Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eitt nýtt ÍSF-hús, og tað er einki at ivast í, at hetta er ávegis, og ein uppgáva hjá Petur Mittún verður ivaleyst at seta ferð á hesa ætlan. – Eitt nýtt ÍSF-hús liggur í kort­ um, og tað verður ein ótrúliga spennandi uppgáva. Hvar skal húsið verða, hvat skal vera í hús­ inum, og hvussu gera vit eitt slíkt hús sjónligt í samfelagnum. Eitt slíkt hús er ein týðandi partur í tí, at vit skulu sjónliggera Ítróttar­ sambandið í nógv størri mun enn áður, sigur hann. Nýggi aðalskrivarin sigur eisini, at eitt nýtt hús kann somuleiðis verða við til at geva bæði breiddar- og úrvals itróttini betri karmar í Føroyum. Stór broyting Nýggja starvið hevur við sær stórar broytingar í gerandisdegnum hjá Petur Mittún. Sum áður­nevnt hevur hann longu sagt hond­bólt­in­um farvæl, men í dagliga arbeið­inum verður tað eisini ein stór broyting. – Eg havi til dagligt starvast í eini risastórari umsiting, og um­ sit­ingin í ÍSF telur í dag 2 fólk, so tað verður ein stór broyting. Sjálv­ur vænti eg, at tað verður ein avbjóðing hjá mær, at eg eri so bráður av lyndi, tí eg vænti, at tað kanska ikki altíð gongur so skjótt fyri seg í ítróttarumsiting, heldur Petur Mittún. Ein uppgáva, sum fylgir við nýggja starvinum, er, at Petur Mittún skal vera við til fyri­reika Føroysku luttøkuna til Oyggja­ leikirnar á Gotlandi í summar. – Eg gleði meg ótrúliga nógv til hetta. Eg havi ongantíð áður verið til leikirnar, men eg havi ofta ynskt mær tað. Nú sleppi eg, og tað gleði eg meg ótrúliga nógv til, sigur hann. Nýggi aðalrskrivarin kemur at vísa til forsetan í ÍSF og nevndina annars, men hann sigur tó, at nevnd­in hevur givið honum rætti­ liga stórt rásarúm, við nøkrum føst­ um kørmum. – Tað tykist fyri mær, sum um nevndin verður góð at sparra og samstarva við. Sonevnt lobby­virk­ semi verður eisini ein av mínum uppgávum, sigur Petur Mittún at enda. Navn: Petur Mittún Aldur: 44 ár Starv: Aðalskrivari í ÍSF (frá 1. mars 2017) Starvsroyndir: Bankamaður, KT-leiðari og annað innan KT Hjúnafelagi: Ann Ellefsen Børn: Fýra – Fía, Pauli, Jana og Óli Feløg sum leikari: Kyndil, Team Esbjerg og FIF Feløg sum venjari: H71 Saknaði landslið sum leikari Hóast Petur Mittún seinnu árini er best kendur sum hondbóltsvenjari, so var hann í síni tíð eitt tað størsta talentið í føroyskum hondbólti, og hann fór eisini til Danmarkar at spæla yrkishondbólt. Og var eitt føroyskt landslið virkið tá, so hevði hann ivaleyst havt eina nógv drúgvari yrkisleið Terji Nielsen Tað var venjarastarvið í H71, sum gjørdi navnið Petur Mittún til eitt kent navn í føroyskum ítróttar­høpi, serliga innan hondbóltin. Nærlagdi venjarin hjá hoy­ vík­ingum, sum hevði sín hond­ bólts­upp­vøkstur í Kyndli, var høgt í metum, og tað var ikki uttan or­søk, tí saman við Halgir Dahl Ole­sen leiddi hann liðið hjá H71 til nógv framúr góð úrslit, millum ann­að eitt steypaheiti. Samstundis sum teir gjørdu hetta, megnaðu teir at byggja eitt heilt nýtt lið, sum fyrst og fremst var mannað av ung­ um evnaríkum leikarum úr felagnum. Var stórtalent Men um vit leita eitt sindur long­ur aftur í tíðina, so var tað longu á heilt ungum árum, at tað týði­liga sást, at í Petur Mittún átti Kyndil ein sera evnaríkan leik­ara. Hann var partur av einum fram­úr góðum árgangi hjá havnar­felag­num, sum vann alt øll ung­dómsárini, og tað kom ikki óvart á tey flestu, at Petur fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Kyndli longu í 1989, sum 16 ára gamal. Í 1991, 92 og 94 var Petur á besta liðnum hjá Kyndli, sum vann føroyameistaraheitið í bestu deild­ini, og í 1995 fekk hann høvi at royna seg sum yrkis­leikara í Danmark. Tað var navnframi venjarin Jan Pyttlick, sum var í Føroyum til eina norðurlendska kapping, sum føroyska A-landsliðið tók lut í, og tá fekk Jan Pyttlick eyga á Petur Mittún og Inga Olsen úr Vestmanna. Jan Pyttlick tók tá við sum venjari hjá Team Es­ bjerg í bestu donsku kapp­ing­ini, og hann bjóðaði teimum báð­um føroyingunum at koma til Dan­ markar at spæla yrkis­hond­bólt. – Eg var har í eitt ár, og tað var øgiliga spennandi. Tað var ein stór broyting, tí støðið, sum spælt bleiv á, var so nógv hægri, enn tað var í Før­oyum, greiðir Petur Mittún frá. Men eftir eitt ár gekk leiðin til Keypmannahavnar at lesa, og tá skifti Petur Mittún til felagið FIF, sum spældi í næst­ bestu kapp­ing­ini í Dan­mark. – Tað var eisini ein markant broyting, tí í FIF fekk eg ein nógv størri leiklut á liðnum, enn hvat eg hevði havt í Esbjerg, sigur Petur Mittún. Afturvendandi trupulleikar við aðrari økslini gjørdu tó, at Pet­ur valdi at gevast við hond­ bólt­inum. – Men hevði man havt eitt før­oyskt landslið tá, sum var líka aktivt, sum tað er í dag, so hevði eg ivaleyst lagt meiri fyri og hildið fram, sigur hann. Í 2004 fluttu Petur Mittún og familjan aftur til Føroya, og síðani tá hevur hann meiri ella minni altíð vant okkurt ung­ dómslið ella besta liðið hjá H71.