Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 SAMRØÐA HALLUR AV RANA Í einum húsi á Skálafjørðinum búleikast Ólavur Thune saman við familju sínari, konuni Jonu og døtrunum Ida og Jenny. At síggja til er talan um eina púra vanliga føroyska barnafamilju sum so nógvar aðrar kring landið. Men fyri lítlu familjuna er tað als eingin sjálvfylgja, at tey í dag kunnu liva eitt vanligt lív á Skálafjørðinum. Tað er nevniliga eitt lítið undur, at 37 ára gamal Ólavur Thune er á lívi í dag. Í nógv ár stríddist Ólavur Thune nevniliga ein harðan kamp við eina hjartasjúku, ið viknaði hjartað so mikið nógv, at tað ikki megnaði at halda lív í Ólavi Thune. Ikki eitt ókendur fíggindi Fyri gott fimtan árum síðan var tilveran hjá Ólavi Thune ein heilt onnur. Hann hevði eitt starv í Leirvík, har hann koyrdi lastbil fyri eina lokala fyritøku, hevði damu og tríggjar systrar. Um hesa tíðina høvdu tvær av systrunum tó fingið staðfest eina hjartasjúku, ið gjørdi at ein vøddi í hjartanum so líðandi viknaði, so at hjartað ikki megnaði at pumpa blóð út til restina av likaminum. – Í márs mánað 2003 doyði fyrra systur mín Synnøve einans 27 ára gomul. Hon var fødd við sjúkuni, og var regluliga í Danmark til kanningar. Hóast hetta, so doyði hon brádliga eftir, at hon var komin til Danmarkar til eina av vanligu kanningunum, greiðir Ólavur Thune frá. Báðar tær sjúku systrarnar hjá Ólavi Thune vóru føddar við sjúkuni, og vóru regluliga til kann­ ingar í Danmark, meðan Ólavur Thune og ein onnur systur, ikki vístu nøkur tekin upp á sjúkuna. Men okkurt var áfatt, minnist Ólavur Thune aftur á. – Eg koyrdi tá lastbil fyri eina fyri fyritøku í Leirvík, tá eg varnaðist, at eg orkaði ikki tað sama sum áður. Eg bleiv nógv lættari troyttur, og hevði brúk fyri meiri hvíld, sigur Ólavur Thune. Sjúkan staðfest Nakrar mánaðir eftir, at Ólavur Thune hevði mist fyrstu systrina til sjúkuna, varð hann biðin at koma til Danmarkar sum fylgjari hjá Maud, hini systrini, ið hevði somu hjartasjúku. – Maud fekk tá at vita, at henn­ ara heilsustøða var so vánalig, at hon mátti setast á bíðilista til nýtt hjarta. Samstundis spurdu tey meg, nú tá eg var har, um eg ikki ynskti lata meg kanna fyri sjúkuna. Tað vildi eg gjarna, og tað vísti, at eg hevði somu sjúku, greiðir Ólavur Thune frá. Tað var í november 2003, at staðfest varð, at Ólavur Thune hevði hjartasjúkuna, og stutt eftir varð avgjørt, at hann skuldi fara undir regluligar kanningar, so læknarnir kunda halda eyga við heilsustøðuna hjá unga manninum. Tað, at hann hevði mist einu systrina av somu sjúku gjørdi, umframt at ein onnur var á bíðilista til nýtt hjarta, gjørdi at hansara støða varð tikin í størsta álvara. At talan var um eina álvarsomu støðu gjørdist uppaftur meira greitt, tá Maud tvey ár seinni doyði av sjúkuni, áðrenn hon nakrantíð fekk eitt nýtt hjarta. Slapp ikki heimaftur Skjótt varð avgjørt, at Ólavur Thune skuldi leggjast skuldi ÓLAVUR HEV TRIÐJA HJAR – Eingin okkara kennir framtíðina. Ein og hvør okkara kann doyggja hvørja løtu í eini ferðsluvanlukku ella av brádligari sjúku. Man má bara taka lívið sum tað kemur. Tað sigur Ólavur Thune, ið ikki hevði verið á lívi í dag, um hann ikki fekk eitt nýtt hjarta Eg havi aldrin følt nakran beiskleika yvir mína lagnu, men havi góðtikið, at soleiðis er mín lutur í lívinum, og royni at fáa sum mest burturúr FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 Eg minnist tað hendi tvær ferðir, at eg knappliga fekk ein ógvusligan stoyt inni í bringuni, tí pacemakarin legði merki til, at hjartaslátturin ikki var sum hann skuldi vera