Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 14 Einki kanningararbeiði er gjørt Hann er ørkymlaður um støðuna. Nú situr hann einsamallur í Før­oy­ um, meðan hon er hjá foreldrunum í Gana. – Eg veit frá øðrum, at vanliga er eingin trupulleiki at fáa fam­ilju­ sameining. Eg kenni eisini til dømi, har aldursmunurin er enn størri enn hjá okkum. Harumframt, so er tað einki óvanligt í Gana, at kvinn­ur gifta seg við eldri monn­ um, soleiðis er teirra mentan. Men vit verða feld upp á, at hetta ikki verð­ur tikið fyri góða vøru í okkara ment­an, at aldursmunurin er so stór­ur, sigur hann. Kári við Rættará greiðir frá, at undir viðgerðini hevur hann ikki havt samband við nakran frá Ud­ læn­din­ge­styrelsen. Tey hava ei held­ur tosað við konuna. Hann veit heldur einki um, at tey hava sett seg í samband við familju, vinir ella kenningar. – Eg haldi snøgt sagt ikki, at tey hava gjørt nakað kanningararbeiði yv­ir­høv­ur. Tey hava einans hugt eftir umsókn okkara, og í veru­ leik­an­um kókað okkum niður til tvey tøl – 26 ár og tveir dagar. Og so halda tey seg vita nokk til at havn­að okkara umsókn. Hetta er ein rein skriviborðavgerð, sigur Kári við Rættará. Eftir hansara tykki, so verður full­komiliga sæð burtur frá menn­ iskja­ligum atlitum í hesum førin­ um. Heldur enn at síggja tvey fólk, sum ynskja at liva saman sum hjún, star­ir málsviðgerðin seg blindan upp á, at teirra hjúna­band ikki er júst so sum vest­ur­lendsk hjúna­ bond plaga at vera. Ald­urs­munurin er ov stórur, tey tosa ikki sama mál og tey hava ikki búð saman, áðrenn tey vóru gift. – Øll, sum kenna okkum kunnu vitna, at vit eru góð við hvønn ann­ an, at vit elska hvønn annan og vilja liva saman restina av lívinum. Tí­verri er hesin møguleikin tikin frá okkum í løtuni, sigur Kári við Rætt­ará. Constance Kesseh situr enn í Gana og bíðar. Viðgerðartíðin av eini slíkari kæru tekur vanliga sjey mán­aðir. Nú eru tríggir mánaðir farn­ir, og enn røkist einki fyri, at tey fáa eitt svar í bræði. TEMA Útlendingar í Føroyum HVAT SIGUR LÓGIN? Ríkisborgarar úr londum uttanfyri Norðurlond skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Fyri at fáa arbeiðsloyvi, skal umsøkjarin hava eitt undir­skriv­að arbeiðstilboð frá arbeiðsgevara um arbeiði í minst 40 tímar um vikuna. Arbeiðsloyvini eru oftast galdandi í eitt ár ella minni. Ikki fyrr enn ein útlendingur hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í samfull 7 ár á sama grundarlagi, kann útlendingurin søkja um varandi loyvi við tí fyri eyga at búseta seg fast í Føroyum. Kortini er tað framvegis eitt krav, at umsøkjarin hevur eina starvsavtalu, sum varir í minst eitt ár fram. Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar sambært meginreglunum í útlendingalógini og millum annað skal hædd takast fyri støðuni á føroyska arbeiðs­markn­að­ inum og í vinnulívinum. Um umsøkjarin hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í tvey ár í sama starvi ella innan sama arbeiðs­øki, kann loyvi leingjast uttan at meting verður gjørd av aktuellu støðini á føroyska arbeiðsmarknaðinum. – Møguleikin at fáa uppihaldsloyvi til at arbeiða í Føroyum, er fyrst og fremst tengdur at tjóðskapinum og førleikunum hjá útlendinginum, skrivar SIRI á heimasíðu síni. Vanliga verður sett sum treyt, at arbeiðs- ella vinnulig atlit tala fyri at geva einum útlendingin arbeiðs- og uppi­halds­loyvi í Føroyum, til dømis, um tað annars saknast aðrir per­sónar, sum kunnu gera nevnda starv. Tá SIRI skal taka avgerð um at geva uppihaldsloyvi, verður tí hugt eftir, um tað er onnur arbeiðsmegi í Føroyum, sum kundi tikið sær av hesum arbeiðinum. Eisini verður hugt at, um starvið er av slíkum slag, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann viðmælast. Av hesi orsøk verður arbeiðsloyvi sera sjáldan givið útlendingum, sum koma til Føroya fyri at arbeiða ófaklærdir, til dømis sum pitsakokkar ella reingerðarfólk. Ein útlendingur kann fáa varandi uppihalds- og arbeiðsloyvi, tá hann hevur verið í Føroyum í sjey ár. Viðkomandi má ikki hava verið revsaður við hvørki treytaðari ella ótreytaðari fongsulsrevsing, og hann má ikki skylda tí almenna meiri enn 50.000 krónur ES BORGARAR Eins og aðrir ikki- norðurlendingar, skulu ES-borgarar hava starv fyri at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum. Ein serlig skipan er tó í gildi, um arbeiðsloysið er undir 3,5 prosent. Tá kann arbeiðsgevarin fáa undangóðkenning frá SIRI, og síðani seta fólk í starv frá degi til annan, so leingi sum arbeiðsavtalan fevnir um minst 30 tímar um vikuna. LÆKNAR Læknar, sum hava læknaautorisatión, sum er galdandi í danska ríkinum, fáa eisini arbeiðs- og uppihaldsloyvi, um teir hava eitt setanartilboð frá Heilsumálaráðnum ella einum av føroysku sjúkrahúsunum. Familja teirra kann eisini søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað er SIRI, sum viðgerð umsóknirnar, uttan at tær verða sendar Útlendingastovuni til ummælis. ÍTRÓTTARFÓLK Fyri at ítróttarfólk skulu fáa arbeiðsloyvi í Føroyum, mugu ítróttarfeløgini rinda teimum minst 10.753,14 krónur um mánaðin í løn. Avtalan má vera skrivlig. Ítróttarfólkið hevur loyvi at hava annað arbeiði við síðunar av, tó fyri í mesta lagi 9.925,98 krónur um mánaðin. Hesi loyvini verða givin fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Familja teirra kann eisini søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum. Um ítróttarfólkini skulu vera í Føroyum í minni enn tríggjar mánaðir, er tó ikki neyðugt við eini arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Familjan, hjá einum útlendingi, sum hevur arbeiðsloyvi í Føroyum, kann eisini søkja um uppihaldsloyvi her. Tá skal talan vera um hjúnarfelaga, sambúgva og/ella børn teirra. SIRI: Styrelsen for International Rekruttering og Integration framhald Constance og Kári saman við mammu Kára, Astrun Vígsluskjølini verða undirskrivað í Accra Her eru Kári og Constance beint eftir trúlovingina