mánadagur 6. februar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Síðani Útvarp Føroya byrjaði sendingarnar,
hevur ítrótturin fylti nógv og hevur
skapt ein føroyskan samleika
Ítrótturin
skapar ein
føroyskan
samleika
Árni Gregersen
Longu heilt tíðliga fór Útvarp
Føroya at siga frá kappróðri
á føroysku summarstevnum.
Og tað gekk heldur ikki
long tíð til Niels Juel Arge, út
varpsstjóri, byrjaði at varpa
bæði frá fótóltsydstum í
landskappingini eins og frá
øðrum dystum, sum landslið
og onnur úrvalslið spældu
móti útlendingum.
At ítrótturin í Útvarpin
um hevur havt eina stóra
ávirkan á áhugan fyri ítrótti
er nærum sjálvsagt, men
hetta hevur eisini í stóran
mun skapt ein føroyskan
samleika, tá ið varpað hevur
verið frá ítróttarhendingum,
har føroyingar hava kappast
móti øðrum.
– Sjálvandi hevur hetta
havt týdning og útvarp
var gjøgnum nógv ár besti
miðilin. Tað bar til at senda
beinleiðis, so lurtarin kendi,
at hann var við, har før
oysk ítróttarfólk kappaðust,
sigur Jógvan Arge, sum í ein
mansaldur segði frá føroysk
um ítróttarkappingum.
Neyvarn er nakað at
ivast í, at Útvarpið í mong
ár, var drívmegin handan
føroyskan kappróður.
Altjóða ítróttur
Longu seinast í fimti-árun
um varpaði Niels Juel Arge,
útvarpsstjóri frá fótbólts
dysti millum føroyingar og
hetlendingar, men fyrstu
ferð Útvarpið av álvara var
við til ein altjóða kapping,
var í 1972, tá ið olympisku
leikirnir vóru í Mu:nchen.
Føroyingar luttóku ikki,
men hendan stóra kapp
ingin var so mikið nær, at
Útvarpið valdi at fara til
Vesturtýsklands at siga frá
kappingunum har.
At so tað var júst tá, at ein
terroratsókn var gjørd móti
ísrealskum ítróttarfólkum er
ein onnur søga.
Hondbóls-HM
Í 1976 luttóku føroyingar í
C-HM í hondbólti í Portugal.
Utvarpið var við á ferðini
og segði frá. Føroyska liðið
kláraði seg væl at allir føroy
ingar
sótu
frammanfyri
radiolurtinum, tá ið Jógvan
Arge segði frá dystunum í
Portugal.
Næsta stóra ítróttarkapp
ingin var, tá ið C-HM var í
Føroyum í 1980.
Stór útlendsk hondbólts
lið – millum annað fraklend
ingar og norðmenn, sum
herfyri spældu HM-finalu
– luttóku tá ið kappingini.
Eisini hetta eydnaðist væl
og føroyingar savnaðust um
hetta sum tjóð.
Seinni eru tað Oyggja
leikirnir og serliga í 1989, tá ið
teir vóru hildnir í Føroyum.
Tað vóru enn einaferð hend
ingar, sum savnaðu tjóðina.
Seinnu árini er tað fyrst
og fremst fótbóltslandliðið
við serligum úrslitum, sum
hevur savnað tjóðina – ikki
minst tá ið Føroyar vunnu
á Eysturríki í Landskrona á
sinni.
– Ítróttur er vælgnaður
til útbvarp og tí haldi eg, at
hetta er eydnast so mikið
væl og hevur fingið tak á
so nógvum lurtarum, sigur
Jógvan Arge, sum helst er
tann, sum hevur sagt frá
nógv flestum dystum og
kappróðri í Føroyum.
KRINGVARP FØROYA 60 ÁR
spennandi tíð, bæði hvat
tíðindum viðvíkti og hvat
menningini í Útvarpinum
viðvíkti.
Fyrireikingarnar til tær
fyrst V4-sendingarnar vóru
byrjaðar á heysti 1969 og
tann fyrsta sendingin, sum
var send úr Læraraskúla
høllini í Havn var send 29.
november í 1969.
–Eg
kom
heim
í
desember sama ár og var við
til eina ella tvær sendingar
hetta árið og aftaná tað var
eg partur av sendingunum,
sigur Jógvan Arge.
V4 sendingarnar vóru
undirhaldssendingar, sum
lógu rundan um V4-dráttin.
V4 var sett á stovn fyri at
fáa pening til vega til at
byggja nýggj útvarpshús
umframt at fáa pening til
nýggjari tøkni, men eisini
til at menna skránna og
fáa størri orku at gera
sendingar.
V4-sendingarnar
vóru
sera væl umtóktar. Tær
vóru ofta sendar úr Havn,
men
V4-manningingin
ferðaðist eisini kring landið
og sendi beinleiðis av bygd
leygarkvøld.
Í dag minnast vit og
kenna nógvar av aktuellu
tættunum, sum vóru yrktir
til hesar sendingar.
–
Men
hetta
var
krevjandi. Fyri tað fyrsta
vóru tað somu starvsfólk í
Útvarpinum, sum arbeiddu
við hesum, umframt at
fríyrkisfólk, sum dagliga
hjálptu til, nú eisini gjørdu
hesar
sendignarnar,
so
hetta var strævið, sigur
Jógvan Arge.
Stórar rembingar
Tá ið hann kom heimaftur
til Føroya, sum útbúgvin
journalistur, vóru stórar
rembingar
í
politisku
skipanini.
Fyrst í sjeyti-árunum
vóru samráðingar um at
fara uppí Felagsmarknaðin
– tað sum í dag eitur ES,
umframt at føroyingar ar
beiddu við fullari ferð at
flyta fiskimarkið út á 200
fjórðingar.
– Fyri fyrstu ferð var
ein føroyskur fjølmiðil av
álvara við til samráðingar
um føroysk viðurskifti. Vit
vóru við, – ikki til sjálvar
samráðingarnar
–
men
vit vóru í Bruxelles fleiri
ferðir,
tá
ið
føroyskar
sendinevndir vóru har og
samráddust og tað sama, tá
ið fiskivinnuavtalur vóru
gjørdar við onnur lond,
fortelur Jógvan Arge.
Hann minnist eisini til
tær fyrstu samgongusam
ráðingarnar, sum Útvarpið
var við til. Hetta var nýtt í
Føroyum tá.
– Tá ið vit vóru til sam
ráðingar uttanlands, so var
Atli Dam ofta samráðingar
leiðari og hann var altíð
sinnaður at siga frá, hvat
var hent beint eftir sam
ráðingarfundirnar,
sigur
Jógvan Arge.
Í veruleikanum var hetta
ein paprtur av tí sum útvarp
er best til: at vera til staðar
har tingini henda og senda
beinleiðis, sigur garvarði
journalisturin í Kringvarpi
Føroya.
Hann leggur dent á, at
tað eisini snúði seg um
ikki bert at hava føroysku
sendinevndina sum keldu,
men eisini at kunna spyrja
seg fyri hjá øðrum og av
stemma upplýsingarnar um
samráðingarnar.
Eitt annað mál, sum fylti
nógv í sjeyti-árunum var
stóra útróðraaverkfallið.
– Tað vardi ikki so leingi,
men tað stóð nógv á teir
dagarnar. Allur flotyin savn
aðist í Havn og Úrvarpið var
einasti miðil, sum kundi
fylgja við dagliga, sigur
Jógvan Arge.
Tað var júst tá, at Morten
Mols – ella gamli Smyril
kom til Føroya. Hann slapp
ikki at landi norðanfyri,
men legði at á Tvøroyri.
Útróðrarmenn royndu at
blokera fyri at skipið slapp
at landi.
– Spennandi hava árini
verið og tað er ilt at skilja,
at stovnurin nú er 60 ára
gamal, sigur Jógvan Arge.
V4 var sett í gongd, so peningur kundi fáast
til vega at byggja nýggj útvarpshús
Kappróðurin hevur alt átt sín lut í tí, sum Útvarp Føroya hevur sent