mánadagur 6. februar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYSKT MEDALJU
REGN Í PARÍS
Føroyskir rógvarar skaraðu framúr í EM í París um vikuskiftið. Eisini er nýtt kurvabóltsfelag sett á stovn
Neli Heldarskarð
INNIRÓÐUR
Leygardagin varð EM í inniróðri
hildið í franska høvuðsstaðnum,
París. Heili 10 føroyskir rógvarar
tóku
lut
í
evropameistara
kappingini, og ikki kann sigast
annað enn, at teir av sonnum
skaraðu framúr. Samanlagda heið
ursmerkjaúrtøkan gjørdist ikki
færri enn níggju heiðursmerki.
Fýra gull, tríggjar silvur og tvær
bronsur.
Best gekk tað hjá teimum trim
um føroyingum, ið eru vorðnir
evropameistarar. Í aldursbólkinum
50-54 ár í tungvekt var tað Toni R.
Dam, sum róði 2000 metrar við
tíðini 6.25.2. Ongin stóð honum kurl,
og harvið er hann evropameistari í
hesum aldursbólkinum.
Í
opnu
tungvektsbólkunum
eru tað eisini tveir føroyingar,
sum eru teir bestu í Evropa til
sína grein. Hjá monnum vann
Sverri Nielsen við tíðini 05.47. 9.,
meðan Elsa Magnussen gjørdist
evropameistari hjá kvinnum við
tíðini 07.17.8. Tey róðu somuleiðis
2000 metrar.
Føroysku rógvararnir, ið vóru við
til at tryggja hesa frálíku heiðurs
merkjaúrtøkuna, eru hesir: Hávar
Patursson, Steinar W. á Tórgarði,
Inga Weihe, Sverri Nielsen, Toni R.
Dam, Elsa Magnussen, Kem Weihe,
Róland Michelsen, Bergur Robert
Dam Jensen, Jens Kristian Dam og
Sarita Kristina Joensen.
KURVABÓLTUR
Nýtt, føroyskt kurvabóltsfelag er
sett á stovn. Í gjárkvøldi gjørdist
greitt, at nú eru fýra kurvabólts
feløg í Føroyum. Nýggja kurva
bóltsfelagið eitur Hávur, og hetta
felagið hevur heimstað í Klaksvík.
Nevndin hjá nýggjasta liminum í
føroysku kurvabóltsfamiljuni er
mannað soleiðis: Forkvinna er Erla
Mirmansdóttir, næstformaður er
Petur Olsen, skrivari er Áron Sofus
Vest, kassameistari er Johannes
Klakk og nevndarlimur er Anna
Jónsveinsdóttir Simonsen.
Hini trý feløgini í føroyskum
kurvabólti eru Hamar og Sporð
drekin úr Havn og Ravnur av
Toftum.
RENNING:
Leygardagin
varð
skipað
fyri
árligu kappingini í lendisrenning í
Hoydølum. Í ár luttóku 70 rennarar
í kappingini, sum er ein hørð
avbjóðing við brekkum, veitum og
vátum lendi.
Hjá kvinnunum vann Rebekka
Fuglø sum væntað ein tryggan
sigur. Meira óvæntað var tað tó, at
49 ára gamla Hergerð Heldarskarð
endaði á tryggum øðrum plássi.
Hetta merkir eisini, at hon á fyrsta
sinni hevur vunnið sítt fyrsta FM-
heitið hjá kvinnuveteranunum.
Hjá monnunum rann Jan Elmar
Sørensen skjótast, og honum á baki
kom Andrias Hansen.
BADMINTON
Hetta vikuskiftið hava ungir, før
oyskir badmintonleikarar luttikið
í einmansleiki, tvímansleiki og
blandaðum tvímansleiki í Reykja
vík International Games í Íslandi.
Leygardagin
skaraðu
føroysku
badmintonspælararnir framúr og
spældu seg í heili 38 av 51 møgu
ligum hálvfinalum. Hetta er met
fyri føroyingar, sum eru farnir
uttanlands at royna seg í bad
mintonhøpi.
Í gjár varð føroyski Bartal Poul
sen eisini kosin til besta leikara í
kappingini. Hann er 17 ára gamal.
FLOGBÓLTUR
Í bestu kvinnudeildini er ein dystur
spældur um vikuskiftið. Á Toftum
tók botnliðið Ternan ímóti Fleyr,
sum liggur miðskeiðis í deildini.
Rættiliga óvæntað vann Ternan
3-2, og er hetta bert annar sigurin
hjá toftakvinnum í 10 lands
kappingardystum í hesum kapp
ingarárinum.
FÓTBÓLTUR
Tveir fótbóltsútisetar vóru hetta
vikuskiftið á blettinum fyri felag
sítt
í
venjingardysti.
Fremad
Amager við bæði Heina Vatnsdal
og Finni Justinussen á vøllinum
spældu ímóti svenska Trelleborg,
ið vann 4-2. Finnur Justinussen
varð innskiftur í seinna hálvleiki og
minkaði um munin til 3-2 við sínari
fyrstu nerting.
Hin føroyingurin, sum kom
á máltalvuna, var landsliðsmið
vallarin Hallur Hansson. AC Hor
sens hevur í 10 dagar verið á venj
ingarlegu í Murcia í Spania, og
leygardagin var seinasti dysturin
á venjingarleguni spældur ímóti
suðurkoreanska Seongnam FC.
Hallur Hansson legði AC Horsens á
odda 2-0 í dysti, sum Horsens vann
2-1.
Seinastu vikurnar er afrikanska
svarið upp á EM, African Cup of
Nations, blivið spælt í Gabon.
Sunnudagin varð finala spæld
ímillum mest vinnandi landið í
kappingini, Egyptaland, sum hevur
vunnið kappingina sjey ferðir,
og næstmest vinnandi tjóðina,
Kamerun, ið undan finaluni hevði
vunnið kappingina fýra ferðir.
Arsenal-miðvallarin, Mohamed
Elneny, legði Egyptaland á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men
við málum frá innskiftu Nicolas
N’Koulou og Vincent Aboubakar
í seinna hálvleiki vann Kamerun
2-1, sum sostatt er besta landsliðið
í Afrika fyri fimtu ferð.
Í Premier League setti Chelsea
leygardagin eina tjúkka striku
undir, at felagið er á meistarakós.
Arsenal var komið á vitjan á Stam
ford Bridge og bleiv sent heimaftur
til norðara partin av London við
greiðum 3-1 tapi. Úrslitið merkir,
at heili 12 stig skilja Chelsea og
Arsenal, og harvið er ongin ivi um,
at meistaravónin hjá Arsenal enn
einaferð er brostin.
Nærmastu
kappingarneytarnir
hjá Chelsea eru nú Tottenham og
Manchester City, sum eru ávíkavist
níggju og 10 stig aftanfyri bláa
London-felagið. Hesi liðini vunnu
bæði teprar heimasigrar hetta viku
skiftið. Tottenham vann 1-0 ímóti
Middlesbrough, meðan City vann
2-1 ímóti Swansea.
Ringa gongdin hjá Liverpool heldur
fram, tí leygardagin tapti Liverpool
2-0 á útivølli ímóti Hull, sum er
undir niðurflytingarstrikuni. Betur
gekk hjá Manchester United, ið
eftir eitt vónbrot av einum javnleiki
ímóti júst Hull í miðvikuni, kom
aftur á røttu kós við at vinna 3-0 á
útivølli ímóti Leicester. Bæði Liver
pool og United eru í løtuni beint
uttan fyri tey fýra Champions
League-plássini á stigatalvuni.
STUTTSØGD TÍÐINDI
Ovurfegnir føroyskir rógvarar eftir góðu úrslitini í París
Føroyski Bartal Poulsen
varð valdur til besta
badmintonleikara í
Reykjavík International
Games hetta vikuskiftið
Mynd: Badmintonsamband Føroya
Árliga kappingin í lendisrenning varð hildin leygardagin