hósdagur 9. februar 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
VUR
RTAÐ
undir skurð, so at hann kundi fáa
ein pacemakara (ICD'ari) knýttan
at hjartanum. Tólið skuldi stýra
hjartasláttinum hjá Ólavi Thune
við at geva honum ein elektriskan
stoyt, um hjartaslátturin var
óregluligur.
– Eg minnist tað hendi tvær
ferðir, at eg knappliga fekk ein
ógvusligan stoyt inni í bringuni,
tí pacemakarin legði merki til, at
hjartaslátturin ikki var sum hann
skuldi vera, sigur Ólavur Thune.
Lívið gekk tó sína vanliga
gongd, og Jona Thune var við
barn í sjeynda mánaði, tá maðurin
í mai 2005 fór til Danmarkar, har
hann skuldi til eina av teimum
vanligu kanningunum. Støðan var
sjálvandi ikki góð, men lítið visti
parið tá, hvussu illa stóð til.
– Eg fekk boð um, at eg slapp
ikki heimaftur. Tað sum skuldi
vera ein stuttur túrur í Danmark,
gjørdist til endans ein fleiri ára
steðgur, tí læknarnir mettu, at
hjartað var so veikt, at eg mátti
fáa eitt nýtt. So eg varð settur á
bíðilistan eftir einum nýggjum
hjarta, sigur Ólavur Thune.
Gjørdist pápi fyrstu ferð
Nýggja støðan gjørdi, at Ólavur og
Jona Thune ikki høvdu annað val
enn at flyta til Danmarkar og vóna,
at
steðgurin
ikki gjørdist ov
drúgvur.
Ólavur
fekk ikki lov at fara av
landinum, tí um nú eitt nýtt hjarta
varð klárt, so var alneyðugt, at hann
var nærhendis sjúkrahúsinum, so
at hann kundi leggjast undir skurð
alt fyri eitt.
Fyri hjúnini merkti tað eisini, at
Jona Thune átti Idu, fyrstu dóttr
ina, í Danmark, meðan maðurin var
álvarsliga sjúkur.
Heilsustøðan hjá Ólavi Thune
versnaði í heilum, og skjótt mettu
læknarnir, at hjartað hjá Ólavi
Thune var so veikt, at neyðugt var
við meira enn einum pacemakara,
um Ólavur Thune skuldi klára
bíðitíðina eftir einum nýggjum
hjarta. Tí varð Ólavur Thune valdur
at royna eina nýggja mekaniska
pumpu, ið nýliga varð ment í USA.
– Eg var eitt slag av royndarper
sónur til hetta nýggja mekaniska
hjartað, HeartMate II. Tólið varð
lagt inn í bringuna við síðuna av
hjartanum, og skuldi so hjálpa
hjartanum at pumpa blóð út í
restina av likaminum, greiðir
Ólavur Thune frá.
Pumpan koyrdi upp á battarí, so
ein kaðal varð lagdur frá pumpuni
og út gjøgnum síðuna á Ólavi
Thune, og víðari í eitt belti, ið hann
hevði um miðjuna. Í beltinum var
ein eind ella battarí, ið kundi løðast
við eini stikkkontakt.
Tá hann svav um náttina, varð
hann koblaður til eina løðistøð, ið
kallaðist PPU, so at eindin kundi
løðast til ein nýggjan dag.
– Tað hevði sínar avbjóðingar.
Til dømis hvørja ferð eg skuldi fara
onkrastaðni og sova eina nátt, so
mátti eg spyrja, um tey høvdu eina
stikkkontakt. Uttan eina kundi eg
ikki fara nakran veg, tí tað merkti
tann vissi deyði, greiðir Ólavur
Thune frá.
Djúpar spurningar um lívið
Ólavur
Thune
var
ikki
einsamallur persónur í
Ríkissjúkrahúsinum, ið bíðaði
eftir einum nýggjum hjarta, og
høvdu fólkini á bíðilistanum
regluligt samband við hvønn
annan. Har sá Ólavur Thune
hvussu ymiskt fólk megnaðu bíði
støðuna.
– Eg hevði eitt gott lív. Sum
trúgvandi føldi eg meg í tryggan
í Guds hondum, og hevði álit á, at
læknarnir høvdu stýr á støðuni.
Samstundis hevði eg nógv góð
fólk rundanum, ið hjálptu og
stuðlaðu mær. Vit búðu í eini íbúð
í Danmark, og eg royndi at ganga
túrar og ymiskt annað, so at
gerandisdagurin ikki gjørdist ov
eintáttaður. Men tað vóru ikki øll,
ið høvdu líka góðan stuðul, greiðir
Ólavur Thune frá.
Av tí sama vóru tað ikki øll,
ið megnaðu bíðitíðina eins væl,
og var tunglyndi ein kendur
trupulleiki millum
sjúklingarnar.
– At bíða eftir, at ein
persónur doyr, so tú kanst fáa
hjartað hjá honum er tungt, og tað
setir nakrar djúpar spurningar um
lívið. Tað er vanligt, at man fer at
spekulera, um lívið er tað vert, og
var tað serligur ein persónur, ið
eg tosaði nógv við, ið stríddist við
hesum, greiðir Ólavur Thune frá.
Brádliga ein dagin fingu Ólavur
Thune og hinir sjúklingarnir
boðini, at viðkomandi var deyður.
Hóast tey spurdu um orsøkina til,
at hann brádliga var deyður, fingu
tey ikki reiðiliga eitt svar.
– Men tá hevði hann sagt við
meg nakrar ferðir, at um battaríið
hjá honum tømdist, so ætlaði hann
ikki at seta streym til aftur. Fyri ein
persón í okkara støðu, so er tað tað
sama sum at gera sjálvmorð, sigur
Ólavur Thune álvarsamur á máli.
Gleðiboð
Mekaniska hjartað virkaði sum
ætlað, og Ólavur Thune og familjan
livdu eftir umstøðunum eitt gott
Myndir: Sigmar Mørkøre
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18