mánadagur 6. februar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
neistakvinnur tryggjað sær eitt
gott útgangsstøði undan seinnu
hálvfinaluni á heimavølli komandi
leygardag. Marjun F. Danberg slær
tó fast, at ongar súður eru syftar
enn.
– Fimm mál er ikki nógv í hond
bólti. Tað ber framvegis til hjá teim
um at innheinta okkum, so onki er
liðugt fyrr enn alt er liðugt, sigur
Marjun F. Danberg.
Fyri Neistan kom tað eisini sum
ein meinbogi, at ein annar av føstu
leikarunum á liðnum, Bára Hansen,
fór skadd av vølli. Tað er tó óvist,
hvussu álvarsligur skaðin er.
Vágbingar ónøgdir
við dómararnar
Hóast tað verður stórur biti hjá
VB at skula vinna við minst fimm
málum ímóti greipuvinnarunum á
útivølli, so trýr ein av álitiskvinnu
num á VB-liðnum, Gurið Krosslá
Augustinussen, upp á møguleikan.
– Tað er ikki ómøguligt at vinna
við fimm málum í Havn. Har hava
vit vunnið fyrr, og seinastu ferð vit
spældu í høvuðsstaðnum byrjaðu
vit eisini væl. Skora vit upp á
okkara møguleikar, so letur tað seg
gera, sigur Gurið Krosslá Augustin
ussen.
Tað var í seinna hálvleiki, at tað
byrjaði at ganga skeiva vegin hjá
vágbingum. Tær á VB-liðnum hildu
eiheldur, at dómaraavrikið hjálpti
upp á støðuna í seinna hálvleiki.
- Eg haldi, at neistakvinnur vóru
hepnar við at fáa nógvar dømingar
við sær í seinna hálvleiki. Dómara
avrikið ørkymlaði okkum, sigur
Gurið Krosslá Augustinussen.
Kann ikki ganga
galið hjá Kyndli
VÍF megnaði at spæla seg í fin
aluna í fjør, men mangt skal
henda ímillum himmal og jørð,
um hetta skal endurtaka seg í
ár. Í gjár megnaði VÍF at standa
kyndilskvinnum kurl í ein hálvleik,
men síðani gekk av skriðuni.
Í fyrra hálvleiki var onki, sum
bendi á, at munurin skuldi blíva
stórur ímillum liðini. Tað leikaði
javnt á, tí munurin var ikki størri
enn eitt mál, tá ið liðini fóru til
hálvleiks. Kyndil vann fyrra hálv
leik við einum máli og fór til hvíld
ina á odda 14-13.
Í seinna hálvleiki var søgan tó
ein heilt onnur. Tað byrjaði at
ganga heilt strilitið hjá heima
liðnum við málskjótingini, og hetta
gagnnýttu
kyndilskvinnur.
VÍF
skoraði bert sjey mál í seinna
hálvleiki, meðan Kyndil fór buldr
andi avstað og at enda vann 30-20.
Harvið er Kyndil á odda við heili
10 málum, áðrenn liðini hittast til
seinnu hálvfinaluna komandi leyg
ardag í høllini á Hálsi. Kyndils
kvinnur standa við øðrum beini
num í finaluni, og tað er ilt, fyri ikki
at siga ómøguligt, at síggja fyri sær,
at kyndilskvinnur kunnu blaka
eina so trygga leiðslu fyri borð.
Eftir dystin var týðiligt at hoyra
á málinum á Daniellu Joensen hjá
VÍF, at vestmenningar vóru sera
vónbrotnir av stórtapinum.
- Alt miseydnast hjá okkum í
seinna hálvleiki. Vit spæla betur og
tora munandi betur at skjóta í fyrra
hálvleiki, men í seinna hálvleiki
tora vit til dømis ikki at fara í tær í
verjuni. Hetta var ein ússaligur
dystur frá okkum, har vit spældu
við høvdinum undir arminum,
sigur Daniella Joensen, sum fekk
reytt kort í seinna hálvleiki, tí at
hon fekk útvísing á tveir minuttir
tríggjar ferðir.
Lagið var sjálvandi nógv betri á
Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli,
ið skoraði fýra av málunum hjá
útiliðnum.
– Vit seta ferðina upp í seinna
hálvleiki og renna frá teimum. VÍF
gjørdi eisini nógvar villur, ið vit
revsaðu. Vit orkaðu betur enn VÍF,
og harafturat riggaði tað eisini væl
at spæla inn til strikuna, sigur Bára
Krossteig Hansen.
Sostatt skulu avbjóðararnir til
oddaliðini bæði hála heili 15 mál inn
í
hálvfinalunum,
sum
verða
spældar komandi vikuskiftið. Nei,
ilt er at síggja fyri sær enn tað, at
Neistin og Kyndil aftur skulu spæla
steypafinalu sínamillum í 2017.
Menninir eiga tørn
Mikukvøldið er manshondbóltur á
skránni, tá ið fyrstu hálvfinalurnar
hjá monnunum skulu spælast. Her
spæla H71 og VÍF í Hoyvík, meðan
neistamenn taka ímóti StÍF í høllini
á Hálsi. H71 og Neistin vóru liðini,
sum vunnu seg í steypafinaluna
í fjør, og harvið er ein endurtøka
av hesari finaluni ikki ómøgulig.
Lagt er tó upp til nakrar spennandi
dystir, tí tað hevur verið eyðsæð í
FTZ-deildini í ár, at kappingin er
vorðin javnari enn áður.
VÍF-Kyndil 20-
30 (13-14)
VÍF: Ema Bezanovic 5, Liljan
Djurhuus 4, Agnas Olsen 3,
Randi Virgarsdóttir 3, Kathe
Frederiksen 2, Heidi Maria
Akselsen 2 og Lív Poulsen 1.
Kyndil: Anna A. Brimnes
7, Súna Krossteig Hansen
6, Bjarta O. Johansen 5,
Turið Arge Samuelsen 5,
Bára Krossteig Hansen 4,
Anja Hammer 1, Guðrið G.
Eystberg 1 og Anja Eliasen 1.
VB-Neistin 17-
22 (10-10)
VB: Danijela Mistric
6, Barbara K. Hjelm 3,
Helga Kjærbo 2, Rúna M.
Jacobsen 2, Bára Krosslá
Mortensen 1, Gurið Krosslá
Augustinussen 1, Maria
Halsdóttir Weyhe 1 og
Rannvá Johannessen 1.
Neistin: Eir Berg 5, Lilja
Mohr 4, Birita Ingolfsdóttir
3, Brynja Høj 3, Jacklin
Durhuus 2, Bára Hansen
2, Marjun F. Danberg 2 og
Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 1.
KVINNUHONDBÓLTUR
Kyndil hevði fult tamarhald á seinna hálvleiki og vann við heili 10 málum.
Mynd: Sigmar Mørkøre
Bára Hansen mátti av vøllinum við skaða, og tað er
ivasamt um hon spælir seinnu hálvfinaluna
Ema Bezanovic varð toppskjútti hjá VíF við fimm málum, men tað hjálpti lítið í heildini
Mynd: Sigmar Mørkøre