Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOYRIKORT ein fylgjara, við sær. Fylgjarin skal hava ein ávísan aldur og skal hava havt koyrikort í eitt ávíst áramál. Ein onnur treyt kann vera, at bilurin skal hava eitt týðiligt frámerki, sum vísir, at bilførarin er í læru sum bilførari. –Tað kann eisini vera ein treyt, at bilførarin hevur ein ávísan aldur, og hevur havt koyrikort í eitt ávíst áramál. Summastaðni er tað eisini ein treyt, at 17 ára gomul bara sleppa at koyra ávísar tíðir á samdøgurinum og í onkrum londum er eisini talan um harða revsing, verða treyt­ irnar fyri at lata 17 ára gomul koyra bil, ikki hildnar. Har kann talan vera um eina bót upp á nakrar tús­ und krónur og tey ungu verða tveitt úr skipanini og sleppa so ikki at koyra aftur, fyrrenn tey eru fylt 18 ár. Henrik Old vísir á, at tá ið tey í summum londum hava havt eina slíka skipan í fleiri ættarlið, má tað vera tí at tey hava góðar royndir av henni og tí at tey meta, at hon er til gagns fyri ferðslutrygdina. Samstundis eru tað eisini fleiri og fleiri lond, sum seta slíkar skipanir í verk, og tað má vera tí at tey halda, at tað er eitt framstig fyri ferðslutrygdina. Henrik Old ásannar, at ungfólk eru ómetaliga nom, og hann ivast ikki í, at tey, sum læra at koyra bil, 17 ára gomul, fara eisini at duga nógv betri at koyra bil, tá ið tey eru 18 ár og fáa ordiligt koyrikort. aldursmarkið eigur tað at vera eitt krav, at myndugleikarnir skulu góð­ kenna fylgjaran. Í summum londum er tað sostatt eitt krav, at 17 ára gomul, sum læra seg at koyra bil, skulu verða bundin at einum ávísum, navngivnum, og góðkendum vaksnum bil­førara, sum altíð skal vera við. Talan kann eisini vera um, at tey 17 ára gomlu hava nakrar navngivngar og góðkendar fylgjarar, har ein av teimum so altíð skal vera við. – Tí taka vit undir við, at málið, at seta eina slíka skip­an í gildi í Føroyum, verð­ur kannað, men tað skal gerast við størsta umhugsni og talan eigur ikki vera um, bara at taka eina útlendska, ella danska skipan, og seta hana í verk í Føroyum, sigur Brynhild Høgnadóttir. Tey halda ikki, at vit í blindum skulu seta skipanir í gildi í Føroyum, sum tey hava í øðrum londum VIÐ UMHUGSNI – Vit taka undir við, at málið verður kannað, men tað skal gerast við umhugsni og talan eigur ikki vera um, bara at taka eina danska skipan, og seta hana í verk í Føroyum, sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd OMUL BIL Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17