mánadagur 6. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Árni Gregersen
Onki er at ivast í, at kendastu
útvarpsdøddina í Føroyum
eigur Jógvan Arge, journal
istur.
Hansara rødd hevur eis
ini verið at hoyra í almenna
útvarpinum, síðani stovn
urin regluliga fór at senda í
februar 1957.
Hetta ár fylti Jógvan Arge
10 ár, men í november hetta
sama ár var hann at hoyra
fyri fyrstu ferð.
– Ja, tað var soleiðis, at
longu tá var Útvarpið farið
undir at gera tilfar og send
ingar til børn og ein partur
var ein brævakassi, har børn
kundu skriva inn um teirra
gerandisdag, fortelur Jógvan
Arge.
– Eg var millum teirra
tá, sum slapp at lesa hesi
brøvini upp í Útvarpinum,
so ja, eg havi verið at hoyrt
síðani 1957, sigur Jógvan
Arge, nú Kringvarp Føroya
hátíðarheldur, at seksti ár
eru farin við føroyskum
útvarpi.
Føroyingar
avgjørdu
í
1956 at seta á stovn føroyskt
útvarp. Ikki tí, at semja var
millum tingfólk um at gera
hetta. Edward Mitens var
landsstýrismaður og trýsti
nógv á, men tá ið atkvøðast
skuldi í tinginum, vísti tað
seg, at bert ein atkvøða
tryggjaði, at Útvarp Føroya
var sett á stovn.
Við øðrum orðum var so
at siga helvtin av tingmann
ingini ímóti at vit fingu før
oyskt útvarp.
Útvarpið hevur síðani 6.
Februar 1957 sent regluliga.
Fyrstu árini við minni orku,
men sum árini eru liðin, so
eru sendingarnar vorðnar alt
fleiri og fyri nøkrum árum
síðani var farið at senda alt
samdøgrið.
Fyrstu árini var sent
klokkan 12.20 við tíðindum.
Tað var tá, at øll fóru heima
at eta døgverða og tí var ikki
byrjað at sneda tíðindini fyri
enn 20 minuttir yvir 12.
Um kvøldið komu tíðind
ini klokkan 18.30 og so ein
sending vanliga aftaná. So
leiðis var skráin fyrstu árini.
Havast skal í huga, tá ið
Útvarp Føroya fór at senda,
so var tað fyrstu ferð før
oyingar fingu skriva før
oyskt talumál at hoyra.
– Ja, hjá teimum sum
byrjaðu var hetta veruliga
at bróta úr nýggjum. Vit
høvdu eitt skriftmál og so
eitt annað talumál, men vit
kendu onki til eitt skriva
talumál, sigur Jógvan Arge.
Hann vísir á, at Útvarpið
gjørdi eitt megnararbiði tey
fyrstu árini við málinum.
– Tey løgdu seg frá byrjan
eftir at gera eitt liðiligt og
smidligt mál, sum á tann hátt
gjørdist livandi, sjálvt um
tað var lisið upp sum tíðindi,
sigur hann.
Málið hevur gjøgnum øll
árini skapt kjak, men onki
er at ivast í, at talumálið er
munandi broytt hesi árini og
tað er í stóran mun Útvarp
inum fyri at takka.
Niels Juel Arge, útvarps
stjóri, hevur sagt, at mill
um annað, tá ið rúmdar
uppsendingarnar vóru, tá
breyt Útvarpið av álvara úr
nýggjum og skapti eitt før
oyskt fakmál á júst hesum
øki. Millum annað kemur
orðið fylgisveinur frá hesi
tíðini.
Ein partur av uppgávuni
var eisini at skapa føroyskt
fakmál á øðrum økjum.
Fór burtur at læra
Sum nevnt hevur Jógvan
Arge verið at hoyrt í Útvarp
inum
síðani
1957.
Hann
hjálpti eisini til sum teknik
ari seinni meðan hann gekk í
skúla og í 1964 og 1965 hjálpti
hann eisini til at skriva tíð
indi.
Í 1966 tók hann students
prógv og fekk vikarstarv
í
Kommunuskúlanum
í
Havn. Seinnu helvt av 1966
var hann tí bæði vikarur í
fólkaskúlanum, umframt at
hann hjálpti til í Útvarpinum
seinnapartarnar
og
um
kvøldið.
1. januar 1967 fór Jógvan
Arge í læru sum journalistur
á
donsku
tíðindastovuni
Ritzau.
– Tað var nakað heilt
annað. Ein stór redaktión við
nógvum fjarskrivarum koyr
andi og lív í alt samdøgrið.
Hetta var ein ómetaliga
spennandi og lærurík tíð,
fortelur hann í dag.
Men tá ið hann hevði
staðið lærutíð sína vendi
hann heimaftur til Føroyar
at starvast í Útvarpinum.
Og hann kom inn í eina
Røddin hjá Jógvani Arge var at hoyra longu í november
1957 – sama ár, sum Útvarp Føroya var sett á stovn
KENDASTA RØDDIN
Í FØROYUM VERIÐ
AT HOYRT ØLL ÁRINI
Jógvvan Arge er kendasta útvarpsrøddin í Føroyum. Hann hevur verið at hoyrt síðani 1957
Sosialurin
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KRINGVARP FØROYA 60 ÁR