Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Leo í Billustovu 17. juli 1935 – 22. des. 2016 in memoriam Nú hamarsløg ei hoyrast hvøll, ei jørn meir nerta stiðjan, nú kvirr har stendur smiðjuhøll, nú Leo fór um liðan. Hann var sum borin til tað verk, har fedrar undan førdu, har evnir góð og hondin sterk úr stáli undur gjørdu. Eitt hakagrev, eitt eggjarn hvast, úr eldi skap sítt fingu, alt smíðað var við skund og hast, í meðan hamrar gingu. Nú hamarsløg ei hoyrast meir, nú stiðin er tær varðin, har hamrar hvíla stillir fleir, nú smiðurin er farin Nú Leo fór um evsta lið, har fedrar undan gingu, at leita upp hin halga frið, sum eftir lív teir fingu. Ein vísur maður farin er, í orðum og í huga, so stillførur í sini gerð, har alt hann mundi duga. Eig tøkk for tað, tú okkum vart tá orð vit áttu saman, tá tú við klinku okkar nart til álvara og gaman. Nú smíðar tú á øðrum stað, nú eftir stendur stiði, nú tagnað er títt hamarslag. Vár vinur: HVÍL Í FRIÐI ! pmp Silvurbrúdleyp Nú verður skjótt 25 ár síðani, vit søgdu ja við hvønn annan, og tað ynskja vit at feira saman við familju, vinum og kenningum. Veitslan verður leygardagin 8. Apríl 2017 kl. 19 í hølunum hjá Dansifrøi. Boða frá luttøku á messenger, teldupost dan.jona. olsen@gmail.com ella 210804 áðrenn Grækarismessu 12. mars 2017. Jóna og Dan 85 ára føðingardagur Onsdagin 8. februar fyllir Gunhild Djurhuus Tvøroyri 85 ár. Dagurin verður hildin heima á Spógvavegi 1. Tey ið hava hug at heilsa uppá Gunhild eru hjartaliga vælkomin frá kl. 14.00 til 20.00 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 10. februar fyllir Elita Falkvard í Sørvági 80 ár. Dagurin verður hildin í Hús­møðrafelags húsinum í Sørvági frá kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Leygardagin 25. februar verður Valdis Andreasen 85 ár. Dagur verður hildin í Irish Pub sama dag frá kl. 10.00 – 15.00, øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur 8. mars verður Ida Nielsen 90 ár. Dagurin verður hildin 11. mars í Starvsmannafelagshúsinum kl. 18.00. Tey, ið vilja gleðast saman við mær, verða biðin at siga frá áðrenn 1. mars á tlf. 283406. Brúdleyp Leygardagin 11.3.17. verða Marit Hansen og Eddie Magnussen vígd í Havnar kirkju. Vígslan verður kl. 12.30. Opið hús verður heima á Argjum frá kl. 19.00. Við sama høvi halda vit eisini 40 ára føðingardagin hjá Marit. Vælkomin Marit og Eddie 90 ára føðingardagur 10. februar fyllir Guðny Mohr Morten­sen 90 ár. Dagurin verður hildin heima á Garði í Kirkjubø leygardagin 11. februar millum klokkan 11.30 og 15.00. Hjartaliga vælkomin. Hús á Glyvrum til sølu Um hóskandi boð fæst, eru húsini á Leitisvegi 4 á Glyvrum til sølu Áhugað kunnu ringja 258095