mánadagur 6. februar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Klaksvíkingurin Bogi Isaksen
gjørdi bart um vikuskiftið og
vann A-bólkaspælið í 8. umfari í
FM kappingini. Tað er kappingin,
tá spælt verður við bólkaspæli
og styrkismeting. Í beinleiðis
steypakappingini, sum eisini
gevur stig til FM stigatalvuna,
vann favoritturin Remy G.
Hansen.
34 menn og fimm kvinnur vóru
við í kappingini hesaferð.
Remy í trupulleikum
Eins og undanfarnu kappingar
hjá monnum, sást beinanvegin,
at nakrir av stykismettu
spælarunum høvdu trupulleikar
í bólkaspælinum. Av teimum átta
styrkismettu spælarunum, vóru
tað bert tveir, ið megnaðu at vinna
bólkin. Eitt nú mátti Remy G.
Hansen út í umspæl, fyri at koma
víðari í A-bólkinum.
A-bólkurin
Tað gav eina heldur óvæntaða
samanseting í endaspælinu,
at styrkismettu spælararnir
kláraðu seg illa í bólkaspælinum.
Hans Eivind Olsen rendi seg
beinanvegin í Remy G. Hansen,
sum vann 4-0. Magne Thomassen
var fyri fyrstu ferð í A-bólkinum,
men megnaði ikki at halda støðið
frá bólkaspælinum og tapti
heldur óvæntað móti Gudmundi
Djurhuus, ið var við til FM-
kapping fyri fyrstu ferð.
Í fjórðingsfinaluni var mest
spennandi dysturin millum
Boga Isaksen og Remy G.
Hansen. Ein javnur dystur, har
Bogi Isaksen megnaði at finna
góða spælið frá undanfarna
kappingarárið fram aftur. Bogi
Isaksen vann spennandi dystin
4-3. Klkasvíkingur vann eisini
hálvfinaluna móti Esmari
Mikkelsen.Í hinari hálvfinlauni
vann Jens Albert Simonsen heldur
óvæntað 4-2 á Peturi Thomsen.
Í finlauni vann Bogi Isaksen 5-3,
eftir at tað stóð á jøvnum 3-3.
Í B-bólkinum vann Jón
Johansen 4-3 í finaluni á Jan Erik
Fjallstein
Beinleiðis kapping
Seinna kappingin hjá monnum er
endaspæl allan vegin, uttan nakra
styrkismeting. Her rendu Petur
Thomsen og Bogi Isaksen saman
longu í 1/16 finlauni. Toftamaðurin
vann 4-2. Í 1/8 finlauni vann Remy
G. Hansen á Hans Eivind Olsen.
Í finlauni vann Remy G.
Hansen 5-2 á Jan MacIntosh. Sagt
verður, at talan var um finalu á
høgum stigi, tí flestu settini vóru
færri enn tjúgu pílar brúktir.
Gunnbjørg vann alt
Hjá kvinnunum vóru bert fimm
spælarar við hesaferð. Í finaluni
hittust Gunnbjørg Dam og Annika
Joensen. Tær høvdu báðar vunnið
hálvfinaluna 3-1 móti ávíkavist
Birthe Sikivat og Terju Ósá.
Gunnbjørg vann trygt finaluna 4-1.
Gunnbjørg Dam var aftur í
finaluni í seinnu kappingini eftir
at hava vunnið 3-1 á Terju Ósá
í hálvfinaluni. Hin finalisturin
var Eyðna Olsen. Hon hevði
vunnið hálvfinaluna 3-1 móti
Vivian Andersen. Heldur ikki
í hesi finaluni lat Gunnbjørg
nakran iva verða um, at hon er
"the grand old lady" í føroyskum
darti. Gunnbjørg vann finaluna
4-2. Kongshavnar Dartfelag skipar
fyri næstu kapping, ið verður 25.
februar.
Úrslit:
Menn A-bólkur
1. Bogi Isaksen (KDF)
2. Jens Albert Simonsen (VDF)
3. Esmar Mikkelsen (Pílar & Skot)
3. Petur Thomsen (Tofta Dart)
Hægst útgang: Hans Emil
Haraldsen 130
Fæst pílar: Bogi Isaksen 16
Menn B-bólkur
1. Jón Johansen (VDF)
2. Jan Erik Fjallstein (VDF)
3. Jógvan Joensen (VDF)
3. Ólavur Ellingsgaard (Pílar &
Skot)
Kvinnur (kapping 1)
1. Gunnbjørg Dam (VDF)
2. Annika Joensen (Team Sandoy)
3. Terja Ósá (KDF)
3. Birthe Sikivat (HDF)
Hægst útgang: Gunnbjørg Dam 77
Fæst pílar: Birthe Sikivat 25
Menn beinleiðis cup
1. Remy G. Hansen (Kongshavn)
2. Jan MacIntosh (HDF)
3. Jens Albert Simonsen (VDF)
3. Jón Johansen (VDF)
Hægst útgang: Jens Albert
Simonsen 140
Fæst pílar: Esmar Mikkelsen 16
Kvinnur (kapping 2)
1. Gunnbjørg Dam (VDF)
2. Eydna Olsen (Team Sandoy)
3. Terja Ósá (KDF)
3. Vivian Andersen (HDF)
Hægst útgang: Vivian Andersen
(HDF) 88
Fæst pílar: Vivian Andersen (HDF)
27
8. umfar í FM kappingini
Bogi Isaksen vann heldur óvæntað A-bólkin í 8. umfari í FM kappingini í dart, sum var í
Miðvági um vikuskiftið. Fleiri styrkismettir spælarar høvdu trupulleikar hesaferð
KLAKSVÍKINGUR STÓÐ
FYRI TÍ ÓVÆNTAÐA
DART