hósdagur 9. februar 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
12
TEMA
Kári við Rættará:
DANJAL AV RANA
S
tørsti feilurin 25 ára gamla
Constance Kesseh úr Gana
hevur gjørt, er at hon gifta
seg við einum ov gomlum
føroyingi. Í øllum førum sambært
Udlændingestyrelsen, sum hevur
noktað henni og manninum, Kára
við Rættará, familjusameining,
millum annað við tí grundarlagi,
at aldursmunurin millum tey bæði
er ov stórur.
Hin orsøkin til, at umsóknin
bleiv havnað, er at tey bæði einans
høvdu hitst í tveir dagar, áðrenn
tey giftust í januar í fjør.
Orsaka av hesum er Udlæn
dingestyrelsen komin til ta nið
urstøðu, at talan einans er um
eitt pro-forma hjúnaband, eitt
hjúnaband, sum einans hevur
sum endamál at veita Constance
Kesseh uppihaldsloyvi í Føroyum.
– Tað er heilt burturvið. Millum
linjurnar siga tey jú, at eg skal
hava fingið pening fyri, at veita
henni uppihaldsloyvi, sigur Kári
við Rættará.
Giftust í januar í fjør
Hann greiðir frá, at tey bæði hitt
ust á eini heimasíðu fyri kristin,
hetta var á sumri 2015.
– Vit skrivaðu nógv saman
fyrstu tíðina og fóru so at tosa
saman umvegis Skype og annað.
Vit lærdu hvønn annan at kenna
persónliga, hóast vit ongantíð
hittu hvønn annan. Vit valdu tí
at giftast og settu dagin at vera
í januar, greiðir Kári við Rættará
frá.
Í januar 2016 fer Kári við Rætt
ará til Accra í Gana at hitta kom
andi konuna og at gifta seg við
henni.
– Tað passar, at eg einans var í
Gana í tveir dagar, áðrenn vit gift
ust, men avgerðin var sjálvandi
tikin langt frammanundan. Eg
rindaði brúðarpening fyri hana,
sum siður er í Gana, og vit høvdu
stórt brúdleyp við 150 gestum. Hví
skuldi eg rindað fyri alt hetta, um
hetta einans var eitt proforma
hjúnaband, spyr Kári við Rættará.
Sjálvur fer hann aftur til Før
oya nakrar dagar eftir vígsluna, og
í mars mánaði kemur Constance
Kesseh fyrstu ferð til Føroya. Hon
kemur tá við einum ferðafólkainn
ferðarloyvi, men tey søkja beinan
vegin um at fáa familjusameining.
– Vit fáa at vita, at hon sleppur
at vera í Føroyum, so leingi sum
umsóknin verður viðgjørd. Tí fer
hon ikki avstað aftur, tá innferð
arloyvi fer úr gildi eftir 20 dagar,
men verður verandi í Føroyum,
greiðir Kári við Rættará frá.
Føroyska útlendingalógin loyv
ir familjusameining, um talan er
um hjúnafelagar og fastar sam
búgvar, børn undir 18 ár, foreldur
yvir 60 ár og onnur, sum hava
tilknýti til persónin í Føroyum,
sum familja ella líknandi.
Uppihaldsloyvið, sum familju
limirnir fáa, er í fyrsta lagi tíðar
avmarkað, men kann leingjast,
um útlendingarnir enn lúka treyt
irnar. Tá familjulimurin hevur
verið í Føroyumm í trý ár, kann
viðkomandi fáa varandi uppi
haldsloyvi.
Ávís krøv verða tó sett, tá tal
an er um at fáa hjúnafelagar
ella sambúgvar til Føroya. Sjálvt
hjúnabandið má vera galdandi
eftir føroyskari lóg, eins og at tað
má ikki vera eitt proforma hjúna
band, tað vil siga, einans fyri at
fáa uppihaldsloyvi. Samstundis
skulu bæði vera yvir 18 ár og bæði
skulu búgva saman, tá tey eru í
Føroyum. Útlendingalógin setur
eisini sum krav, at føroyingurin
skal ráða yvir egnum bústaði.
Udlændingestyrelsen
sigur kortanei
Øll hesi krøv uppfylla tey bæði, og
tí vóru vónirnar fyri at fáa fam
iljusameining góðar.
Í oktobur koma so ringu boðini
frá Udlændingestyrelse. Málsvið
gerðin hevur viðgjørt umsóknina
og er komin til ta niðurstøðu, at alt
er spæl fyri gallarínum, at einasta
endamálið við hjúnabandinum er
at geva Constance Kesseh uppi
haldsloyvi í Føroyum.
Boðini frá Udlændingestyrelsen
eru greið – Constance Kesseh fær
15 dagar til at pakka síni ting og
fara av landinum. Hóast tey tóku
avgerð um at kæra alt fyri eitt,
so var eingin pardón. Contance
Kesseh mátti av landinum, meðan
kæran varð viðgjørd.
– Udlændingestyrelsen hevur
havnað umsókn tíni, tí tað eru
ávísar orsøkir til at halda, at
endamálið við hjúnabandinum er
at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum,
skrivar Udlændingestyrelsen og
vísir á, at tey einans høvdu kent
hvønn annan í stutta tíð, áðrenn
tey vórðu gift, at tey hittust fyrstu
Udlændingestyrelsen vil vera við, at Kári við
Rættará og konan Constance Kesseh einans giftu
seg fyri at hon skal fáa uppihaldsloyvi.
VIT ERU
GJØRD TIL
TVEY TØL
TEMA Útlendingar í Føroyum