týsdagur 7. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Stórsteypadysturin verður leygarkvøldið 4. mars, heldur enn sunnudagin 5. mars.
Hetta ger millum annað, at miðlarnir hava størri møguleika at vísa dystinum ans
Tróndur Arge
Føroyskur fótbóltur er í støðugari
menning á vøllinum, men uttanfyri
vøllin kann tykjast, at føroyskur
fótbóltur framvegis er eitt sindur
av einum eftirbáti. Tað hava vit
sæð í kjakinum viðvíkjandi Evropa-
milliónunum, stoyming av dystum
og til rættislegging av dystum.
Kjakið um Evropa-milliónirnar
bleiv skjótt eitt skotgrøvukríggj
millum tey, sum eru innanfyri og
tey, sum eru uttanfyri.
Kjakið um at stroyma dystir
úr Effo-deildini endaði eisini við,
at tvey feløg settu seg ímóti, tí
tey mettu at stuttsigta mistu tey
inntøkur, meðan atlit í ov lítlan
mun verður tikið til vindeygað, sum
stroyming beinleiðis av einum dysti
gevur. Her skal sigast, at kjakið eins
og við Evropa-milliónunum er á
rættari leið nú.
Dystaráseting er
ein trupulleiki
Eitt triðja kjak, sum javnan er uppi
at venda er dystarásetingin. Tað er
í løtuni einki høpi í nær hvør spælir.
Feløgini í Havn vóru her framm
an fyri hini, tá avtala millum AB,
B36 og HB gjørdi, at feløgini ongan
tíð spældu í senn í Havn. Hetta
riggaði væl. Tað riggaði eisini væl,
tá feløgini í eysturoynni royndu tað
saman fyri nøkrum árum síðani.
Kjakið blívur tó skjótt lokal
patriotiskt, tá uppskot koma um
dystaráseting, ið kann geva áskoð
arum og miðlum størri møguleika
at fylgja fleiri dystum.
14. heimadysturin
skotin niður
Millum annað uppskotið um at
spæla 14. heimadystin á Tórsvølli,
bleiv skotið niður alt fyri eitt.
Spurningurin er um vit í Føroy
um, hava ráð at skjóta slík uppskot
niður. Eitt er at onkur ikki fær ein
heimadyst, og hví skulu feløgini
uttan fyri Havnina spæla ein
”heimadyst” á Tórsvølli.
Hinvegin, so hevur uppskotið
eisini nógvar møguleikar. Eitt nú
at dysturin er leygarkvøld og at
feløgini gista á gistingarhúsið í
Havn og upptaktin líkist meiri
einum landsdysti ella Evropadysti,
við venjing og tíðindafundi fríggja
dagin fyri dystin.
Dysturin verður síðani vístur
í beinleiðis sjónvarpi á hædd við
steypafinaluna, har talan er um
fulla
sjónvarpsframleiðslu.
Tað
hevði hvørtfall sett meiri kulør á
føroysku landskappingina.
Ber tað til? Tað vita vit ikki, tí
tað kemur ongantíð hartil at vit
royna tað.
Stórsteypadysturin fluttur
Upprunaliga skuldi stórsteypadyst
urin spælast sunnudagin, meðan
hondbóltslandskappingin
er
í
gongd og nærkast endanum.
Eftir áheitan er dysturin fluttur
til leygarkvøld klokkan 19. Hetta
ger at áskoðarar, sum hava áhuga
fyri bæði hondbólti og fótbólti
kunnu fylgja við. Somuleiðis kunnu
miðlarnir leggja meiri fyri. Tað er
skuldi eftir øllum at døma verið ein
sokallað win-win støða.
Kring okkum síggja vit at ís
lendska landskappingin hevur giv
ið seg fyri ensku Premier League,
ið vinnur á tí fótbóltsáhugaða ís
lendingunum. Tí verður mangan
spælt mánakvøld í Pepsideildini.
Fyri dekningin og áskoðara
tølini, so tykist flytingin av stór
steypadystinum verða eitt stig á
rættari leið.
Stórsteypadysturin
millum
FM-vinnararnar, Víking og steypa
vinnarnar, KÍ verður leiktur á Tórs
vølli, leygardagin 4. mars klokkan
19. Innkomni peningurin verðu
latin til eitt vælgerandi endamál.
trondur@sosialurin.fo
Brandur skoraði – Sonni Ragnar vann á FCK
Stórsteypadysturin fluttur
Frá steypafinlauni í fjør millum KÍ og Víking
Bæði Brandur
Hendriksson Olsen
og Sonni Ragnar
Nattestad gjørdu
um seg í dysti fyri
síni superligafeløg
Tróndur Arge
Brandur Hendriksson Olsen skor
aði aftur í gjár fyri Randers FC í
venjingardysti. Hesa ferð skoraði
landsliðsmiðvallarin við beinleiðis
frísparki, tá Randers FC vann 2-0 á
Bohemians úr Tjekka.
Hetta er annað málið hjá Brandi
Hendriksson Olsen í tveimum dyst
um fyri Randers. Úr Randers FC
verður sagt, at talan var um framúr
fríspark, har bóltin “knekkaði” í
luftini, sum tað eitur á fótbólts
málið. Tað er tá bólturin nærmast
skiftur kós av nógvu ferðini.
Bæði
Brandur
Hendriksson
Olsen og Hallur Hansson hava í
seinastu skorað fyri síni superliga
lið, sum eru í holt við uppstartin til
landskappingina.
Sonni Ragnar ”vann” á FCK
Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni
fyri Molde BK, sum í gjár spældi 1-1
javnleik móti FCK. Av tí at talan
er um kapping, sum er í Dubei, so
skuldi dysturin avgerast við brots
spørkum. Her vunnu Sonni Ragnar
Nattestad og Molde BK.
Føroyski
landsliðsmiðverjin
spældi allan dystin. Ole Gunnar
Solskjær, venjari hjá Molde BK,
segði eftir dystin, at hann er væl
nøgdur við avrikið móti klár besta
liðnum í norðurlondum. Hann segði
somuleiðis, at í løtuni verður dentur
lagdur á verjuspælið. So okkurt
bendir á, at hann eisini er nøgdur
við avrikið hjá miðvinginum í mið
verjuni.
trondur@sosialurin.fo