Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Mortensen T að fara sera stór­ ar polit­ isk­ar broyt­ing­ ar fram í løt­uni. Eis­ini á okk­ara leiðum merkja vit broyt­ingar. Vit hava eina góða og sera dugna­ liga Hag­stovu og teirra hag­tøl fyri okkara fiska­út­flutning í farna ári er spenn­andi lesnaður ! Aftur í fjør var Rusland okk­ ara nógv størsti marknaður við sløkum tveimum mia kr. Teimum á baki kemur USA við lítlari mia kr. og á triðja plássinum kemur Stóra Bretland við aftur lítlari mia! Á einum fimta plássi kem­ ur Kina, sum í fjør innflutti fyri hálva milliard. Tað er sjálvandi okkara upp­ sjóvar fiskur og so tann aldi laks­ urin, sum í høvuðsheitum eiga hes­ar nýggju marknaðir. Um vit – nú Brexit er veru­leiki – rokna Bretland sum ikki-EU land, so fóru í fjør næstan 60% av okkara útflutningi til lond uttan fyri EU! Og tað er ongin ivi um at henda gongd fer at vaksa. Føroyar, sum so nógv onnur lond, eru á veg burtur frá EU! Vit hava fingið nýggjar kundar og nýggjar mentanir at fyrihalda okk­um til, og er tað áhugavert at eitt Før­oyskt/Kinverskt vina­ felag er stovn­að. Uttan iva kemur eitt Russiskt/Føroyskt felag eis­ ini. Føroyar og Rusland hava havt sera gott vinnuligt sam­ band sein­astu 40 árini. Tað er nógv, sum bendir á at Gert Wilders í Hollandi vinnur valið í mars, og Marian Le Pen vinnur í Fraklandi í apríl. Bæði tvey hava loysing frá EU á val­ skránni! Vit føroyingar eiga at fylgja sera væl við hvat í løtuni fer fram politiskt kring okkum, og vit mugu meta um, hvussu Føroyar sum frægast kunnu fóta sær vinnu­liga og politiskt í hesum meldri­num. Vit hava bert okkum sjálv at líta á. Vit – og heimurin HUGLEIÐINGAR Heðin Mortensen Fyrrv. borgarstjóri Í VikuskiftisSosial­ in­um er hug­vekj­ andi tíðargrein hjá Bjørn á Heyg­um, advokati og fyrr­ ver­andi valevni og løgtingslimi hjá Sam­bandsflokkinum, sum »av­ dúk­ar«, hvussu nakrir navngivnir politikarar hava vunnið sær álit og undirtøku, uttan mun til svik, stuldur og lygnir. Eg skal ikki svara fyri aðrar, men um »avdúkingarnar« viðvíkjandi hinum eru líka so skeiklaðar sum tær um meg, so er »tíðargreinin« ikki nógv verd. Søgan um »svikið« móti »mínum egnu« fyri gott og væl 12 árum síðani hevði nevniliga sæð heilt øðrvísi út, um Bjørn á Heygum hevði tikið við í »avdúkingina« av hesi gomlu søguni, at forsøgan er, at ávísir persónar í Sambandsflokkinum áhald­andi brúktu vald sítt til at forða fyri, at eg slapp framat, heldur enn at brúka vald sítt til at tryggja Sambandsflokkinum ávirkan. Eg tryggjaði ikki bert mær borgar­stjórasessin við avtaluni, eg tryggjaði Sambandsflokkinum leiðsluna í býráðnum, men hetta vildi Sambandsflokurin ikki hoyra talan um! Tá ásannaði eg aftur einaferð, at í Sambandsflokkinum kundi Heðin Mortensen bara brúk­ ast til at skaffa atkvøður í hópa­tali, men annars skuldi eg verða hildin niðri við harðari hond. Tað hevði eg fingið fleiri dømi um framm­ anundan, og tí kundi eg illa gera annað, enn tað sum eg gjørdi. - Ikki um eg vildi hava ávirkan í bý­ráðs­ politikki. Tí gjørdi eg tað, sum eg gjørdi. Eg kann enn gerast harmur av hugsanini um, at tey, sum áttu at verið míni egnu, vildu bera seg soleiðis at móti mær og móti Sam­ bandsflokkinum. Hinvegin havi eg ikki eina løtu harmast um, at eg tók av tilboðnum um borgarstjórasessin. Einasti ann­ ar veruligi valkosturin, sum eg hevði, var at fara úr politikki. Tað hevði eg ikki hug til – tað vóru so nógv góð mál, sum eg vildi sleppa at arbeiða av álvara fyri, tá eg av álvara fekk møguleikan - og veljarin hevur tíbetur stuðlað mær í tí valinum. So jú: Soleiðis sum Bjørn á Heyg­um lýsir søguna, var mín at­burður alt annað enn góð­ taki­ligur. Men eg hevði góðar grundir til at gera sum eg gjørdi. Tað veit tann sum kennir forsøguna. Bjørn á Heygum, fyrrverandi valevni og tinglimur hjá Sam­ bands­flokkinum, hevur allar for­ treytir fyri at kenna forsøguna. So áhuga­vert hevði verið at vita, hvør veru­liga orsøkin er til, at hann kortini skrivar sum hann ger? Vladimir Putin Donald Trump Teresa May Xi Jinping VIÐMERKINGAR Jógvan Kallsoy Mørkøre Eiði Tá ið hann í Markus 10-7 segði: Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína. Um so er, hvør er nøgdur – tey sum halda, at tíðin er farin frá orð­ um Jesusar ella tey, sum ikki siga so? Sjálvt um hetta er sett fram sum ein spurningur, so stendur eingin mær til svars, men fara tey, sum avgerðina taka inn í loynikamarið, so fáa tey uttan iva svar. Bergur Debes Joensen burtur­ forklárar ikki bíbliuna – men citerar bíbliuna – hann torir ikki annað. Hetta sigi eg her, hóast tað ikki eri eg, ið »rannsaki hjørtu og nýru«. Teir løgtingslimir, ið halda Mark­ us 10,2 at vera ein feilur, eiga opið og erligt, í bløðunum, at siga velj­ arunum hetta. Fær Løgtingið nú kortini rættað feil Jesusar? FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 FRÍGGJADAGUR 3. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 15 SOSIALURIN 15 17 16 NEMESIS: HEÐIN SNIÐMYRDUR TÍÐARGREIN onki moralskt samvitskubit, tá tað galt um at svíkja givin lyftir og egna undirskrift. Til tað var tølandi tilboðið um borgarstjórasessin, sum nú stóð henni í boði frá Tjóðveldinum og Framsókn, alt ov lokkandi og kær komið! So kundi tað vera líka mikið, um hon hevði gjørt hátíðarligar av talur, og sent út almennar frá­ boðanir frammanundan, um at skipa eina samgongu við Heðini Mortensen sum borgarstjóra! Annika nýtti somu uppskrift sum Heðin Annika hevur nevniliga fatað óbeinleiðis boðskapin frá Heðini um, at lusk, og óheiðurligur at­ burður, lønar seg, og ikki verður revsað politiskt í Føroyum, – tvørtur ímóti! So hví íkki endurtaka hepna framferðarháttin hjá Heðin,, og kanska blíva populerasti – ella kanska aftaná Heðini, – næst­ populerasti borgarstjórin í Havn í nýggjari tíð! Vánaligur moralur lopfjøl til landsins hægstU sessir Tað vísir seg at ring mura og vána­ ligur moralur er ein beinleiðis dygd í Føroyum, – og onki minni enn ein lopfjøl til landsins hægstu embæti! Tak Anfinn Kallsberg, sum gjørdi seg sekan í grovum stuldri á Frostvirkinum í Norðdepli, (912.000 kr.) og sambært bókini “Skjót Journalistin” enntá megn­ aði at falsa ørgrynnu av skjølum fyri at dylja stuldurin. Maðurin fekk eina so dygga álitisváttan frá veljarunum, at hann ivaleyst kundi hugsa sær at gjørt hetta umaftur! Stuldur skapar álit Og hvat við Jørgen Niclasen, sum býtti um Baader Maskinur hjá Fiskavirking og síðani skifti spjaldrið á maskinunum, so stuld­ urin ikki skuldi verða av dúk aður! Og ikki at forgloyma tollssvikið í Sørvági, har maðurin eftir sera álvarsamar skuldsetingar um snýt og bedragarí royndi at reinsa sína sokallaðu æru, men kom bæði flongdur og æruleysur útaftur úr rættarsalinum ásannandi, at alt sum var sagt og skrivað um hansara svik, ómoral og ringu muru sambært Landsrættinum var bæði rætt og satt! At vera bæði íspegil, charlatan og svindlari – hjá okkum er tað ongin forðing fyri eini stórslidnari politiskari framtíð. Maðurin er jú framvegis løgmansevni hjá Fólkaflokkinum, ­ og álitið hevur ongantíð verið størri enn tað sama! Lygnir vendast til dygdir Aðrir spreingja bara alt í luftina fyri at bjarga sær sjálvum, tá teir av einum kanningarstjóra verða avdúkaður, sum stórlygnarar á tingsins røðarapalli. Tá Hans Gammeltoft Hansen kom til ta púra greiðu og kláru niðurstøðu, at Kaj Leo tilvitað – og als ikki av gáloysni – hevði logið fyri tinginum, gjørdi hann ikki mætari enn at upploysa tingið og útskriva val í úrtíð. Hervið slapp jassurin undan misáliti, og einum møguligum rættarmáli, har hann kundi verið ákærdur fyri brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri við vilja at hava borðreitt við ósannindum fyri tinginum. Snilt og skjótt atborið, – man má bara taka hattin av fyri slíkum monnum! Men Nemesis sleppa teir valla undan – vit menniskju ráða ikki lagnuni! Heðin sveik sínar egnu Annika nýtti somu uppskrift sum Heðin Vánaligur moralur lopfjøl til landsins hægstu sessir Stuldur skapar álit Lygnir vendast til dygdir Bjørn á Heygum N ú er so tiltikna komm­ unu valið í Havn enda liga lokið og yvir staðið. Popu leri kongurin og fólkakæri borgar­ stjórin yvir Havnar Býi í samfull tólv ár, Heðin Mortensen, er ikki bara á ein sera ódámligan hátt skumpaður av trúnuni, nei, hann er rætt og slætt politiskt sniðmyrdur, – verður sagt. Men hvat var tað sum hendi, og hvussu kann hetta bera til? Jú, tað er sára einfalt! Annika Olsen, sum legði hesa sniðfundigu avrættingarætlan til rættis, og førdi knívin, brúkti júst somu upp skrift sum Heðin sjálvur brúkti í 2004, tá hann á fyrsta sinni bleiv borgarstjóri! Við øðrum orðum, Heðin hevur sjálvur lagt øðrum lag á sína egnu avrætting ! Hann gjørdi nevniliga sjálv­ ur í sínari tíð ikki mætari enn at taka av einum tilboði frá Tjóð ­ veldisflokkinum og Javn aðar ­ flokkinum um at blíva borgar­ stjóri, bert nakrar tímar aftaná, at hann saman við hinum báð um sambandsfólkunum og Fólka­ flokkinum hevði skipað sam­ gongu, við Jan Christiansen, sum stundandi borgarstjóra. Heðin sveik sínar egnu Fyri Heðin var tað eftir øllum at døma líka feitt, um hann so sveik sínar egnu og leyp frá lyftum og gjørdum avtalum – her galt bara um at dyrka sítt ego og nøkta sína egnu fáfongd! Tá muran er ring, so er skjótt, at valdsgirndin vinnur á bæði tign og heiðurligheit! Men – um enn bæði skitin og lúsutur atburður, so var hetta ein uppskrift, sum Heðin slapp sera væl frá. Beint móti tí, sum ein skuldi væntað, bleiv hann ikki revsaður fyri sína níðingsgerð av veljarunum – tvørturímóti! Her loysti tað seg rætt og slætt at vera falskur og óærligur – inntil víðari! Hevndin Men Heðin var ikki greiður yvir, at slíkar skarnsgerðir hevna seg fyrr ella seinni. Spurningurin er nevniliga bara um tíð til ein slíkur syndari verður heimsøktur av hevndarguðinnuni Nemisis! Nemesis er tann grikska guð inn an fyri bæði rættvísi og hevnd. Hennara vreiði rakar menniskjaliga hugmóð og stór­ lætis ørskap – har sum jarðarinnar lóg ikki røkkur kemur hennara hevnd ístaðin! Hybris (synd og hugmóð) verður treytaleyst revsað við “Nemesis” – undirgangi! Hevndin kom brádliga og óvænt að í kvinnuligum hami – um boðað av nýggja stjørnu skot­ in um á himmalhválvinum – hini politiskt sera ótilrokniligu og opportunistisku Anniku Olsen. Annika leyp frá gjørdum avtalum Annika Olsen sá nú sama møgu­ leikan, sum Heðin á sinni, at skapa sær eina nýggja politiska karrieru við at lata hánt um gjørdar av­ talur. Eins og Heðin, so hevði hon Tíðargrein Hálvur sannleiki er heil lygn