Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR Norskur steypavinnari: Bjarni Larsen er norskur steypavinnari við BK Trømsø. Fuglfirðingurin, sum lesur fiskivfrøði, er við í toppinum í norskum flogbólti. Hann hevur stórar dreymar fyri føroyskan landsliðsflogbólt. Serliga kundi hann hugsa sær at vunnið gull á oyggjaleikunum, tí tað gjørdi pápin í 1989 – og reypar enn Tróndur Arge Fuglafjørður er flogbóltsbýur burt­ur­av. ÍF hevur í nógv ár verið millum bestu liðini í landinum hjá monnum. Tað kveikti áhugan hjá einum ungum Bjarna Larsen, sum fór at spæla flogbólt í reyðu troyggjuni. – Eg eri uppvaksin í Fuglafirði við bóltspæli gjøgnum móðurmjólkina, sigur Bjarni Larsen. Pápin, Odd Eliasen, spældi eisini flogbólt og var millum annað við til at vinna gull á oyggjaleikinum í Føroyum í 1989. Nakað, sum mans­ landsliðið ikki hevur megnað at endur­tikið síðani. – Babba var á liðnum tá og satt at siga, so eri eg troyttur av at hoyra hann reypa um tað legendariska gullið. Skilt upp á tann mátan, at eg vil eisini hava fatur á hasum gullheiðursmerkinum, sigur Bjarni Larsen brosandi. Hann vísir eisini á týdning­in, sum tað hevði at flogbólts­sam­ bandið sendi ungdómslandslið av landinum at spæla. – Tað gjørdi, at tú fekst tí gula­ rótina, sum gjørdi at tú fekst hug til meir, sigur Bjarni Larsen. 24 ára gamli fuglfirðingurin hevur síðani 2013 spælt flogbólt í Norra. Í januar mánaði bleiv tað til tað steypagull, og dreymurin er at vinna norska meistaraheitið og sleppa at spæla HM flogbólt fyri Føroyar. Fiskifrøði og flogbóltur Í 2013 vinnur ÍF sannførandi greip­ una í føroyskum flogbólti. Í Noreg hevur venjain hjá BK Tromsø hoyrt, at ein av spælarunum ætlar sær til Noreg at lesa. – Venjarin hjá BK Tromsø hevði frætt, at eg ætlaði mær til Tromsø at lesa. Hann setti seg í samband við meg, eftir at vit vunnu greipuna. Eg fekk at vita í juli 2013, at eg var sloppin inn. Tá var tað greitt at eg fór at spæla við BKT, sigur Bjarni Larsen. Ungi fuglfirðingurin lesur master í fiskivinnufrøði á Norges Fiskerihøgskole í Tromsø. Á sumri í fjør fekk hann bachelorgrad og hevur hálvt annað ár eftir av útbúgvingini. – Mær dámar ógvuliga væl í Tromsø. Fólkini eru fyrikomandi, býurin er passaligur til støddar. Tað gongur væl í skúlanum og saman við flogbóltinum, so fyllur tað meir enn nokk, sigur fuglfirðingurin í norskum flogbólti. Bjarni Larsen metir, at norskur flogbóltur er á støði við Danmark, Svøríki, Ungarn og Ísrael. – Tað vil siga at Noregi er eitt stig undir elituni í Evropa. Noregi hava ikki havt gott landsliðsarbeiði, og eru tí ikki komnir so langt, sum teir burdu verið komnir, heldur Bjarni Larsen. Hann heldur at tað er rímiliga stórur munur á føroyskum og norskum flogbólti. – Størsti munurin eru venjingar­ tímarnir og venjingin, sum er meiri fysisk og strukturerað. Ein annar munur er, at spælið gongur nógv skjótari, sigur Bjarni Larsen. Stey­pavinnari Fyri kortum bleiv BK Tromsø norskur steypavinnari í flogbólti. Steypa­kappingin í Noreg, sum eitur Norgesmesterskap, stytt NM, byrjar hvørt ár í novembur. – Har vunnu vit samanlagt á NTNUI og Randaberg yvir tveir dystir. NTNUI úr Tróndheim og Randa­berg úr Stavanger eru topp­ lið í Noregi, greiðir Bjarni Larsen frá. Í finaluni møta teir Viking, sum millum annað vann Nevza Club Championships í fjør. – Her eydnast tað okkum at vinna ein rímuliga greiðan 3-1 sigur, og taka "Kongepokalen" norður við okkum til Tromsø, fortelur Bjarni Larsen. Bronsu um vikuskiftið BK Tromsø vann farna viku­skift­ ið bronsu í Nevza Club Champ­ ionships. Liðið vann seg í no­vemb­ ur víðari úr bólkaspælinum til finalu­umfarið, sum varð spælt í Falkenberg í Svøríki. Liðið hevði stórar avbjóðingar, tí diagonalurin, sum hevur verið eitt miðpunkt í spælinum hjá BK Tromsø, ikki var við. Tí er tað eitt umskipað lið, sum spælir í Svøríki. – Tað merktist væl tveir teir fyrstu dystirnar, sum vit taptu greitt. Vit møttu Viking í finaluni um triðja plássið. Har løgdu vit hart út og vunnu tvey tey fyrstu settini, men teir svaraðu aftur við at vinna triðja og fjórða sett greitt, greiðir Bjarni Larsen, sum sjálvur spælir kantur, frá. – Hóast tað ikki altíð er so TROYTTUR AV AT HOYRA BABBA REYPA BK Tromsø eftir steypsigurin í januar. Bjarni Larsen sæst húkandi næst uttast til høgru