týsdagur 7. februar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og
á ymiskan hátt hjálptu til, tá okkara elskaða kona,
mamma, omma, langomma, vermóðir og systir
Elinborg Arnholdsdóttir Thomasen
F. 10.12.1945 D. 19.11.2016
so brádliga bleiv tikin frá okkum.
Takk til Margeir Toftegaard fyri góð og troystarrík
ord í kapellinum. Takk til David Johannesen fyri
góð og troystarrík orð í kirkjuni. Somuleiðis takk til
kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk til Missiónshúsið Libanon og tykkum, sum
bakaðu og hjálptu til ervið.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
Sørvágs kirkju.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu Elinborg til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marius, Vónbjørt, Jákup, Ann-Britt og Tóra
Tað er ein stutt og stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her,
sum tú algóði faðir mín
í náði leiddi heim til tín.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá dóttir okkara
Elisabeth Fríða Olsen
f. 20.04.2015 d. 04.03.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk á Lukashuset í Hellerup.
Takk til prestin Derhard Jógvansson, berarar,
kirkjutænara og organist í Vesturkirkjuni.
Takk til tykkum, sum sungu í kirkjuni og á grøvini.
Takk til Kirkju- og missiónhúsið á Argjum fyri alla
hjálp.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur.
Takk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu
okkum við jarðarferðini og ervinum.
Takk til øll tykkum, sum fylgdu Elisabeth til
hennara síðsta hvíldarstað.
Ynskja vit,
Hildibrandur, Margreth og Ester
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Johan Elias Simonsen
F. 28.09.1921 D. 16.08.2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
Sandavágs kirkju.
Takk til tykkum ið fylgdu pápa til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Evy og Deana
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt vístu samkenslu, tá okkara elskaða kona,
mamma, vermóður, omma og langomma
Ruth Olsen
f. 04.05.1928 d. 23.01.2017
andaðist og varð jarðað.
Takk til Zacharias Zachariassen fyri troystarrík orð
til minningarløtuna í Kristjanslon.
Takk til Símun Absalonsen og Eirik Gunnarson
fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina í
Ebenezer. Takk til tykkum øll, sum veittu hjálp til
jarðarferðina við sangi og bøn, og tykkum, sum
bakaðu og hjálptu til við ervinum, tað fjálgaði
okkum.
Takk til samkomuna fyri alt tit hava verið fyri
foreldur okkara seinastu árini. Takk fyri blómur
og peningagávur til Zarepta. Takk øll tit, ið fylgdu
Ruth til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig
tøkk til starvsfólkini á Tjarnargarði fyri góða
umsorgan og røkt, ið tit sýndu mammu. Harrin
signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Billy, Lydia, Elsebeth, Eva Sofía og Brynhild
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, ið vóru við til
at gera 50 ára brúdleypsdag okkara 27.11.2016 so
góðan og minnisríkan.
Takk fyri gávur og heilsanir. Eisini ein serlig tøkk
til tykkum, sum hjálptu okkum so væl.
Heilsan
Bergit og Elmar
Tøkk
Eg vil fegin takka tykkum
øllum, sum gleddu meg
á 90 ára føðingardegi
mínum hin 9. januar.
Takk fyri blómur, gávur
og vælvild frá búfólki og
starvsfólki á Giljagarði,
og takk øll tit, sum hugdu
inn á gólvið.
Bestu heilsanir
Ada Joensen
Leirvík
Tøkk
Vit vilja á hendan hátt takka hjartaliga fyri sýnda
samkenslu tá okkara elskaða kona, mamma,
svigarmamma, omma og systir
Louisa Lagfoss
f. 14.10.58 d. 02.11.16
so brádliga bleiv tikin frá okkum.
Tøkk til prestarnar, Birgitte Johannesen, Jónsvein
Bech og Jens Mortan Mortensen, fyri troystarrík
orð í kapellinum í Hillerød og í kirkjuni í Sandvík.
Tøkk til øll tey mongu, sum hjálptu til og lótu til
ervið.
Tøkk fyri peningagávur og blómur.
Tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu Louisu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Dion, Rani, Kristbjørg, Hans Pauli, Anna,
Trygvi og systkini