Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 18 HALLUR AV RANA 3 mai 2012 vórðu allir før­ oy­ing­ar spurdir um sína hugsan um komm­unu­ sam­an­legging, tá táver­ andi lands­stýri skipaði fyri eini veg­leið­andi fólkaatkvøðu um komm­unu­sam­anlegging. Táverandi uppskot legði upp til, at tær tá 30 kommunurnar skuldu leggjast saman til sjey stór­ar kommunur, Norðoyggjar, Eyst­ur­oy, Sundalagið, Streymoy, Vág­ar, Sandoy og Suðuroy. Fólkaatkvøðan var ein dyggur smeit­ur fyri landsstýrið og hjá teim­um, ið ynsktu færri og størri komm­unur, tá ið veljarar kring alt landið gjørdu greitt, at lítil og eing­ in áhugi var fyri komm­unu­sam­an­ legg­ing­um. Fimm ár eftir fólkaatkvøðuna er tað eisini einans Húsa kommuna, ið 1. januar 2017, gjørdist partur av Klaks­víkar kommuna, ið er farin í søgu­bøkurnar, meðan hinar 29 komm­unurnar ikki tykjast at hava nakr­an skund at leggja saman. Flestu siga nei Tað sæst í einum spurnarumfari, ið Vikuskiftissosialurin hevur gjørt millum borgarstjórar í lands­ ins 29 kommunum. Út av teim­um 27 borg­ar­stjórunum, ið Sosi­al­urin fekk fatur á, svaraðu 18 borg­ar­ stjór­ar antin nei ella eitt treytað nei til spurn­ingin, um tað liggur í kort­un­um, at arbeitt verður við komm­unu­samanlegging í hesum val­skeið­num. Einans tveir borgarstjórar svar­aðu ja, meðan fimm svaraðu ja, men við ávísum treytum. Tveir borg­ar­stjóra ynsktu ikki at svara, tí mál­ið ikki varð viðgjørt í bygda­ ráð­num enn. At heili 17 av 27 borgarstjórum svara, at teir ikki væntað, at nak­að verður gjørt fyri at leggja komm­ un­ur saman í hesum valskeiðnum stað­festir, at tað helst ikki verður sjálv­boðið, at Føroyar fær størri komm­un­alar eindir. Ein møguleiki í Suðuroy Tað tykist tó, at grundarlag er fyri at finna eina semju í Suðuroynni, sum í løtuni er deild upp í sjey komm­un­ur. Fýra av borgarstjórunum í oynni, Jóanis Lisberg, borg­ar­ stjóri í Fámjin, Janus Thomsen, borg­ar­stjóri í Hvalba, Jónsvein Hov­gaard, borgarstjóri í Hovi, og Mikkj­al Sørensen, borgarstjóri í Pork­eri, góvu eitt treytað ja. Borg­ ar­stjórarnir eru nevniliga sinnaðir at samráðast um samanlegging í eina stóra kommunu á oynni, men ynskja ikki aðrar smærri sam­an­ legg­ingar. Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvør­oyri, var ein av tveimum borg­ arstjórum í landinum, ið gav eitt greitt ja, og segði, at hann ynsk­ir at virka fyri eina felags komm­ unu í oynni, meðan Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, gav eitt treyt­að nei, tí hann metti tað vera ósann­ líkt, at samráðingar vera um sam­ an­legging í hesi set­uni, men stað­ festi, at um hinar komm­un­urnar ynsktu tað, so er hann klárur at sam­ráð­ast. Einasti borgarstjóri í oynni, ið greitt avvísti nakra samanlegging, var borgarstjórin í Sumba komm­ unu Eyðbjørn Thomsen, ið boðaði frá, at tey hava onga ætlanir um at leggja saman við øðrum. Deytt aðrastaðni Norð­an­fyri Suðuroynna er tó mangt, ið bendir á, at tosið um kommunusamanlegging er jarð­ að við fólkaatkvøðuni. Fleiri av borgarstjórunum, ið Viku­skift­is­ sosi­al­urin tosaði við, vístu á, at síð­ an fólkaatkvøðuna hevur nærum einki verið tosað um evnið millum borg­arar, og at politikarar heldur ikki nema við evnið. Tað sæst eisini aftur í, at fyri utt­ an tveir borgarstjórar, so svar­aðu allir hinir borgarstjórarnir norð­an­ fyri Suðuroynna nei til spurn­ing­ in, um tey vænta, at nakað verður gjørt við kommunusamanlegging í hesi setuni. Einans Eyðdis Hartmann Nicla­ sen og Linjohn Christiansen vóru jaliga sinnað til eina komm­unu­ sam­an­legging. Linjohn Christi­ an­sen gjørdi tó greitt, at tað var treytað av, at talan gjørdist um eina stóra kommunu fyri alla Sand­oynna, meðan Eyðdis Hart­ mann Niclasen segði ja, um so er, at áhugi er fyri samanlegging í oynni. Men tá hinir borgarstjórarnir í Sand­oynni og Vágoynni svaraðu nei, er lítið, ið týðir uppá, at nøk­ ur kommunusamanlegging verð­ur framd í verki norðanfyri Suð­ur­ oynna í hesi tingsetuni. HALLUR@SOSIALURIN.FO Kommunusamanlegging Kommunusamanlegging Meginparturin av teimum føroysku borgarstjórunum siga, at ongar ætlanir eru um kommunusamanlegging í hesum valskeiðinum. Vikuskiftissosialurin hevur lodda dýpið millum føroysku borgarstjórarnar. LÍTIL ÁHUGI FYRI KOMMUNU- SAMANLEGGING Út av 27 borg­ arstjórunum svaraðu 18 borgarstjórar antin nei ella eitt treytað nei Norðanfyri Suðuroynna er tó mangt, ið bendir á, at tosið um kommunu­ samanlegging er jarðað við fólkaatkvøðuni