hósdagur 9. februar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
4
Føroyingar
mugu vita
hvør eigur
mistakið
SKATTAMÁLIÐ
Larmandi tøgn í ska
SKYLDA FØR
EINA FORKL
BARBARA HOLM
»Onga viðmerking, tí eg havi tagnarskyldu«. Tað er svarið frá
Eyðuni Mørkøre, tá ið hann verður spurdur, hvat liggur til grund
fyri nýggjastu avgerðini frá Taks.
Men hetta málið – so komplekst sum tað annars má vera –
hevur ein veruleika, sum illa kann sáast iva um. Tað er, at onkur
orsøk má vera til, at niðurstøðan frá skattamyndugleikunum
broytist 90 milliónir krónur.
Tí á sumri í 2015 var niðurstøðan frá Taks til Eik, at tær 90
milliónirnar kundu bókast sum goodwill yvir 10 ár. Men nú – hálvt
annað ár seinni er niðurstøðan, at goodwill er virði 0 krónur.
Hvør er so orsøkin til hesa kollvelting? Tað eru tveir møgu
leikar at velja í.
Antin hevur málsviðgerðin hjá Taks, sum sat við málinum
fram til á sumri 2015 gjørt eitt stórt mistak, sum mundi kosta
landskassanum 90 milliónir.
Ella eru upplýsingar komnir fram í málinum, sum hava so
avgerandi týdning, at teir kosta 90 milliónir. Upplýsingar, sum
Eik ikki gav Taks í fyrstu atløgu.
Men stendur tað til Eik og Taks, so fáa føroyingar ongantíð
innlit í, hvat liggur til grund fyri avgerðini. Vit fáa ongantíð at
vita, hvør hevur gjørt hetta 90 milliónir krónur mistakið.
Málið síggjast í tveimum
Eitt er sjálvur skattafrádrátturin og tað lógartekniska rundan um
hetta. Men hin spurningurin er, hví tað ongar avleiðingar fær fyri
nakran, at landskassin var á gáttini til at missa 90 miliónir krónur.
Um svarið frá 2015 – sum nú er stemplað sum ein skeiv avgerð
– er eitt mistak hjá skattamyndugleikunum, so er spurningurin,
um føroyingar kunnu hava álit á stjóranum í Taks.
Um svarið frá 2015 er grundað á, at Eik hevur sent skeivar
upplýsingar til Taks í fyrstu atløgu, so er spurningurin, hví tað
bert verður bólkað sum ein ósemja í tulkingum – og ikki sum
nakað revsivert, sum førir til bót ella tað, sum verri er.
Ongar avleiðingar fyri nakran
Hetta óvanliga mál, sum snýr seg um ein kollsilgdan bankan,
sum síðani verður endurstovnaður og at enda keyptur av Føroya
størsta fíggingarsamtakið, má sigast at vera av serligum slag.
Tað er neyvan nakar vandi fyri, at eitt líknandi mál nakrantíð
tekur seg upp.
Men nú støðan er tann, at føroyingar einki innlit fáa í
grundgevningarnar fyri, at man broytist so kollveltandi
meining í hesum málið, kunnu vit passandi seta spurningin –
hava føroyingar ikki rætt til at vita, hví upprunaliga avgerðin
hjá Taks var skeiv?
BARBARA@SOSIALURIN.FO
GREINING: Í sakini um ein kollsilgdan
banka, sum varð bjargaður av føroyska
skattgjaldaranum í 12. tíma, mugu føroyingar
nú fáa innlit í, hvør eigur feilin, sum
mundi kosta landskassanum 90 milliónir
krónur. Tí eingin ivi er um, at antin Taks
ella Eik gjørdu eitt mistak upprunaliga
– Ivi kann vera sáddur um
trúvirðið hjá Taks í hesum
málinum og tí hava vit verið
hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks.
Tá ið Eik banki týsdagin
greiddi Føroya fólki frá,
at niðurstøðan frá Taks í
skattamálinum er, at talan var
um skattligt goodwill, men virði
varð á sett á 0 krónur, so reisir
tað ivaleyst eina ørgrynnu av
spurningum um, hvørt Taks
hevur handfarið hetta málið
rætt.
Tí tað var á sumri í 2015, at
Taks sendi skriv til Eik sum
játtaði bankanum at avskriva
tær 90 milliónirnar sum skattligt
goodwill yvir 10 ár.
Men tá ið støðan kulmineraði
um ársskifti 2015/2016 við, at
Spekt ikki vildi undirskriva
rokniskapin uttan átekning,
Fíggjarligt Støðufesti sendi
skriv til Fíggjarmálaráðið um
málið og Jørn Astrup Hansen
fór úr nevndini, valdi Taks at
taka málið uppaftur til nýggja
viðgerð.
Nú sigur Eyðun Mørkøre, at
skrivið til Eik á sumri í 2015 ikki
var endaligt, og tí var málið bara
viðgjørt víðari, tá ið Taks tók
tað upp aftur í januar 2016. Tí
heldur hann tað ikki vera nakað
forgjørt í, at ein onnur niðurstøða
fyriliggur nú enn tá.
– Tú kanst altíð taka eitt mál
uppaftur til viðgerðar, sigur
Eyðun Mørkøre, sum annars ikki
vil siga nakað um tilgongdina.
Tað merkir so, at Taks hevur
havt hetta málið til viðgerðar í
áleið trý ár. Og Eik hevur fingið
tvey boð um goodwill – fyrst 90
milliónir og nú 0 krónur.
Taks ger ikki meira við málið og
Taks kannast av Fíggja
BARBARA HOLM
At Eik kortini ikki fekk hasar 90
milliónirnar í skattafrádrátti,
hóast Taks blástemplaði ætl
anina í fyrsta umfari, krevur
eina nærri forkláring. Tí tá talan
er um so stórar upphæddir, so er
umráðandi, at Føroya fólk veit,
hvat gongur fyri seg.
– Eik eru í hesum førinum
vard av lógini um tagnarskyldu
og tí kann Taks einki gera. Men eg
haldi Eik skyldar Føroya fólki at
greiða frá, hvat stendur í niður
støðuni, sigur Poul Michelsen.
Hetta skattamálið er jú av
serstøkum slag, tí alt málið byrjar
við, at gamli Eik varð bjargaður
av skattgjaldarunum.
– Hendan upphæddin er so
stór, at eg haldi Føroya fólk
hevur rætt til at vita, hvat hendi,
sigur Poul Michelsen.
Og hann er samstundis av
teirru fatan, at Eik átti, fyri
sína egnu skyld, at kunnað um
niðurstøðuna, so at Føroya fólk
kann fáa álit á bankan í hesum
máli.
– Um man ikki veit, hvat
stendur í hasari niðurstøðuni, so
fara fólk at gita um skattasnýt og
annað. Tað mátti Eik banki ikki
verið áhugaður í. Tí er frægast,
at bara almannakunngera hasa
niðurstøðuna, sigur Poul Michel
sen, landsstýrismaður.
Poul Michelsen:
– Moralskt eiga partarnir í málinum at greiða Føroya fólki frá
smálutunum í niðurstøðuni, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður