mánadagur 6. februar 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017
8
TEMA
Matstovur & Matgerð
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
að var Jóhannus M. Olsen, sum
stovnaði Sp/f Cibo fyrst í 2014,
og upprunaliga ætlanin var, at
hetta skuldi vera ein matstova og
sølubúð við fiskavørum frá Sjógæti.
Men, matstovan varð so væl um
tókt, at Sjógæti flutti uppá og síðan
gavst sum vanligur handil fyri at geva
meiri pláss til matstovuna.
Nú er Sjógæti m.a. ein nethandil.
Eftirspurningur vaks
og kundatalið øktist
Fyri stuttum byrjaði Jóhannus M.
Olsen saman við konu síni, Rutt V.
Olsen, samstarv við Sigmund Peter
sen og Bodil Jóannesardóttir. Saman
hava tey stovnað nýtt felag undir
heitinum Café Cibo.
Tað hevur verið stóri dreymurin
hjá Sigmundi einaferð at eiga eitt
matstað.
Jóhannus M. Olsen og Bodil Jó
annesardóttir eru stjórar í felagnum.
Bodil er dagligur leiðari, og nýggju
eigararnir ætla at fremja fleiri hugskot
í verki.
Matstovan hevur leingi stríðst
við, at kundarnir hava bíðað ov leingi
eftir matinum. Orsøkin hevur verið, at
køkurin er alt ov lítil og ikki megnar at
nøkta økta eftirspurningin.
Sum tað fyrsta fara tey tí at út
byggja køkin. Hetta fer at hækka
munandi um tænastustøðið og stytta
bíðitíðina.
Við hesum vóna tey at sláa fast, at
hetta er staðið at vitja, tá ein fer út at
eta í Runavíkar kommunu.
Góðir møguleikar
í ovaru hæddini
Eitt snotuligt hølið er í ovaru hæddini,
har pláss er fyri umleið 40 fólkum.
Hesi høli eru eitt nú væleydnað til
veitslur. Her er eitt ljóðanlegg, har
møguleiki er at syngja og spæla.
Hølið í ovaru hæddini er eisini væl
egnað til eitt nú listaframsýningar,
har nakrar longu hava verið.
Eitt annað hølið er, sum eisini er
útgjørt til skeiðsvirksemi.
Matskrá og dagsins rættur
Umframt eina fjølbroytta matskrá í
Café Cibo, er eisini dagsins rættur at
fáa mánadag til fríggjadag. Brunch
fæst leygardag og sunnudag, og út
boðið til børn er stórt.
Café Cibo er eisini á Facebook, har
til ber at síggja matskránna.
Opið er mánadag til hósdag frá
11.30 til 21, fríggjadag frá 11.30 til
22 og leygardag og sunnudag frá 10
til 22.
Til ber eisini at bíleggja út av
húsinum á tlf 234 000.
Matstovan hevur leingi stríðst við, at kundarnir hava bíðað ov leingi eftir matinum, tí køkurin
hevur verið ov lítil til økta eftirspurningin. Í næstum verður køkurin útbygdur, og tað fer at
hækka tænastustøðið munandi og fer at stytta um bíðitíðina
Café Cibo hækkar
tænastustøðið
Jóhannus M. Olsen, sum
stovnaði Sp/f Cibo fyrst
í 2014, er nú saman við
konu síni, Rutt V. Olsen,
farin í samstarv við
Sigmund Petersen og
Bodil Jóannesardóttir,
sum er dagligur leiðari
Café Cibo er staðið at vitja, tá tú fert út at eta í Runavíkar kommunu