mánadagur 6. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. februar 2017 · Nr. 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Síðstu dagarnar hevur enn einaferð gingið
sjón fyri søgn, at føroyingar saktans kunnu
gera seg galdandi í kapping við onnur. Tí
er tað eisini so umráðandi, at vit alla tíðina
skapa neyðugu karmarnar – bæði ítróttar
liga og fíggjarliga – tá tað snýr seg um, at
føroysk ítróttarfólk umboða tjóð okkara
uttan fyri landoddarnar.
Vit upplivdu, at tíggju røðarar í EM-kapp
ingini vunnu ikki færri enn níggju heið
ursmerki, harav tey fýra vóru úr gulli, so
talan var um europameistarar. Samstundis
megnaðu okkara ungu badmintonlandslið
at vinna á sínum íslendsku javnlíkum. Og
frá eini altjóða reiðkapping, har føroyingur
vann gull, frættist eisini, at fólk úr 27 londum
høvdu hugt at kappingini, ið varð stroymd
á netinum. Leita vit eina viku longur aftur,
vóru tað eisini svimjararnir, ið – sum ikki
einaferð – gjørdu vart við seg í Reykjavík.
At ítróttargreinar gera eitt miðvíst arbeiði
við menning og røkt av teimum, ið opinlýst
hava framúr evni, hevur alt at siga, skulu
eisini Føroyar á altjóða pallinum merkja
framgongd og brynja seg út til alsamt størri
avbjóðingar. Hugaligt, at millum hesi, ið
standa seg væl, eru eisini blaðung ítróttar
fólk, ið leggja nógva tíð og orku í tað, tey tak
ast við. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at
einki megnar sum ítróttur at geva Føroyum
góða umrøðu uttanlands, so heldur enn at
spart, áttu almennu Føroyar at satsað á hes
um øki!
Farna vikan bar eisini við sær tey tíðindi,
at Ítróttarsamband Føroya hevur fingið
sín fyrsta aðalskrivara. Tað eigur at borga
fyri, at hægsti savnandi felagsskapur fyri
føroyskan ítrótt eisini megnar at fylgja við
tíðini og hava fingurin á pulsinum, tí tað
hendir jú so øgiliga nógv alla tíðina. Kanska
eitt slíkt starv kann vera við til at savna ítr
óttargreinarnar, ið seinnu árini hava staðið
so øgiliga spjaddar, tí egin áhugamál hava
gingið fram um alt – heldur enn tey hægru
og yvirskipaðu málini, ið veruliga gera mun í
síðsta enda. Vónandi fer hetta stigið hjá ÍSF
at hepnast væl!
hilmarjan@sosialurin.fo
Bjóða sjálvandi av
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Terji Nielsen
Um vikuskiftið gjørdu før
oyskir rógvarar av álvara
bart, tá ið europameist
arakapping í inniróðri var
í franska høvuðsstaðnum
París. 10 føroyskir rógvarar
tóku lut, og úrtøkan var heili
níggju heiðursmerkir, harav
fleiri vóru úr gulli.
Ræður um hugburð
50 ára gamli Toni Dam úr
Havn gjørdist europameist
ari í aldursbólkinum 50-54
ár í tungvekt á 2.000 metra
teininum, har hann vann
framman fyri einum hollend
ingi og einum fraklendingi.
– Tað var sjálvandi ótrú
liga stórt, men eg føldi alla
tíðina, at eg hevði tamarhald
á støðuni, sigur Toni Dam,
sum vann við tíðini 6.25,2 –
ein tíð, sum eisini hevði verið
nóg mikið til at vinna danska
meistaraheitið fyri góðari
viku síðani.
Spurdur, hvussu tað ber
til, at føroyingar standa seg
so væl í inniróðri, sigur Toni
Dam, at eftir hansara tykki
er høvuðsorsøkin, at vit før
oyingar hava heilt serlig evni
at rógva.
Á Jamaika duga tey væl
at renna. Tey hava okkurt í
sær, sum ger, at har eru tey
góð at renna. Føroyingar
hava evni fram um onnur at
rógva, tað er einki at ivast í.
Fleiri føroyingar hava eisini
gjørt vart við seg innan róð
ur í Danmark, og eg haldi, at
tað botnar í serligum evni til
róður, og at vit hava ein hug
burð, har vit vilja blíva við,
hóast tað er hart, sigur Toni
Dam.
Hann vísir eisini á, at til
EM í París vóru um 1.200
rógvarar, og eitt nú vóru dan
ir við einum stórum hópi við
bæði lækna, fysioterapeuti
og øllum møguligum.
Danir
hava
optimalar
umstøður og eru ógvuliga
frammalaga á róðrarøkinum,
og danir hava rógvarar, sum
hava tað sum sítt dagliga
yrki, men hóast tað var til
dømis mín tíð nóg góð til at
vinna DM fyri góðari viku
síðani, um eg hevði verið við
har, sigur hann.
Disiplinin er
altavgerandi
Toni Dam greiðir frá, at ein
veikleiki, sum føroyingar
ofta hava, at er man ikki er
nóg støðugur.
– Føroyingar eru kanska
ov ofta ódisiplineraðir, og vit
mangla eginleikan at blíva
við og blíva við. Tað er ikki
altíð líka stuttligt, og tí hev
ur tú upp- og niðurtúrar. At
finna motivatiónina at blíva
við og við er hart, sigur hann.
Komandi vikuskifti verð
ur heimsmeistarakapping í
inniróðri í Boston, har før
oyingar ofta hava verið við,
men í ár verður eingin før
oysk luttøka.
– Róðrarsambandið hevur
avmarkaða fíggjarliga orku,
og í ár valdi man so at senda
ein størri hóp til EM. Men
fyri mítt viðkomandi so ætli
eg mær til HM komandi ár,
og tá ætli eg mær at gerast
heimsmeistari. Men skal tað
eydnast, so mást tú halda
fast í venjing hvønn einastaa
dag, tí tað er lykilin, sigur ein
avgjørdur Toni Dam.
Havnarmaðurin Toni Dam, sum um vikuskiftið vann EM í
inniróðri, heldur, at føroyingar hava heilt serlig evni at rógva
Alt tað føroyska landsliðið, sum tók lut í EM í
inniróðri í París um vikuskiftið Privat Mynd
– VIT HAVA SERLIG
EVNI AT RÓGVA
EUROPAMEISTARI: