Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 13 ferð einans tveir dagar áðrenn tey vórðu gift, at stutt tíð leið, frá at Con­stance Kesseh kom til Føroya og tey søktu um uppihaldsloyvi, at ald­ursmunurin í millum tey er stór­ur, og at Udlændingestyrelsen met­ir, at tey bæði hava ilt við at sam­skifta, tí at tey ikki tosa sama mál. – Tað er eyðsæð frá grund­gev­ ing­un­um, at tey hava heft seg við, at eg eri 26 ár eldri enn hon og at vit einans hittust í tveir dagar, áðr­enn vit giftust. Tað tykist ikki, sum tey hava gjørt nakra roynd at seta seg inn í umstøðurnar hjá okkum, hvørki hjá henni í Gana ella hjá okkum sum familja í Føroyum, sig­ur Kári við Rættará. Mál­trup­ul­ leikan kennir hann einki til, tí bæði konan og hann tosa flótandi enskt. Kári við Rættará heldur eisini, at Ud­lændingestyrelsen í ov lítlan mun fylgir við í tíðini. – Tey siga, at vit hava havt av­ marka samskifti hvør við annan, men við dagsins tøkni er tað nógv lætt­ari at samskifta. Vit høvdu dag­ liga samband við hvønn annan, líka frá juli 2015 til vit giftust í januar 2016. Vit skrivaðu til hvønn annan á Facebook og tosaðu saman um­veg­ is Skype og aðrar appir, sigur Kári við Rættará. Hann heldur eisini tað er undr­ un­arvert, at Ud­læn­din­ge­sty­rel­sen heft­ir seg við, at tey ikki hava búð sam­an serliga leingi. – Fyri tað fyrsta eru vit kristin, og halda tí ikki, at tað er rætt at búgva sam­an, áðrenn vit gifta okkum. Har­næst so hevur málsviðgerðin ikki tikið hædd fyri, at tá vit fáa svar í oktobur, hava vit búð saman í Før­oyum í sjey mánaðir. Tað sæst tó onga­ staðni aft­ur í viðgerðini hjá Ud­læn­ din­ge­sty­rel­sen, sigur hann. Eg haldi snøgt sagt ikki, at tey hava gjørt nakað kanningararbeiði yv­ir­høv­ur. Tey hava einans hugt eftir umsókn okkara, og í veru­ leik­an­um kókað okkum niður til tvey tøl framhald Eydnuríku hjúnini á brúdleypsdegnum