ gjørt ikki nøkur inn­tøku­ kelda hjá okkum, tvørtur ímóti, leggur hann afturat. Samstundis ber til at sláa upp í telefonbókini á nummar.fo, ið eisini fæst sum app til snildfonir. Hinvegin koma hesar hækkingarnar sam­ stundis sum Føroya Tele hevur kunnað um, at nú fer sjálv telefonbókin í søguna, og at bókin, sum kom stutt síðani, verður tann seinasta. Men Hans Jákup Langgard væntar ikki, at tað serliga verða tey eldru, ið ikki hava internet, sum fara at merkja sviðan av, at tað nú verður dýrari at ringja til nummarkall. – Tað eru færri og færri, sum ringja til numm­ arkall, og tað er avgjørt ikki okkara fatan, at tað eru tey eldru, sum brúka nummarkall í størri mun enn onnur, leggur hann afturat. Hann heldur eisini, at eldri fólk brúka ikki telefonina so nógv og hann heldur eisini, at tey hava tann vanan at skriva tey nummur, tey brúka, upp í lummabókina. – Men vísir hetta seg at vera ein trupulleiki, eru vit eisini sinnað at vita um tað ber til at finna eina aðra loysn, leggur hann afturat. Dýrari at ringja til nummarkall – Skulu vit varðveita hesa tænastuna til tey, sum hava brúk fyri tí, máttu vit seta prísin upp Á myndini er tað Mikkel Borg Bjergø, kona hansara og Teitur Lassen, uttanfyri Dandastovu, har nýggja ølbarrin skal vera Havnin fær sermerkastu ølbarrina í verðini Kommunu­ lækna­málið er útsett