Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hava góðar royndir av at lækka í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd taka tey væl undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at lata 17 ára gomul sleppa at koyra bil Áki Bertholdsen Vit taka fult undir við, at landsstýrismaðurin í sam­ ferðslumálum, kannar møgu­ leikan fyri at lækka aldurs­ markið fyri, nær ungfólk kunnu sleppa at koyra bil. Tað sigur Brynhild Høgna­dóttir, dagligur leiðari í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, ætl­ ar Henrik Old at kanna møgu­leikan fyri at lata 17 ára gomul slepp at læra seg at koyra bil undir ávísum treytum. Ein treyt skal vera, at 17 ára gomul, sum koyra bil, skulu altíð hava ein til­ komnan bilførara við sær. Brynhild Høgnadóttir sig­ ur, at spurningurin varð um­ røddur á fundi í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í síðstu viku og har er semja um at tak undir við eini slíkari skipan. – Hetta er ein skipan, tey hava sett í verk í nógvum lond­um, og har hava tey góð­ ar royndir av teimum, sigur Brynhild Høgnadóttir. – Ein trupulleiki við ung­um bilførarum, serliga við ung­um dreingjum, er, at sum skipanin er nú, hava teir ógvuliga avmarkaðar roynd­ir í at koyra bil, tá ið teir fáa koyrikort, staðfestir dag­ligi leiðarin í Ráðnum Fyri Ferðslu­trygd. Men samstundis hava teir lyndi til at yvirmeta síni evni sum bilførari, og hjá ungum fólki er tað stórur vandi fyri ferðslutrygdina. Tí kann ein skipan, har 17 ára gomul sleppa at læra seg at koyra bil undir skipaðum viðurskiftum, geva teimum nógv fleiri royndir, til tey vera 18 ár og fáa endaligt koyri­kort. Í hesum sambandi vísir Brynhild Høgnadóttir á, at í Týsklandi er talið á ungum bilførarum, sum doyggja í ferðsluvanlukkum, fellandi og har meta tey, at hendan skipanin við at lata 17 ára gomul sleppa at koyra bil, hevur ein stóran heiður av tí. Skulu vera greiðar treytir Men í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd leggja tey stóran dent á, at tað verða ávísar treytir settar, tí tey halda ikki, at vit í blindum skulu seta skipanir í gildi í Føroyum, sum tey hava í øðrum londum. Og tey halda, at ein treyt skal vera, at tann tilkomni bil­førarin, skal verða góð­ kend­ur sum fylgjari. Tað er fyri at royna at tryggja seg so væl sum gjør­ ligt, at tann tilkomni bil­ førarin er ábyrgdarfullur í ferðsluni, og ikki er revsaður fleiri ferðir fyri at koyra ov skjótt, ella fyri at koyra við kenning, ella fyri aðra skilaleysa koyring. Og tí KOYRIKORT Ivast í um hálkubreyt er tað rætta Hesi seinastu árini hevur nógv verið tosað um, at tað hevði verið eitt stórt framstig fyri ferðslutrygdina, at vit fingu eina hálkubreyt í Føroyum, har bilførarar kunnu lærara seg at koyra bil á vátum og í hálku. Men tað eru ymsar meiningar um, hvussu gagnligar, tær eru. Summi halda, at tær eru hentar at læra bilførarar at koyra á vátum vegi, ella á hálum vegi. Men tað eru eisini fleiri serfrøðingar sum halda, at tað gevur bilførarum eina falska trygd at koyra á hálkubreyt, tí vandi er fyri, at bilførarar, sum, hava vant á hálkubreyt, yvirmeta síni evni at koyra bil, og sostatt koyra teir skjótari enn teir annars høvdu gjørt. Sjálvur hevur Henrik Old ikki nakra avgjørda meining um hetta, men hetta er ein spurningur, hann í øllum førum fegin vil hava greiði á, áðrenn farið verður víðari við tí málinum. Hinvegin vísir hann á, at ein hálkubreyt er ikki heilt bílig og hon kostar eisini at reka hvørt ár, so verður farið undir eina slíka í Føroyum, skal vissa helst vera fyri at hetta er tað rætta, sigur landsstýrismaðurin. VIL LATA 17 ÁRA GO SLEPPA AT KOYRA B Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer nú at virka fyri, at 17 ára gomul sleppa at læra seg at koyra bil Áki Bertholdsen Stendur tað til Henrik Old, landsstýrismann í ferðslu­ mál­um, skal aldursmarkið fyri at sleppa at læra seg at koyra bil, lækkast niður í 17 ár. Tað segði hann í samrøðu við www.in.fo fyri nøkrum døgum síðani. Og hann sigur við Sosial­ in í dag, at hann er sann­ førd­ur um hetta er ein skip­an, sum fer at bøta um ferðslutrygdina. Men hann ásannar samstundis, at hetta er ein ógvuliga viðbrekin spurn­ingur, sum skal um­ hugsa ógvuliga gjølliga. – Hetta er eitt ógvuliga grundleggjandi stig at taka, og tí skal tað umhugsast gjølliga, so at vit vita akkurát, hvat vit gera, tí annars kann avleiðingin verða, at tað verður eitt afturstig fyri ferðslutrygdina, ístaðin fyri eitt framstig, soleiðis sum endamálið er. Sostatt verður fyrsta stig­ ið hjá landsstýris­mann­inum at reisa málið í Ráðnum fyri Ferðslutrygd at vita, hvørja støðu tey hava til málið. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, er hetta eitt mál, tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd taka undir við, undir ávísum treytum. Og tær treytirnar er Henrik Old til reiðar at tosa um, tí skal tað gerast, skal tað vera so væl umhugsað, sum gjørligt og tá ið hann hevur tosað við Ráðið fyri ferðslu­ trygd, fer hann at royna at fáa politiska undirtøku fyri málinum. Greiðar treytir Sum nú er, skulu ungfólk vera 18 ár fyri at kunna fáa koyritímar hjá koyrilærara, og fyri at fáa koyrikort, Men Henrik Old vísir á, at í fleiri londum hava tey ta skipan, at 17 ára gomul sleppa at koyra bil undir ávís­um treytum. Og tað er ein slík skipan, Henrik Old kundi hugsað sær at sett í verk í Føroyum eisini, har 17 ára gomul sleppa at koyra bil undir ávís­um treytum. Endamálið við tí er, at tey ungu við hesum læra seg at koyra bil, longu tá ið tey eru 17 ára gomul, so at tey eru betri fyrireikað, tá ið tey fáa endaliga koyrikortið, tá ið tey verða 18. Spurningurin er so, hvørj­ ar treytirnar skulu vera. Landsstýrismaðurin hugsar sær, at ein treyt verður, at tey 17 ára gomlu, sum læra seg at koyra bil, skulu altíð hava ein vaksnan bilførara, Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 VIÐBREKIÐ Hetta er eitt viðbrekið mál og tí má tað umhugsast ógvuliga gjølliga, so at tað ikki verður eitt afturstig fyri ferðslutrygdina, heldur enn eitt framstig, sum jú er endamálið, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum