Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 6. FEBRUAR 2017 14 TEMA Matstovur & Matgerð ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nest í Miðvági skipar fyri valentin-tiltaki 14. februar Vilmund Jacobsen T að var hin 31. mars í fjør, at John Sigurd Petersen yvirtók kafé’ina Nest í Miðvági. Á kafé’ini eru siti­pláss til 43 fólk, og annars kunnu 50 fólk vera inni í senn. – Eg hevði hjálpt til á kafé’ini, áðrenn eg yvirtók hana, so eg visti, hvat tað var, sum eg fór í holt við. Eg tími hetta ógvuliga væl, og eg havi fingið góða hjálp frá familju míni, sum eg eri takksamur fyri. Eg havi eisini onnur starvsfólk, sum eru til arbeiðis í Nest eftir tørvi. John Sigurd Petersen sigur, at Nest selur pizza, burgarar, pitabreyð, høsnar­unga og chips – og fisk og chips. Nest hevur havt fisk og chips í sínum útboði í umleið eitt hálvt ár, og fiskurin er fyrstafloks hýsuflak. – Dagliga fæst eisini kaffi, kaffilatti og allar vanligar drykkjuvørur, um­ framt at Nest eisini hevur fult skeinki­ loyvi. Valentin-tiltak Týsdagin 14. februar, tá valentin-dag­ urin er, fer Nest í Miðvági at gera nógv burturúr. – Tá fara vit at bjóða til eitt rætti­ligt valentin-tiltak við einari trí­ rættaðari matskrá. Føroyingar hava ikki brúkt henda dagin so nógv, sum ivaleyst hevur sín uppruna úr Amerika. Men, eisini í Føroyum hevur dagurin seinnu árini vundið upp á seg. John Sigurd Petersen sigur, at á valentin-degnum fer Nest at bjóða hummarasuppu, eina góða steik við øllum tilhoyri, og oman á sum de— sert fáa gestirnir »brownie«, sum er flógvur ísur. – Eg trúgvi, at eitt slíkt valentin- tiltak serliga vendir sær til yngra ættar – liðið, har pør fara út at eta, men hin 14. februar eru øll hjartaliga vælkomin - uttan mun til, um tú ert ungur ella tilkomin, pør ella ikki pør, sigur eigarin av Nest. Tiltakið er fyri øll, sum hava hug at vitja í Nest til ein serliga góðan bita. Ungi maðurin vísir á, at Nest at finna á Facebook, og ein máti at tekna seg til valentin-tiltakið er at senda ein teldupost á Facebook. Fleiri og fleiri í Nest John Sigurd Petersen sigur, at hann hevur verið væl nøgdur við talið av vitjandi, síðan hann yvirtók Nest. – Vit hava havt onkur smærri tiltøk við livandi tónleiki, og eitt nú hevur ungdómsorkestur vitjað inni á gólvinum. Hetta hevur riggað væl, og nógv fólk hava verið á gátt. Eg vænti, at fleiri slík tiltøk verða í Nest í framtíðini. Á okkara Facebook-síðu kunnu viðskiftafólk fylgja okkum og síggja, tá slík tiltøk verða tikin upp­ aftur. Eigarin av Nest sigur, at onkrar dagar eru fleiri viðskiftafólk inni á gólvinum, sum hann ikki hevur sæð áður, og hann fegnast um, at við­ skiftaskarin økist. – Øll eru hjartaliga vælkomin, antin tað er at fáa sær ein bita av tí, vit hava í okkara útboði – ella tað er at sløkkja sær tástan. John Sigurd Petersen heldur, at hesa tíðina av árinum hava fólk ofta hug at keypa sær ein burgara – ein av tí sunna við ymiskum grønum í, sum hann tekur til. – Men, pizza, burgarar, pitabreyð, høsnarungi og chips – og fisk og chips eru heldur ikki at forsmáa, heldur hann fyri. Soleiðis er opið Nest í Miðvági letur upp klokkan 17, og opið er vanligar yrkadagar og sunnu­dag til klokkan 23. – Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld havi eg longri opið – alt eftir, hvussu undirtøkan er hesi kvøldini, sigur frynt­ligi eigarin av Nest, John Sigurd Peter­sen. – Hetta kvøldið fara vit at hava eina trírættaða matskrá, sum byrjar við hummarasuppu og endar við flógvum ísi. Høvuðsrætturin verður ein góður búffur við øllum tilhoyri, sigur eigarin av Nest, John Sigurd Petersen – Eg trúgvi, at eitt valentin-tiltak serliga vendir sær til yngra ættarliðið, har pør fara út at eta, men hin 14. februar eru øll hjartaliga vælkomin, sigur John Sigurd Petersen Í Nest í Miðvági eru 43 sitipláss, men loyvt er at hava 50 fólk inni í senn