mánadagur 6. februar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
VANGAMYND
Terji Nielsen
Tann 1. mars tekur Petur Mittún
við starvinum sum aðalskrivari í
Ítróttarsambandi Føroya. Talan er
um eitt nýtt starv, og aðalskrivarin
skal dagligu leiðsluna av ÍSF og
ítróttini í Føroyum. Sjálvur heldur
hann, at talan er um eina stóra av
bjóðing við nógvum møguleikum
fyri menning.
Freistandi við heilt
nýggjum starvi
– Onkur spurdi meg, um eg hevði
sæð starvslýsingina, og tað hevði
eg, men eg hevði ikki hugsað so
nógv um tað. So spurdi onkur annar
og helt, at tað var akkurát eg. Eg
hugdi so nærri eftir starvslýsingini,
og eg helt, at tað ljóðaði spennandi
og søkti. Fyri meg ljóðaði tað áhuga
vert, at talan var um eitt heilt nýtt
starv, sum man skal vera við til at
forma sjálvur, greiðir Petur Mittún
frá.
Hann heldur, at tað er ein ótrú
liga spennandi uppgáva, ið liggur
fyri framman í at sameina ítróttina
í Føroyum og eisini at vera við í
altjóða samstarvi.
Sjálvur hevur Petur Mittún
verið partur av føroyska hondbólts
umhvørvinum í nógv ár. Hann
hevur verið venjari í nógv ár, og
seinasta árið hevur hann verið
settur hondbóltsmennari hjá HSF.
Men hetta verður nú lagt á hillina.
– Eg havi sagt farvæl við hond
bólt á høgum stigi. Tað var eitt krav,
at eg ikki virkaði sum venjari, og
tað skilji eg væl, hóast tað er løgið
at siga hondbóltinum farvæl, tí tað
hevur fylt so nógv í mínum lívi og í
mínari familju, sigur hann.
Hann dylur heldur ikki fyri, at
hann sjálvandi hevur hollan kunn
leika til hondbóltin í Føroyum,
meðan kunnleikin til hinar ítróttar
greinarnar ikki er eins stórur. Tó
havi eg altíð fylgt væl við í flest
øllum ítróttargreinum.
– Fyrstu tíðina fari eg tí at
brúka nógv orku uppá at tosa við
øll sersambondini og seta meg
inn í teirra umstøður, og eg fari
eisini at hyggja nærri eftir, hvussu
ítróttarsambondini í grannalond
um okkara arbeiða, sigur Petur
Mittún.
Samstarv er neyðugt
Tað er eingin loyna, at tað var eitt
ávíst innanhýsis stríð millum ser
sambondini fyri lítlum ári síðani,
og Petur Mittún sær tað eisini sum
eina týðandi uppgávu at fáa eitt
betri samstarv millum sersam
bondini.
– Tann kanska allarstørsta av
bjóðingin verður at fáa sersam
bondini at finna eitt felags stev.
Tað er eingin loyna, at eg sjálvur
komi úr Hondbóltssambandinum,
sum hevur verið í andstøðu í mun
til meirilutan av sersambondunum,
men tað stríðið havi eg so ikki verið
partur av.
Petur Mittún heldur somuleiðis,
at tað eru góðir møguleikar fyri, at
sersambondini í nógv størri mun
enn áður kunnu samstarva á fleiri
økjum, og tað er nakað, sum hann
fegin vil virka fyri.
– Eg ætli mær eisini at fáa ser
sambondini at samstarva innan
elituvenjing. Tað vil til dømis siga,
at nøkur av smærru sersambondini
kunnu samstarva um eitt nú ein
felags fysiskan venjara og so fram
vegis, vísir hann á.
Saknar kjak
Sjálvur heldur Petur Mittún eisini,
at tað kundi verið nógv størri kjak
um nógv viðurskifti innan før
oyskan ítrótt, og eitt kjak, sum
hann saknar, er, um man ov týðliga
skal noyða børn at velja millum
ítróttargreinar.
– Vit síggja í dag, at tað eru fleiri
ítróttargreinar, har tað verður
kravt, at børnini velja aðrar ítrótt
argreinar frá, og tað haldi eg vera
púra skeivt. Tí vil eg fegin, at vit
fara undir eitt kjak, um tað er rætt,
at vit ov týðliga noyða børn at velja
millum
ítróttargreinar.
Sjálvur
haldi eg, at børn duga at siga frá,
um tað blívur ov nógv av tí góða,
sigur hann.
Petur Mittún hevur sum eitt
annað mál, at man skal fara undir
eitt sonevnt itróttar-miðnám í Før
oyum.
– Eg haldi, at tað hevði einki
gjørt, um ÍSF kann vera við til at
seta á stovn eitt ítróttar-miðnám,
sum til dømis kundi verið á
Kambsdali og í Tórshavn. Tað vil
siga, har man kann í stóran mun
hava nógva generella venjing og
venjingar ástøði. Tað er vanligt í
londunum kring okkum, og vit eiga
eisini at gera tað møguligt her í
Føroyum, heldur hann.
Nýtt hús og meiri sjónlig
Tað hevur leingi verið prátað um
PETUR MITTÚN
ÍTRÓTTURIN SKAL
FINNA EITT
FELAGS STEV
Eg ætli mær eisini at fáa
sersambondini at samstarva
innan elituvenjing. Tað vil
til dømis siga, at nøkur av
smærru sersambondini kunnu
samstarva um eitt nú ein
felags fysiskan venjara og so
framvegis
Nýsetti aðalskrivarin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Mittún, sær tað sum eina av
sínum størstu avbjóðingum at fáa tær ymsu ítróttargreinarnar at finna eitt felags stev