mánadagur 6. februar 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017
9
TEMA
Matstovur & Matgerð
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Catering
Hava tit hølini, hava vit
matin og starvsfólkið...
www.bowling.fo
Ráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru at eta fjølbroytt,
soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum dagin og vikuna.
Skilagott er at eta nógv grønmeti, fullkorn og fisk og
at drekka vatn afturvið
Vilmund Jacobsen
T
að var í 2013, at Danska Heilsustýrið kom við 10 nýggjum kostráðum, har í høvuðsheitum
verður mælt til at eta meira av fiski – og minni av salti.
Fyri fyrstu ferð eru tøl sett á, hvussu nógv kjøt vit eiga at eta.
Í kostráðunum liggur eisini, at vit framhaldandi eiga at eta nógv grønmeti og velja fullkorn.
Tey 10 kostráðini
Bókstaviliga eru tey 10 kostráðini hesi:
1) Et fjølbroytt, ikki ov nógv og rør teg.
2) Et frukt og nógv grønmeti.
3) Et meira av fiski.
4) Vel fullkorn.
5) Vel soltið kjøt og soltnan viðskera.
6) Vel soltna mjólk og soltnan mjólkaúrdrátt.
7) Et minni av mettaðum feitti.
8) Et minni av sukri.
9) Et mat við minni av salti og
10) Drekk vatn.
Flestu hava hoyrt um kostráðini, men hvussu gera vit so í gerandisdegnum?
Ráðini eru góð at hava í huga, tá tú hugsar um heilsugóðan mat.
Grønmeti og fullkorn
Ráðini eru at eta fjølbroytt, soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum dagin og vikuna. Skilagott er at
eta nógv grønmeti, fullkorn og fisk og at drekka vatn afturvið.
Heilsuráðið vísir á, at tvær til tríggjar fruktir um dagin er eitt gott boð, eins og 300 gramm av
grønmeti, eitt nú gularótum, káli, ertrum, brokkoli og leyki.
Et fisk til døgurða tvær ferðir um vikuna og et fisk sum viðskera hvønn dag. Vel heldur
fisk, høsnarunga, frukt og
grønmeti sum viðskera enn
kjøt.
Ráðini eru í mesta lagi
at eta lamba-, svína-og
oksakjøt tvær til tríggjar
ferðir um vikuna – og at
velja soltið kjøt. Heilsuráðini
eru at drekka hálvan litur
av solti-ella lættimjólk
um dagin ella at eta soltið
jogurt.
Rapsolja heldur
enn smør
Tá tú steikir, er skilagott at
avmarka nýtsluna av smøri
og margarini og heldur brúka
rapsolju.
Heilsuráðini mæla eisini
til ikki at eta ov nógv salt,
og tí nýtist tær heldur ikki
at seta saltbússuna á borðið
við máltíðir.
Tað er skilagott ikki at
eiga kakur og góðgæti inni,
og tað er skilagott heldur
at drekka vatn enn saft,
sodavatn og djús.
FRÁ TOFTA
ARBEIÐARAFELAG
Aðalfundur felagsins verður í
hølunum hjá Tofta Talvfelag
týsdagin 21.02 kl.18.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Uppskot til fundin skulu vera
formanninum í hendi í seinasta
lagi 20. februar.
NEVNDIN
Sosialurin 341800
Soleiðis etur
tú heilsugott