Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Frystilínuskipið Ågot er á veg heim av Flemish Kap, og tað verður neyvan leingi, til hini línuskipini, sum eftir eru har yviri, eisini fara at sigla heim. Kvotan á Flemish Kap í ár er 3.114 tons, og talan er um fe­lags­kvotu. Skipini fiska, til kvot­an er uppi. Seks føroysk línuskip eru og hava verið á Flemish Kap í ár. Tey eru frystilínuskipini, Klakk­ur, Kambur, Stapin, Ågot, Eivind og so ís­fiska­línu­ skip­ið, Váðasteinur, sum er á øðr­um túrinum har yv­iri.  Fiskamat til høldar Ågot er farin at sigla heim og á Facebook-síðuni hjá kokk­inum, Símuni í Vátu­ toft, sigur kokkurin, at teir á heim­ferðini skera sær kjálk­ ar, lippur, kalva og greipa fisk at hava heim við. Reiðarin á Ågot, Eyðstein Poul­sen, sigur, at Ågot henda sein­asta túrin hevur havt 11 set­ur og hevur fiskað umleið 150 tons. Reiðarin ynskir sínari mann­ing eina skjóta og góða heim­ferð, tó at veð­ur­ván­ir­ nar ikki eru tær bestu fyri far­leið­ina. Og til teir, sum framvegis royna fiskieydnuna á Fle­m­ ish Kap og enn ikki eru farn­ ir at sigla heim, ynskir reið­ ar­in fram­hald­andi góð­an fiski­skap. Fyrstir avstað Ågot var fyrsta føroyska línu­skipið, sum stevndi yv­ir á Flemish Kap í hes­um um­ fari. Teir loystu í Klaks­vík 2. jólakvøld og høvdu eina góða ferð yvir. Meðan teir hava fiskað har yv­ir, hava teir eisini ver­ ið inni og landað. Øll línu­ skip­ini fara skjótt at stevna heim aftur av Flem­ish Kap, og vónandi fáa skip og mann­ingar eina góða ferð. Á heimasíðuni hjá Fiska­ markn­aði Føroya – www. fmf.fo  – fríggjadagin segði markn­að­urin seg vænta, at øll línu­skip­ini á Flemish Kap fara at sigla heim, tá henda vika fer at halla. vilmund@sosialurin.fo ­ –- Vit skera kjálkar, lippur, kalva og greipa fisk, nú vit eru á veg heim av Flemish Kap So koma línuskipini aftur av Flemish Kap Arbeiðið at økja um dagstovnapláss í Klaksvíkar kommunu gongur væl. Skálarnir, sum kommunan hevur keypt, og sum verða staðsettir sunnan fyri Fjallarípuna, verða ætlandi klárir at taka í nýtslu fyrst í mars. Neyvari kunning er á heimasíðuni www.klaksvik.fo Vilmund Jacobsen Ætlanin er at hittast til hugna í Sandvík eitt kvøld um vikuna í vetrarhálvuni Kyndilsmessukvøld byrjaði sam­koma fyri bygdarfólkið í Sandvík aftur í skúlanum. – Hetta var ein aft­ur­ vend­andi táttur í nógv ár, men helt uppat fyri nøkr­ um árum síðan. Nú er so av­gjørt at hittast aftur eina ferð um vikuna í vetr­ar­ hálv­uni. Tað vita tey í Hvalbiar komm­unu at siga. Lagt verður aftrat, at í skúl­an­um í Sandvík spæla tey kort, borðspøl, hyggja eftir gomlum myndum og skjøl­um sum viðvíkja bygd­ ini. Tá bygdafólkið í Sandvík so­leið­is hittist til hesi hugna­kvøld er eisini ein drekka­munnur at fáa. Á heimasíðuni hjá Hvalb­ ­i­ar komm­unu - www.hvalba. fo – eru fleiri mynd­ir at síggja frá hesum fyrsta hugna­kvøldinum. Í Vági verður nú arbeitt við møguleikanum at bjóða fólki sosial­ráð­ gevaraútbúgving sum fjarlestur Aspirantar vitjaðu FSN Vilmund Jacobsen Herfyri vóru 14 aspirantar frá Vinnuháskúlanum á vitjan hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN). Á heimasíðu felagsins verður sagt, at sjey aspirantar vitjaðu mánadagin 30. januar, og týsdagin 31. januar vitjaðu aðrir sjey. Undir vitjanini greiddi formaðurin í FSN, Annfinnur Garðalíð, næmingunum frá felagnum, og hann greiddi eisini frá, hvørja støðu Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur til føroysku aspirantskipanina. Á heimasíðu felagsins – www.fsn.fo – eru fleiri myndir at síggja, sum vórðu tiknar, tá aspirantar vitjaðu felagið hjá navigatørunum. vilmund@sosialurin.fo Hittast til hugna í Sandvíkar skúla Tað er Pól Eyðfinn Poulsen, sum er við Ågot, ið hevur tikið hesar frálíku myndir Her sita tey og hugna sær í skúlanum í Sandvík, ung sum tilkomin