mánadagur 6. februar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjarni Larsen
um dreymin
við flogbólts
landsliðnum:
– Dreymarnir fyri
føroyska landsliðið eru
brádliga ikki so fjarir,
sum teir eina ferð vóru.
Eg havi altíð ynskt at
sleppa at royna meg
móti teimum allarbestu.
Undankappingarnar til
EM og HM eru broyttar
í 2016. Nú skulu vit vera
nummar eitt ella tvey í
bólkaspælinum í Small
Countries Division,
eisini nevnt SCD, fyri at
spæla okkum víðari til
HM-Undankapping.
– So tað at spæla okkum
víðari úr SCD og luttaka
í finaluumfarinum
í SCD og HM-
undankappingini er
fyrsta mál. So gerst
dreymurin um at spæla
HM-undankapping
veruleiki. Eitt annað
mál má vera at vinna
SCD, men hetta
liggur longri frammi í
framtíðini.
– Hyggja vit eftir
oyggjaleikum, so er
dreymurin at taka gull
har. Føroyar vunnu
gull í 1989, men hava
ikki gjørt tað síðani.
Babba var á liðnum tá
og satt at siga, so eri
eg troyttur av at hoyra
hann reypa um tað
legendariska gullið.
Also skilt uppá tann
mátan, at eg vil eisini
hava fatur á hasum
gullheiðursmerkinum!
– Ungdómsárini sum
flogbóltsleikari vóru
ótrúliga stuttlig við
harðari kapping millum
liðini. Tað, at FBF
sendi ungdómslandslið
avstað gjørdi eisini tað
at tú fekst tí gularótina
sum gjørdi at tú fekst
hug til meir.
stuttligt at spæla um triðja pláss,
so vóru vit sera svangir eftir at
taka bronsuna heim við okkum.
Tað eydnaðist eisini, tá vit settu
víkingarnar úr Bergen upp á pláss
í fimta setti. Hetta er fyrstu ferð, at
vit hava spælt finaluumfar í NCC
og vit eru nøgdir við úrslitið, sigur
fuglfirðingurin í Tromsø.
Á odda í landskappingini
Norska
flogbóltslandskappingin
byrjaði í oktobur. Her gongur væl
hjá Bjarna Larsen og hansara
monnum.
– Vit løgdu út við einum greiðum
sigri á NTNUI úr Trondheim, sum
liggja á øðrum plássi í løtuni.
Síðani tað hevur tað gingist okkum
ógvuliga væl. Vit liggja í løtuni á
einum fyrsta plássi, sigur 24 ára
gamli kanturin
Tó verður vætnað, at Viking
úr Bergen fer at enda ovast í
landskappingini, tí teir hava spælt
færri dystir enn hini, og kunnu
framvegis avgera tað sjálvir.
Nevnast kann at Viking eru í
fjórðingsfinlauni í CEV Challence
Cup, sum er ein av trimum evro
peiskum steypakappingum. Teir
vunnu í 1/8 finlauni á einum liðið úr
Slovenina við fulltíðarspælarum.
Nú skulu teir møta stórliðnum
Fakel Novy Urengoy úr Russlandi.
– Tað sigur eitt sindur um høga
stigi á norskum flogbólti, heldur
fuglfirðingurin fyri.
Ikki tapt í 14 mánaðir
á heimavølli
Hóast tað verður ringt at vinna
grundspælið í landskappingini,
so er málið at vinna allar tríggjar
dystirnar, sum eru eftir.
– Allir tríggir dystirnir eru á
heimavølli, so tað skal vinnast.
Vit hava ikki tapt á heimavølli í
meir enn 14 mánaðar, sigur Bjarni
Larsen.
Endaspælið í landskappingini
verður um mánaðarskiftið mars
og apríl. Endaspælið er skipað við
hálvfinalum og síðani finalum.
– Málið restina av kappingar
árinum er at vinna restina av dyst
unum, og síðani vinna hálvfinal
urnar. So vónandi eisini finalurnar,
sigur fuglfirðingurin, sum er upp
vaksin við at vinna í ÍF.
Hetta er aðru ferð, at Bjarni
Larsen vinnur norsku steypa
kappingina, men enn manglar
norska meistaraheitið. Í 2015 bleiv
tað til silvur.
trondur@sosialurin.foww
Navn: Bjarni Larsen
Føddur: 6. apríl 1992
Foreldur: Odd Eliasen og Randi
Larsen
Systkin: lítlasystir, Anna Larsen
Ítróttur: Flogbóltur
Felag: BK Tromsø
Pláss á vøllinum: kantur
Landsdystir: 36
Yrkisleið:
1998-2008 ÍF (yngri deildir)
2008-2009 UMA Malaga Probisa
Pizarra (vandi - ongan dyst)
2009-2013 ÍF
2013-2017 BK Tromsø