Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Felagsliðið Giza Hoyvík hevði mána­dagin aðalfund. Eitt sindur av út­skift­ing var í nevndini, har mill­um annað borgarstjórin takk­ aði fyri seg. Annika Olsen kom í nevnd­ina í fjør og skuldi verða við til at menna fe­lag­ið, sum skal flyta nið­an í Hoy­vík­ar at spæla komandi kapp­ing­ar­ár. Kenneth Hovgaard er fram­veg­ is formaður í felagnum. Framm­ an­und­an fundinum hevði næst­ for­mað­ur, Høgni Berg, boða frá, at hann ikki stil­l­aði upp, umframt at til­taks­lim­ir Jan Sjóstein og Annika Olsen ikki tóku við afturvali. Formaður, Kenneth Hovgaard, tók við aft­ur­vali, eins og Margit í Dali og Bogi Heiðriksson. Nýggj í nevnd­ina gjørdust Høgni Waag Høgne­sen og Bartal Dahl Andreas­ sen. Ronni á Krákusteini fór frá at vera nevndarlimur til at vera til­ taks­lim­ur. Giza Hoyvík spælir aftur í ár í 1. deild, sum er næstbesta fót­ bólts­deildin í Føroyum. Í fjør bleiv felagið nummar fýra í lands­kapp­ ing­ini. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge B71 hevur fingið nýggjan formann. Odd­mar Selfoss er avloystur av Jens Peturi Selfoss. Sum heild eru fýra nýggir nevndarlimir. B71 flutti í fjør niður í 2. deild. Nýggjur venj­ ari er málrevurin Símin Hansen, með­an Bakary Bojang er settur sum høv­uðs­ungdómsvenjari. Úr B71 verður sagt, at tað er semja um at hugsa gjølla um bygn­ að­in hjá felagnum, og at størsti dent­urin skal leggjast á, at arb­eiðs­ øk­ir í felagnum verða væl orðaði. Hetta so at tey, sum virka og spæla við felagnum vita, hvat fyri leiklut tey hava, eins og hvat fyri ábyrgd fylg­ir við, skrivar heimasíðan hjá B71. B71 hevur uppalt mangan góðan fót­bóltsspælara, men dagarnir tá spæl­ar­ar­nir vóru sinnaðir at sigla um skop­un­arfjør at venja og spæl fleiri ferðir um vikuna eru taldir. Tað má felagið bara ásanna. Av spælarum, sum eru uppaldir í B71, men spæla aðrastaðni í land­ inum kunnu nevnast Símun Rógvi Hansen, Mikkjal T. Hentze, Ari M. Olsen, Magnus H. Olsen og Dan í Soylu, meðan spælarar sum Kári Nielsen, Høgni Midjord og Aron Clementsen eisini kunnu nevn­ast. Kári Nielsen er givin, men hev­ur seinnu árini spælt við AB. Høgni Midjord hevur ikki spælt nógv seinastuni, meðan Aron Clem­ent­ sen venur við HB, og sær ikki út sum ein spælari, ið hevur hug at spæla í 2. deild. BORGARSTJÓRIN FARIN ÚR NEVND B71 nýggjan formann Annika Olsen er ikki longur í nevndini hjá Giza Hoyvík, sum hevði aðalfund mánakvøldið Oddmar Selfoss er ikki longur formaður í B71 Frá vinstru: Ronni á Krákusteini, Bogi Heiðriksson, Margit í Dali, Bartal Dahl Andreassen, Kenneth Hovgaard og Høgni Waag Høgnesen Nýggja nevndin hjá B71 er skipað soleiðis: Jens Petur Selfoss, formaður Joen Peter Petersen, næstformaður Hanus Johannessen, kassameistari/skrivari Símin Hansen, nevndarlimur Jónsvein Thomsen, nevndarlimur Nýggja nevndin: Nevndin hjá Giza Hoyvík hevur skipað seg: Formaður, Kenneth Hovgaard Næstformaður, Bogi Heiðriksson Kassameistari, Margit í Dali Skrivari, Høgni Waag Høgnesen Nevndarlimur, Bartal Dahl Andreassen Tiltakslimur, Ronni á Krákusteini Oddmar Selfoss, fyrrverandi formaður í B71, og Brandur Hendriksson Olsen, sum er uppvaksin í felagnum