týsdagur 7. februar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Kína teimum gomlu um kinn
og geva teimum eitt klemm
Vilmund Jacobsen
Starvsfólk á røktarheiminum í
Grenå geva náttúrliga teimum
gomlu, sum búgva á heiminum, eitt
klemm, tá tey halda, at tað kann
gera mun.
Talan er um røktarheimið Viol
skrænten & Grønnegården, sum
heimið kallast.
Her er hugtakið ”húðsvongd”
vorðið ein heilt náttúrlig uppgáva,
sum skal fyribyrgjast hvønn dag.
Hetta er vorðið so náttúrligt, at
røktarstarvsfólkunum ikki longur
nýtist at tosa um hetta.
Tey gera tað bara.
At vera bevístur um, at fys
isk nerting er nakað, sum vit øll
hava tørv á, situr so fast í ryggja
geislunum á starvsfólkunum í
samveruni við búfólkini. Tí geva
røktarfólk teimum gomlu heilt
náttúrliga eitt strok um kinnið, eitt
strok niður eftir rygginum - ella eitt
klemm, tá tørvur er tí.
– Vit síggja, at hetta hevur ein
góðan virknað, og búfólkini gerast
meira rólig og avslappaði, sigur
røktarin, Pia Jensen
Tað vóru hon og starvsfelagi
hennara, Hanne Schneider, sum í
samband við eina eftirútbúgving
fingu fysiska nerting inn í gerandis
dagin á røktarheiminum í Grenå.
Húðsvongd skal fyribyrgjast
Tær báðar, Pia og Hanne, luttóku
eisini á vári 2016 í einari menn
ingarverkætlan, sum á donskum
kallast ”På borgernes præmisser”.
Í hesum sambandi valdu tær
at enda at arbeiða við hugtakin
um ”húðsvongd”, sum tær síðan
tóku við sær á deildina á røktar
heiminum í Grenå, har tær báðar
arbeiða.
Síðan tá hava tær báðar arbeitt
málrættað saman við sínum starvs
feløgum at fyribyrgja húðsvongd.
– Men, vit hava gjørt hetta
uttan tey stóru armsveiggini og
nógvu orðini. Vit gera tað bara,
sigur Pia Jensen og leggur aftrat,
at tað týdningarmesta er, at hetta
er upp á treytirnar hjá búfólkunum
sjálvum, tí tað er ógvuliga avger
andi ikki at fara um mørkini hjá
teimum gomlu.
Klemm skulu vera náttúrlig
– Tað er ikki soleiðis, at vit bara
renna runt og geva klemm og
strok sum best ber til. Tað er týdn
ingarmikið alla tíðina at kenna
á sær og vita, hvør tørvurin hjá
búfólkunum er, sigur Pia Jensen,
sum á deildini hjá sær arbeiðir við
fólki við seinheilaskaða.
Fólk við seinheilaskaða kunnu
hava eina útvirkna atferð og bráð
lyndi, og nógv eru ikki von við fys
iskt samband.
– Men, vit síggja, at eisini hesi
hava tørv á fysiskum nærleika eins
væl og øll onnur.
Hon vísir á, at fysiska sambandið,
sum er, tá røktarsjúklingar skulu
í bað ella skulu hava eina nýggja
blæðu, á ongan hátt kann saman
berast við menniskjansligu nær
veruna í eygnahædd sum fyribyrgir
húðsvongd.
Sum skilst, er her talan um tvey
heilt ymisk sambond við røktar
sjúklingin.
– Um vit ikki duga at ganga um
hesi tingini og halda røttu javn
vágina mótvegis røktarsjúklingum,
áttu vit sum røktarfólk heldur at
funnið okkum eitt annað arbeiði,
sigur Pia Jensen.
Kelda: www.helse.dk
– Tað er ikki soleiðis, at vit bara renna runt og geva klemm og strok sum best ber til.
Týdningarmikið er alla tíðina at kenna á sær og vita, hvør tørvurin hjá búfólkunum er, og tað er
týdningarmikið ikki at fara út um mørkini hjá teimum gomlu, sigur Pia Jensen, heilsurøktari
– Vit síggja, at hetta hevur ein góðan virknað, og búfólkini gerast
meira rólig og avslappaði, sigur røktarin, Pia Jensen
Mynd: TV2.dk
Hetta er røktarheimið, Violskrænten & Grønnegården í Grenå, har Pia Jensen og starvsfelagi hennara, Hanne Schneider, hava fingið fysiska nerting inn í gerandisdagin