Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avbjóðararnir megnaðu at fylgja við í ein hálvleik, men í seinna hálvleiki tryggjaðu høvuðsstaðarfeløgini sær gylt útgangsstøði til seinnu hálvfinalurnar komandi vikuskiftið KVINNUHONDBÓLTUR Neli Heldarskarð Tað byrjar spakuliga at stunda til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, ið skulu spælast leyg­ar­dagin 18. februar. Fyri viku síðani blivu seinastu bólka­spæls­ dystirnir avgreiddir, og tá lag­aði tað seg soleiðis, at eina­ráð­andi høvuðsstaðarfeløgini í kvinnu­ hondbólti seinastu árini, Neistin og Kyndil, sluppu undan at spæla ímóti hvørjum øðrum. Bæði liðini vunnu bólkar sínar, og hetta førdi við sær, at Neistin fekk VB sum mót­støðulið, meðan Kyndil fekk VÍF. Í gjár vórðu fyrstu hálvfinal­ urnar í Faxe Kondi-kappingini spæld­ar. Felags var, at favorittliðini bæði, Neistin og Kyndil, bæði spældu á útivølli. Sostatt var helst neyðugt við líkinda úrsliti og mál­ muni fyri VB og VÍF, um hesi liðini skuldu gera sær vónir um at røkka gula gólvið og steypafinaluna í høllini á Hálsi. Profilurin spældi næstan ikki við Í høllini í Vági var væl av fólki møtt upp, tá ið vágbingar skuldu royna at temja neistakvinnurnar. Hetta eydnaðist stak væl í fyrra hálvleiki. Í álopsspælinum legði VB út við at spæla sjey ímóti seks, og hetta tyktist at ørkymla neistakvinnur, sum eisini skuldu brúka sjey minuttir upp á at skora sítt fyrsta mál. VB var eisini á odda ein part av fyrra hálvleiki, men eftir eina løtu kom Neistin betur inn í og megnaði at spæla seg á javnt. Lagt var upp til ein spennandi seinna hálvleik, tá ið liðini fóru til hálvleiks við støðuni 10-10. Í seinna hálvleiki sást tó, hví neista­kvinnur eru verandi greipu­ vinn­arar. Stígur kom í mál­skjót­ ingina hjá heimaliðnum, og ístaðin byrjaði Neistin at draga frá. Endin var tann, at Neistin vann dystin 22- 17. Hjá Neistanum var vert at leggja til merkis, at stóri profilurin á liðnum seinastu árini, bakspælarin Marjun F. Danberg, mestsum ikki spældi við. Hon kom bert inn at skjóta brotskøst, men annars sat hon bara á bonkinum. Tað var í síðsta bólkaspælsdystinum ímóti VÍF fyri viku síðani, at Marjun F. Danberg fekk ein skaða. – Eg fekk eina forstrekking í høgra fót í okkara síðsta dysti. Eg vóni at veruliga spæla við í seinnu hálvfinaluni, sigur Marjun F. Dan­ berg stutt eftir dystarlok. Hetta er ikki fyrstu ferð í hesum hondbóltskappingarárinum, at ein skaði plágar stórskjúttan hjá neista­kvinnum. Beint und­an HM- undankappingina hjá kvinnu­lands­ liðnum fyrst í desember fekk hon eisini skaða í hondina, ið forðaði henni at spæla restina av 2016. Við fimmmálssigrinum hava FINALU­ SESSIRNIR TYKJAST AVGJØRDIR Bjarta Johansen spældi ein góðan dyst á strikuni hjá Kyndli Mynd: Sigmar Mørkøre