hósdagur 9. februar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
10
TEMA
– Hvørjum tænir tað, at Praveen Satthi skal fara av landinum? Er tað so
galið, at vit lata knortlutar skipanir gera av, hvørja lagnu fyritøkur og fólk
fáa í Føroyum, spyr Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Yoga&Vælvera.
– MÍNAR FØROYAR
ERU IKKI SO
KALDAR
Útlendingar í Føroyum
Mariann Klein Ivansdóttir:
BARBARA HOLM
M
ariann Klein Ivans
dóttir er arbeiðsgev
arin, sum er komin í
klemmu, nú danskir
myndugleikar hava tikið avgerð
um, at hon ikki longur sleppur at
hava Praveen Satthi í starvi í fyri
tøkuni Yoga&Vælvera. Praveen
Satthi kann kanska sleppa aftur
til Føroya, men fyrst skal hann
til India at venda í minst tríggjar
mánaðir, meðan hann søkir um
arbeiðsloyvi av nýggjum. Teir 350
kundarnir, sum fyritøkan hevur
fingið nú hon hevur áleið hálvt
annað ár á baki, mugu sostatt
finna aðrar leiðir.
Tað er av álvara fallið Mariann
Klein Ivansdóttir fyri brósti, at
tað ikki skal vera møguligt at vísa
vælvild í hesum máli.
– Tað, sum eg ikki skilji er, at
eg ikki kann blíva hoyrd. Eg biði
ikki myndugleikarnar, um bara
at broyta meining og geva honum
arbeiðsloyvi uttan at fyrihalda seg
til fakta. Tað, sum eg biðið um er, at
málið verður viðgjørt av nýggjum.
Hetta so at fíggjarligi veruleikin í
fyritøkuni seinastu 15 mánaðirnar
verður tikin við í viðgerðina og so,
at eg kann fáa mín lógartryggjaða
hoyringsrætt, sigur Mariann Klein
Ivansdóttir.
Tí støðan, sambært Mariann
Klein Ivansdóttir er, at ein røð av
misskiljingum liggur sum grund
arlag fyri, at ein maður, sum sein
astu trý árini hevur búð í Føroy
um, skal sendast til ein annan
heimspart – heim aftur til India.
– Í einum rættarsamfelag má
tað vera so, at man hevur møgu
leika at rætta skeivleikar. Um ikki
annað mátti tað verið so, at mynd
ugleikarnir vildu hoyrt meg í hes
um málinum, sigur Mariann Klein
Ivansdóttir.
Hon vísir til eina paragraff í
donsku útlendingalóggávuni sum
sigur, at hevur tað stórar avleið
ingar fyri útlendingin at venda
heim til heimlandið, meðan bíðað
verður eftir avgerðini hjá myndug
leikunum, so skulu tey fáa loyvi til
at bíða eftir avgerðini heima.
– Í hesum førinum fær tað
stórar avleiðingar fyri Praveen
Satthi og ikki minst fyritøkuna,
sum fer á heysin sama dag hann
fer av landinum, sigur Mariann
Klein Ivansdóttir.
Føroyar eigur ikki
at vera so
Yoga&Vælvera er ikki einasta
fyritøkan, sum Mariann Klein
Ivansdóttir stendur á odda fyri.
Tí seinastu 11 árini hevur hon átt
fyritøkuna Royal Intercoiffure –
frisørsalongin, sum heldur til á
Landavegnum í Havn.
Mariann hevur eisini latið upp
fyritøkuna Balmain Hair Danmark
í Keypmannahavn og árliga er
Mariann eftirspurd at undirvísa
í hárstílum, standa á odda fyri
altjóða mótaframsýningum, og
hetta kring allan knøttin. Her
fyri var hon aftur í París, har
hon saman við sjey øðrum stóð á
odda fyri mótasýning fyri heims
kollektiónina hjá Intercoiffure,
sum er ein felagsskapur fyri
heimsins bestu frisørar, og í mai
gongur leiðin til Japan í líknandi
ørindum.
Mariann hevur tí drúgvar
royndir við íverksetan, bæði í Før
oyum og aðrastaðni við.
– Eg má siga, at mín stoltleiki
av at vera føroyingur hevur fingið
eitt skot fyri bógvin. Eg kann ikki
skilja, at summir politikarar og
stovnar lata eina fyritøku fara á
heysin, og at teir ikki vilja standa
upp fyri fólki, tá ið ein borgari
kemur í neyð. Eg eri ein føroyskur
borgari, sum kenni meg fullkomi
liga vanvirda av systeminum, sig
ur Mariann Klein Ivansdóttir.
Spyrt tú hana, so er tað ein álv
arsom støða, tá ið regluverkið so
leiðis trumfar tað menniskjaliga
sjónarmiðið.
– Eg biðið jú ikki um so nógv.
Tað einasta eg vil hava er, at
støðan verður viðgjørd út frá
røttu upplýsingunum og at eg
kann blíva hoyrd. Eg havi fingið
møguleika at kæra, men mítt
hoyringssvar er ongantíð tikið við
í viðgerðina, sigur Mariann Klein
Ivansdóttir.
Tey horvnu brøvini
Tað sentrala í hesum málinum eru tvey
brøv frá donskum myndugleikum.
Fyrsta brævið er dagfest 8. desember 2015, har
Yoga&Vælvera og Praveen Satthi fáa tríggjar vikur
at viðmerkja støðuna, nú Útlendingastovan hevur
frámælt at longja loyvið orsaka av ónøktandi
fíggjarligum viðurskiftum. Hetta brævið finnir
tó ikki sín veg til Mariann Klein Ivansdóttir og
Praveen Satthi fyrr enn í februar 2016.
Hitt seinna brævið er tað, sum inniheldur endaliga
dómin. Sambært innlitinum, sum føroysku partarnir
í málinum hava fingið stendur, at endaligi dómur
frá donsku myndugleikunum er fallin tann 11.
februar 2016. Men hetta skrivið er ongantíð komið
til Mariann Klein Ivansdóttir ella Praveen Satthi, og
hóast sakførarin hevur sent umbøn um at fáa hetta
sentrala dokumentið, so er tað kortini framvegis ikki
komið, sambært Eyðfinni Jacobsen, sakførara.