mánadagur 6. februar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Hvussu er at vera
høvuðsvenjari?
– Tað er nógv meiri í starvinum,
enn eg roknaði við. Men tað er
ræðuliga spennandi.
2. Hvussu sær út hjá
tykkum í B36, um
tú skalt døma út frá
venjingardystunum?
– Tað sær ólúksáliga gott út,
haldi eg sjálvur. Tað er ein góður
hópur, sum eg eri nøgdur við.
Vit hava eina góða blanding av
ungum og royndum leikarum, og
tað hevur gingið rættiliga væl í
venjingardystunum.
3. Verða tað stórar
broytingar í spælistílinum?
– Nei, vit spæla okkara vanliga
B36-spæl. Tað vil siga, at vit hava
bóltin nógv og eru ágrýtnir.
4. Hvat er eitt nøktandi
úrslit hjá B36 í ár?
– Tað er eingin ivi um, at tá eg
bjóði meg til, so er tað fyri at
vinna. Men vit hava havt stóra
útskifting. Men tað er nøktandi at
gerast føroyameistari, men tað er
heldur ikki nøkur katastrofa um
vit gerast nummar trý.
5. Hvussu fer árið at ganga
í Effodeildini, væntar tú?
– Eg vænti eitt spennandi ár, har
eg vænti, at vit koma at hava
fimm javnt sterk lið. Okkurt lið
yvirraskar altíð, so kanska eitt
óvæntað lið fer at gera fortreð.
Vikan ið fór
44 ára gamli Petur Mittún úr Havn
verður settur sum fyrsti aðalskrivari
hjá Ítróttarsambandi Føroya. Hann
tekur við starvinum 1. mars.
Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo
Johannesen, verður valdur
til nýggjan formann í HB
H71, Neistin, StÍF og VÍF spæla seg
í hálvfinalurnar í steypakappingini
hjá monnum í hondbólti
Spanska felagið Mislata CF
boðar frá, at felagið hevur gjørt
sáttmála við Eyðvør Klakstein
úr Klaksvík. Mislata CF er
felag í stórbýnum Valencia og
spælir í næstbestu sponsku
kvinnukappingini. Í fjør spældi
Eyðvør Klakstein við baskiska
felagnum CD Marino, har hon
gjørdist toppskjútti við 10 málum.
HB ger sáttmála við 27 ára
gamla danska framherjan
Daniel Pedersen, sum kemur
úr felagnum BK Frem.
Heili 10 føroyskir rógvarar tóku
lut í evropameistarakappingini
í París, og ikki kann sigast
annað enn, at teir av sonnum
skaraðu framúr. Samanlagda
heiðursmerkjaúrtøkan
gjørdist ikki færri enn níggju
heiðursmerki. Fýra gull, tríggjar
silvur og tvær bronsur.
New England Patriots vinna
Superbowl við 34-28 sigri á
Atlanta Falcons, sum eitt skifti
annars var á odda við 25 stigum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Navnframi tíðindamaðurin, Guillem Bala
gue, sum serliga er kendur sum ser
frøðingur innan spanskan fótbólt hjá
sjónvarpsrásini Sky Sports, gav stutt fyri
jól í fjør út bókina “Ronaldo”.
Bókin er, sum heitið eisini sigur, um por
tugisisku superstjørnuna Cristiano Ronal
do. Tað serliga við bókini er tó, at hon er
skrivað, uttan at høvundurin hevur gjørt
samrøðu við høvuðspersónin sjálvan.
Bókin lýsir lívið hjá Cristiano Ronaldo
heilt frá fátæksliga barndóminum á
Madeira við einum alkoholiseraðum pápa
og fram til marglætislívið hjá fótbóltsúr
mælinginum í dag.
Júst parturin um barndómin í sera
fátæksligu korum er áhugaverdur at lesa
um, og somuleiðis er tað ógvuliga áhuga
vert at hoyra ungdómsvenjarar, fyrr
verandi og núverandi liðfelagar greiða frá,
hvussu ómetaliga fokuseraður Cristiano
Ronaldo hevur verið at gerast heimsins
besti longu frá heilt ungum árum.
Hann hevur vant ómetaliga nógv og altíð
meiri, enn hvat hevur verið kravt av
honum, og hann hevur leitað eftir fólki,
sum hava vegleitt honum í at gerast enn
betri.
Tað, sum telur niður í samlaðu myndini av
bókini, eru fyrst og fremst tvey ting. Eitt
er, at sum áðurnevnt so er Ronaldo sjálvur
ikki ein aktivur partur av bókini, og tí
saknar man ofta at hoyra hansara útgávu
av ymsum hendingum. Hitt er, at tað sæst
ógvuliga týðiliga aftur í bókini, at høv
undurin ikki hevur nógv til yvirs fyri
Cristiano Ronaldo. Guillem Balague er
kendur fyri at hava ein serligan tokka til
Barcelona og ikki minst Lionel Messi, og
tað kemur greitt til sjóndar fleiri staðnis í
bókini.
Men fyri ein og hvønn, sum hevur áhuga
fyri altjóða fótbólti, er bókin áhugaverd, tí
hon kemur rímiliga langt inn í skift
ingarrúmið hjá bæði Manchester United
og Real Madrid, og tað í sjálvur sær er
áhugavert. Men tað mangla tey smáu
gullkornini frá høvuðspersóninum sjálv
um, sum man til dømis finnur í biografini
hjá Zlatan Ibrahimovic “Eg eri Zlatan”.
Hevði Cristiano Ronaldo havt ein aktivan
leiklut í bókini, og hevði høvundurin verið
minni “litaður”, so hevði bókin verið nógv
meiri áhugaverd.
★★★★★★
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Jákup á Borg
Aldur: 37 ár
Starv: Venjari og stjóri
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Ein 19 ára gamal leikari skoraði bæði málini, tá ið
Manchester City um vikuskiftið vann 2-1 á Swansea. Hvør
er leikarin?
2. Arsenal-venjarin Arsene Wenger hevur í løtuni leikbann
og var ikki á síðulinjuni, tá ið Arsenal tapti fyri Chelsea
leygardagin. Hvussu eitur gamla verjukempan, sum
ístaðin hevði ábyrgdina av liðnum hjá Arsenal?
3. Manchester United vann í gjár 3-0 á meistarunum úr
Chelsea – hvør skoraði triðja og seinasta málið fyri
United?
4. Í nátt var Superbowl á skránni. Hvørji lið hittust í
Superbowl í ár?
5. Quarterbackurin hjá vinnandi liðnum er nú søguligur, tí
hann sum tann fyrsti nú hevur vunnið Superbowl fimm
ferðir. Hvussu eitur hann?
6. Hvar bleiv Superbowl spælt?
7. Ein dani bleiv í sambandi við Superbowl í ár innlimaður í
NFL Hall of Fame – hvør er danin?
8. Hvør stóð fyri undirhaldinum í hálvleikssteðginum í
Superbowl?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Gabriel Jesus
2. Steve Bould
3. Juan Mata
4. New England Patriots
og Atlanta Falcons
5. Tom Brady
6. Houston, Texas
7. Morten Andersen
8. Lady Gaga
UMMÆLI
Bók:
Guillem Balague: “Ronaldo”