Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Meðan prísurin á eitt nú lodnu til matna er rættiliga góð­ur í løtuni, er prísurin á svart­kjafti rættiliga lágur. – Meginpartin av 2016 fekk Christian í Grótinum tvær krónur kilo fyri svart­ kjaft á Havsbrún, men í ár er kilo­prísurin heilt niðri á 1,60 krón­um fyri kilo. Kortini noyð­ast vit at rinda sama til­feing­is­gjald, nevniliga 20 oyru fyri kilo. Hetta argar okk­um rættiliga nógv, tí vit halda ikki, at hetta er rætt og rími­ligt. Tað sigur Kristian Martin Ras­mus­sen, sum í løtuni er skip­ari á Norðborg, ið er á veg til Íslands á lodnuveiði. – Men, tað er ikki bara á Havs­brún, at minni verður giv­ið fyri svartkjaftin í løt­ uni. Prísurin á svartkjafti til matna er eisini lágur. Kristian Martin Ras­mus­ sen vísir á, at fyrsti túrur hjá Norð­borg í ár var á svart­ kjafta­veiði, har fiskurin varð heil­frystur til matna. – Men, heldur ikki á svart­ kjafti til matna er prísurin nøkt­andi. Ein orsøk til lækk­ andi prís­in kann vera, at svart­kjafta­kvot­an í ár er økt, sig­ur skip­ar­in á Norðborg. Vilmund Jacobsen Íslendska lodnukvotan er lít­il hesa ver­tíð­ina, 57.000 tons, harav Før­oy­ar sambært fiski­veiði­av­tal­uni landanna millum eiga fimm prosent, sum gev­ur okk­um 2.850 tons til­sam­ans. Hetta gevur føroysku nóta­skipa­reið­a­rí­un­um eina minni nøgd av lodnu í part. – Vit hava tvey skip og eiga tveir part­ar av okk­ara kvotu, og tað eru eini 600- 700 tons til­sam­ans. Hetta er tó bara upp í eina hálva last hjá Norð­borg. Tað sigur Kristian Martin Ras­mus­sen, sum Sosialurin hevði í telefonini um mid­ dags­leit­ið í gjár. – Tað er sjaskut veður vest­ur eftir, men vit hava hann aftan, so tað bilar ikki. Tað eru eisini ring líkindi í Ís­landi í løtuni, og sambært veð­ur­ván­un­um vænta vit ikki, at veðrið har yvir batnar fyrr enn leygardagin. Kristian Martin Rasmus­ sen sigur, at teir eru 26 mans við Norðborg henda túr­in, og har­aftrat hava teir ein jap­an­es­ara umborð, ið um­ boðar eina fyritøku í Japan, sum vit hava samstarvað við í nógv ár. – Vit fara at heilfrysta lodn­una umborð á Norðborg, men fyrst verður fiskurin stødd­ar­skild­ur. Tað er so­leið­ is, at japanesarar hava ser­ lig­an áhuga í hon-fiskinum, sum ber rogn. Hann-fiskurin er hin størri, og tí er tað ser­ liga tann smærri fiskurin, sum fer til Japans. Ein partur av tí størra fiskinum fer til Rus­lands. Trupult at meta um Skiparin sigur, at nú verkfall er í fiskiskipavinnuni í Ís­ landi, og eingi íslendsk fiski­ skip eru úti, eru bara nakr­ir norsk­ir nótabátar á lodnu­ veiði har yviri. – Vit hava skilt, at teir hig­ ar­til ikki hava fingið nak­að ser­ligt, men hava gjørt lut­ fals­liga smáar túrar. Kristian Martin Ras­mus­ sen dugir illa at meta um, hvussu drúgvur hesin túr­ ur­in hjá Norðborg verður, men gongst væl at fiska, kann túr­ur­in sakt­ans gerast stutt­ur. – Í løtuni eru íslendsk rann­sókn­ar­skip úti og gera roynd­ir eftir lodnu, og vit hava enn eina vón um, at saml­aða íslendska lodnu­ kvot­an verður nakað størri, enn hon higartil er frá­boð­ að. Tað kann so merkja, sigur skip­ar­in, at eisini føroyski part­ur­in verð­ur nak­að størri enn hesi til­sam­ans 2.850 tons­ini. Skiparin vísir á, at ís­lend­ ing­ar ofta bíða sum longst við enda­liga at áseta lodnu­ kvot­una fyri vertíðina, og tí liv­ir vónin enn um, at før­ oysku nótaskipareiðaríini kanska sleppa at fiska nøkur tons aftrat. – Onnur føroysk nóta­ skip­areiðarí, sum eisini eiga burt­ur av lodnukvotuni í Ís­ landi, senda eitt og í mesta lagi tvey til Íslands at fiska, og eg havi skilt, at Høgaberg hjá Framherja ætlandi eisini kem­ur yvir higar nú. Lodnupísurin er góður Kristian Martin Rasmussen sig­ur, at prísurin á lodnu til matna er rættiliga góður í løt­uni, og hetta hevur iva­ leyst nakað við tað at gera, at lodnukvotan er lítil. – Norðborg hevur hig­ar­ til í ár gjørt tveir túrar, ein svartkjaftatúr og ein makr­ el­túr. Hetta er soleiðis triði túr­ur hjá skipinum. Prísurin á svartkjafti hevur verið vána­ligur, so vit hava bara valt at taka tað róligt við Norð­borg, sigur skiparin, Kristi­an Martin Rasmussen. Svartkjaftaprísurin vánaligur í løtuni KRISTIAN MARTIN Á BRÚNNI Á NORÐBORG – Tað argar okkum, at tilfeingisgjaldið framvegis er 20 oyru fyri kilo, tá svartkjaftaprísurin nú bert er 1,60 krónur fyri kilo, sigur Kristian Martin Rasmussen, skipari Næst síðstu nátt loysti verkamiðjuskipið Norðborg og er sum fyrsta føroyska nótaskipið í ár á veg til Íslands á lodnuveiði. Á brúnni er sjálvur Kristian Martin Rasmussen, sum henda túrin loysir sonin, Jón Rasmussen, av TÍÐINDI – Tað argar, at vit skulu rinda 20 oyru fyri kilo í tilfeingisgjaldi, nú prísurin á svartkjafti er so lágur, sigur Kristian Martin Rasmussen Norðborg loysti næst síðstu nátt og er nú á veg til Íslands á lodnuveiði Mynd: Jákup Petur Gaardlykke Á brúnni umborð á Norðborg henda túrin er Kristian Martin Rasmussen