hósdagur 9. februar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
11
Oktober 2015
– Praveen fekk arbeiðsloyvi hjá Yoga&Vælveru
Oktober 2016
– Praveen og Yoga&Vælvera senda umbøn um at longja arbeiðs og upphaldsloyvið,
eins og treytirnar eru.
8. desember 2015 - Februar 2016
– Yoga&Vælvera fær í februar 2016 eitt hoyringsskriv sendandi, har donsku mynd
ugleikarnir biðja um viðmerking. Í hoyringsbrævinum stendur, at Útlendingastovan
hevur boðað donskum myndugleikum frá, at Praveen Satthi ikki hevur fingið alla
lønina í mánaðunum áðrenn og harvið frámælir føroyski stovnurin, at Praveen Satthi
fær arbeiðsloyvi longt. Freistin hjá Yoga&Vælvera at svara er tríggjar vikur.
Men brævið er dagfest 8. desember og sostatt er freistin at svara langt síðani farin, tí
hvørki Praveen Satthi ella Mariann Klein Ivansdóttir siga seg hava fingið brævið fyrr
enn í februar 2016 – tveir mánaðir eftir dagfestingina.
Februar 2016
– Mariann Klein Ivansdóttir, eigari á Yoga&Vælvera sigur seg fáa at vita frá avvarðandi
føroyskum myndugleikum, at tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki at rætta støðuna,
um hon útfyllur tað sum eitur FOArk2 og sendir rokniskap við sum vísir, at støðan er
komin í rætt lag.
Mars 2016
– FOArk 2 og rokniskapurin verður avleveraður á politistøðina sum síðani sendir tað
víðari til danskar myndugleikar. Orsøkin til tað tók langa tíð er, at fyri at FOArk2 skal
vera fullført, so skal Als søkja eftir einum yogalærara við somu royndum sum Praveen
Satthi í 14 dagar, tí soleiðis eru mannagongdirnar.
Juni 2016
– Praveen fer á løgreglustøðina og spyr, hvussu hann fatur á rætta visum til at fara at
ferðast. Har fær hann at vita, at hann hevur fingið útferðarboð.
Juni 2016
– Yoga&Vælvera biður um innlit í málið. Innlitið vísir:
•
at 11. februar er dómur felur í málinum hjá donsku myndugleikum, og niðurstøðan
er, at Praveen Satthi ikki hevur fingið longt sítt loyvi. Tað dokumentið hava hvørki
Mariann Klein Ivansdóttir, Praveen Satthi ella sakførararnir í málinum sæð enn,
hóast umbøn um at síggja týðandi skjalið er farin til myndugleikarnar fleiri ferðir.
•
at 18. apríl eru boð komin úr Danmark um, at Praveen skal fara av landinum.
Orsøkin er, at FOArk2 er skeiva skjalið. Tað verður mett sum ein nýggj umsókn
og sostatt hevur danski málsviðgerðin avvíst hoyringssvarið og ikki tikið
upplýsingarnar í tí skjalinum og hjálagt tí skrivinum til umrøðu. Tað var heldur
tulkað sum, at einki svar var komið upp á hoyringsskrivið. Samstundis var freistin
farin, tí brævið ikki kom avvarðandi pørtum í hendi fyrr enn í mars.
August 2016
– Eftir fleiri royndir at fáa samband við danska málsviðgerðan eydnaðist tað
sakføraranum hjá Praveen Satthi og Yoga&Vælvera at fáa orðið á hendan persónin.
Hesin sendir so útferðarboðini av nýggjum og gevur harvið Yoga&Vælvera og Praveen
nýggjan møguleika at kæra niðurstøðuna – men enn er verður hoyringssvarið ikki
viðgjørt. Og tey kæra niðurstøðuna.
21.- 31. desember 2016
– Úr Danmark koma boð til Føroya um, at tey viðgerða kæruna. Tað kann taka upp í 7
mánaðir, og meðan skal Praveen Satthi av landinum. Hesu seinastu boðini elva til enn
eina kæru um, at Praveen Satthi ikki sleppur at vera í landinum, meðan upprunaliga
kæran verður viðgjørd.
27. januar 2017
– Einki svar er komið úr Danmark um seinnu kæruna, men løgreglan bankar á dyrnar
hjá Praveen Satthi og boðar frá, at hann hevur eina viku at fara úr landinum.
2. og 3. januar 2017
– Sakførarin hjá Praveen Satthi og Yoga&Vælvera ringir til danska málaráðið og spyr,
hvør støðan við seinnu kæruni er. Her verður hann sendur víðari til Útlendingenævnet,
men hesi hava einki upp á Praveen Satthi. Síðani ringir hann aftur til málaráðið og
tey senda hann víðari til sama danska myndugleika, sum upprunaliga vísti mannin av
landinum. Also vita danskir myndugleikar ikki, hvør hevur seinnu kæruna um hendi.
7. februar 2017
– Sakførarin hjá Praveen Satthi og Yoga&Vælvera sendir enn eitt harðmælt skriv
til danskar myndugleikar, um at taka málið upp av nýggjum og at lata Praveen
Satthi vera í landinum, meðan málið verður viðgjørt. Orsøkin er, at eingin veit hvør
kærumyndugleiki er, og at Yoga&Vælvera ongantíð hevur fingið síni sjónarmið hoyrd í
upprunaligu viðgerðini.
Lønarviður
skiftini í málinum
Frá oktober 2015 og 9 mánaðir
fram, hevur Praveen Satthi ikki
fingið fulla løn í A-inntøku frá
Yoga&Vælvera. Orsøkin er, at
fyritøkan tók tíð at fáa nøktandi
kundagrundarlag. Men tað er ikki
óvanligt, sambært løgfrøðingum,
sum Sosialurin hevur tosað
við, at myndugleikarnir hyggja
eftir útviklingini í einari
fyritøku, áðrenn tey fella
so álvarsaman dóm. Tí, tá ið
fyrsta hoyringsskrivið kom úr
Danmark – í februar 2016 – var
lønargrundarlagið blivið í lagið
og útlitini fyri virksemi vóru góð,
tí kundatalið øktist munandi um
hetta mundið. Tó so er rætt, at
Praveen Satthi ikki fekk nøktandi
løn fyrstu tíðina. Spurningarnir,
sum fólk eru ósamd um, eru hesir :
Skal hetta vera so avgerandi, at
tað skal kosta Praveen Satthi sín
gerandisdag í Føroyum og kosta
Yoga&Vælvera lívið.
Er tað er rætt, at ein so
álvarsamur dómur verður
feldur, uttan at Mariann Klein
Ivansdóttir fær síni sjónarmið
hoyrd.
Hví tað er so avgerandi, at
Praveen Satthi fer av landinum,
meðan kæran verður viðgjørd
av donskum myndugleikum. Tí
vist er – fer hann av landinum, er
grundarlagið undir Yoga&Vælvera
burturi – sama hvat danskir
myndugleikar um nakrar mánaðir
koma til.
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa viðmerking frá donskum
myndugleikum til hetta blað.