hósdagur 9. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
lív í Danmark. Familjan búðu í eini
íbúð í høvuðsstaðnum, og royndu
at vera aktiv við at ganga túrar og
fáast við ymiskt frítíðarvirksemi.
Í 2008 gjørdist Jona Thune
aftur við barn, og í august átti
Jona Thune dóttrina Jenny. Hesa
ferð var Ólavur Thune tó so illa
fyri, at hann minnist lítið og einki
frá degnum.
– Fólk komu til mín og fortaldu,
at Jona hevði átt, og spurdu um eg
vildi síggja dóttrina. Síðan bleiv eg
trillaður inn til tey bæði, men eg
minnist einki av tí, tí hjartað var
so veikt. Jenny var sjey mánaðir
gomul áðrenn eg kundi halda henni
fyrstu ferð, sigur Ólavur Thune.
Eftir at Jenny varð borin í heim,
versnaði heilsustøðan uppaftur
meira, og nú var spurningurin, um
Ólavur Thune kláraði bíðitíðina.
– 3. desember var konan á vitjan
saman við Idu, og tá var støðan so
ring, at hon visti ikki, um eg fór at
klára tað. Hon vildi tó, at Jenny
eisini skuldi sleppa at síggja meg
tann dagin, so hon fór heim eftir
henni, greiðir Ólavur Thune frá.
Meðan Jona Thune var á veg
heim, kom ein lækni inn til Ólav
Thune, og fortaldi honum, at teir
møguliga høvdu fingið eitt hjarta,
og fóru at vita tað við vissu innan
ein tíma.
– Teir fingu hjartað, og eg var
klárur til skurðviðgerðina, so eg
ringdi til Jonu, ið tá var í bilinum.
Eg orkaði ikki serliga væl at tosa,
men hon fangaði hvat talan var
um. Tað vóru gleðiboð, tí hóast
læknarnir søgdu, at sjúkralegan fór
at vera drúgv eftir skurðviðgerðina,
so var tað eitt stig á røttu leið, sigur
Ólavur Thune.
Ein góð gáva
Ólavur Thune varð lagdur undir
skurð 4. desember, har læknarnir
tóku gamla hjartað, pumpuna og
ICD'aran úr likaminum, og løgdu í
staðin eitt nýtt hjarta í Ólav Thune.
Skurðviðgerðin gekk væl, men tað
gekk leingi áðrenn Ólavur fekk
vitið aftur.
– Læknarnir doyvdu meg í tólv
døgn fyri at halda eyga við støðuni.
Eg fekk nógvan heilivág, tí likamið
arbeiddi móti hesum fremmanda
hjartanum, og royndi at stoyta
tað úr, men so við og við bleiv eg
betri fyri. Tað vóru løtur, tá eg var
vakin, men tað var ikki fyrr enn 24.
desember, at eg var við vit aftur,
greiðir Ólavur Thune frá.
Sostatt fekk familjan hjá Ólavi
Thune nokk bestu jólagávuna,
ið kundi hugsast. Eftir fleiri ára
bíðitíð hevði Ólavur Thune fingið
eitt nýtt hjarta, og framtíðin hjá
honum sá ljós út.
Var hjálparleysur
Fyrstu vikuna tyktist alt eisini at
ganga sum tað skuldi, men so varð
aftur galið. Brádliga bleiv Ólavur
Thune lammaður um alt likamið,
og fekk einki gjørt.
– Tað hendir av og á við slíkum
sjúklingum. Tað er sum at nervarnir
kortslutta, og sjúklingurin verður
fullkomiliga hjálparleysur. Eg
hoyrdi alt, harímillum tá tey
greiddu familjuni frá, at eg helst
fór at liva restina av lívinum á
einum heimi. Men sjálvt um eg
hoyrdi tað, so fekk eg einki sagt
ella gjørt. Eg lá púra hjálparleysur,
greiðir Ólavur Thune frá.
Men hjá einum manni, ið er van
ur við mótgongd, so skuldi meira til
fyri at fella í fátt. Tríggjar mánaðir
eftir, at hann bleiv lammaður um
allan kroppin, varð hann so mikið
væl fyri, at hann kundi útskrivast
av sjúkrahúsinum, og eitt ár eftir,
at hann hevði fingið nýtt hjarta,
kundi hann og familjan pakka
taskurnar og loksins flyta aftur
til Føroyar. Fýra ár eftir, at hann
brádliga bleiv innlagdur.
– Hugburðurin hevur so nógv
at siga í slíkum støðum. Tað er
týdningarmikið ikki at falla í fátt,
men heldur trúgva, at tað nokk
skal blíva betri. Eg havi aldrin følt
nakran beiskleika yvir mína lagnu,
men havi góðtikið, at soleiðis er
mín lutur í lívinum, og royni at fáa
sum mest burturúr, greiðir Ólavur
Thune frá.
Ein farin tíð
Átta ár eru liðin síðan Ólavur Thune
fekk eitt nýtt hjarta og møguleikan
fyri einum vanligum lívi. Fyrstu
tíðina eftir skurðviðgerðina mátti
hann venja seg við nýggja hjarta,
og hevði sum heild ikki nógva orku,
men í dag livir hann eitt vanligt
lív, og arbeiðir hálva tíð sum bil
førari hjá bakarínum Miðberg í
Saltangará, har hann býr saman
við konuni og døtrunum.
– Orkan verður aldrin tann sama
sum áður. Men tað er gott at hava
okkurt at fara upp til, tí eg eri ikki
tann týpan, ið kann sita heima og
trilla fingrar, sigur Ólavur Thune.
Tablettirnar, ið Ólavur Thune
tekur fyri at steðga likaminum
at stríðast móti hjartanum, eru
vorðnar ein vanligur partur av
gerandisdegnum, eins og tær tvær
ferðirnar um árið, tá hann fer til
kanningar á Landssjúkrahúsinum
og Ríkissjúkrahúsinum. Men ann
ars er sjúkralegan ein farin tíð, og
fegnast Ólavur Thune í dag yvir, at
hann kann líva eitt gott og vanligt
lív saman við familjuni.
Spurdur um hann nakrantíð
stúrir fyri, at børnini hava somu
sjúku, ið hann og systkini, svarar
Ólavur Thune við sama róliga
hugsunarhátti, ið fylgdi honum
gjøgnum sjúkuna.
– Eingin okkara kennir fram
tíðina. Ein og hvør okkara kann
doyggja hvørja løtu í eini ferðslu
vanlukku ella av brádligari sjúku.
Man má bara taka lívið sum tað
kemur. Men sum nú er, so eru
eingin tekin um, at døturnar hava
fingið sjúkuna, sigur Ólavur Thune.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
SAMRØÐA
SOSIALURIN 9
FRÍGGJADAGUR 20. JANUAR 2017
Hvørja ferð eg skuldi
fara onkrastaðni
og sova eina nátt,
so mátti eg spyrja,
um tey høvdu eina stikk
kontakt. Uttan eina kundi eg
ikki fara nakran veg, tí tað
merkti tann vissi deyði