hósdagur 9. februar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
15
Tað ræður um at finna javnvágina millum lógartekstin og
menniskjalig atlit, sigur Kristina Samuelsen, advokatur.
DANJAL AV RANA
Í
báðum málunum, sum vit
umrøða í Vikusiftissosiali
num í dag, eru atfinningar
nar, at myndugleikarnir
stara seg blindar á leiðbeiningar
og gera millum lítið og einki fyri
at seta seg inn í støðuna hjá
umrøddu persónunum og av
leiðingarnar, teirra avgerð fær fyri
umsøkjararnar og fólkini um tey.
Kristina Samuelsen, advokatur,
sigur, at tað ræður um at finna
røttu javnvágina millum lógina og
menniskjalig atlit. Lógin skal
tryggja, at øll fáa somu viðgerð,
samstundis sum menniskjaligu
atlitini skulu tryggja, at onkur ikki
verður raktur óneyðuga hart av
eini niðurstøðu.
– Lógir og reglur mugu altíð
stýra samfelagnum, men tað er
kortini ymiskt, hvussu tú umsitir
lógir og reglur, og tað er har, atlit
at tí einstaka helst skulu spæla
inn, sigur Kristina Samuelsen,
advokatur.
Hon sigur, at í umsitingarlógini
liggur hetta millum annað í
hugtøkunum um proportionalitet
og góðan umsitingarsið, hugtøk,
sum kanska eru eitt sindur
flótandi, men líka fult eru tey
partur av lóggávuni.
Hóast vit hava lyndi til at
hugsa, at á almennum stovnum
fær alt somu viðgerð og viðferð, tí
í grundini eru øll líka fyri lógini, so
mugu vit ikki undirmeta tann
leiklutin, sum menniskju spæla í
viðgerðini. Tað, at umsitingin er
samansett av einkultum persónum
ger, at hon kann vera ymisk frá
stovni til stovn og fólki til fólk.
– Ymiskir stovnar hava ymiska
fatan av, hvat umsitingin skal
leggja dent á, og ymisk fólk síggja
mál frá ymiskum sjónarmiðum.
Hetta er orsøkin til, at vit hava
stovnar sum Løgtingsins Um
boðsmann, sum kann gera nakrar
leiðbeiningar og siga okkum øllum,
hvat góð umsiting er. Vit mugu alla
tíðina arbeiða við at gera
løgfrøðina betri, sigur Kristina
Samuelsen.
Hóast vit hava felags lógir at
ganga eftir, so er talan ikki um ein
“eksaktan videnskab,” sum hon
málber seg.
– Tað fara altíð at liggja
metingar undir avgerðunum, og
metingar eru altíð gjørdar av
einstakum fólkum og merkt av
teimum. Tí kann sama mál fáa
ymiska viðgerð, alt eftir hvør
málsviðgeri situr við málinum, og
fáa tvey heilt ymisk úrslit.
Samstundis kunnu bæði úrslitini
vera fult lóglig, tí ein hevur nakrar
karmar at virka innan fyri, nakrar
møguleikar, ein kann brúka ella
lata vera. Hetta er tað, sum ger, at
mál kunnu gerast ymisk, sigur
Kristina Samuelsen.
Mugu gera gagn
av royndum
– Hetta er eisini orsøkin til,
at vit hava trý stig innan
rættarskipanina, frá býrættinum
til landsrættin. Eitt mál kann
fara allan vegin ígjøgnum og fáa
ymiskar úrskurðir í øllum trimum
rættunum. Tá sæst eisini, hvørja
ávirkan persónarnir kunnu hava.
Tá talan er um dómarar, er talan
um persónar, við eini øgiligari
serfrøði innan løgfrøði, meðan
nógvir málsviðgerðar í umsitingini
koma beinleiðis av skúlabeinki, og
tí hava eina øgiliga fýrakantaða
fatan av, hvussu løgfrøðin virkar.
Tey hava ikki royndirnar og hava
tí ikki lært seg at síggja, hvussu
løgfrøðin skal tæna samfelagnum,
sigur Kristina Samuelsen.
– Reglurnar mugu haldast,
eingin ivi um tað. Spurningurin er
tó, hvussu tær skulu fyrisitast og
hvørji atlit skulu takast, tá tú skalt
viga, hvat er rætt at gera, innan
fyri karmarnar í lógini. Tað krevur
eina meting av, hvussu man kann
tryggja at mann ikki missir
tamarhaldið, samstundis sum ein,
so vítt lógarkarmarnir loyva
hesum, skal vera menniskjaligur
og hugsa um proportionalitet,
sigur Kristina Samuelsen.
Hon heldur eisini, at arbeiðs
byrðan hjá málsviðgerðunum ikki
eigur at undirmetast.
– Í fleiri førum hava fólk úr at
gera. Í øllum slíkum málum hava
málsviðgerðarnir nøkur ting, sum
teir mugu taka atlit til og nøkur,
sum teir kunnu taka atlit til.
Hevur tú nógv at gera, so tekur tú
kanska bara atlit til tað, sum tú
skalt, uttan at fara niður í
smálutirnar at kanna alt tað, sum
tú kanst taka atlit til, sigur
Kristina Samuelsen.
Kristina Samuelsen heldur tó
ikki, at hetta er ein umbering, tá
talan er um føroysku málini.
– Talið av útlendingum í
Føroyum er lutfalsliga lítið, og
flestu av umsóknunum eru helst
standard, sum ikki krevja stórveg
is viðgerð. Tær, sum krevja gjøllari
kanning í sambandi við hoyring,
eru helst so fáar, at føroysku
myndugleikarnir burdu havt orku
at fáa til vega allar upplýsingar, ið
kunnu hugsast at verða við
komandi í einum máli, sigur
Kristina Samuelsen.
NÓGV YMISK
ATLIT AT TAKA
Hóast vit
hava felags
lógir at ganga eftir,
so er talan ikki um
ein “eksaktan
videnskab,”