hósdagur 9. februar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
19
Vikuskiftissosialurin hevur ringt til allar
29 borgarstjórar í føroyskum kommun
unum fyri at lodda dýpið viðvíkjandi
kommunusamanlegging. Borgarstjórarnir,
ið svara fyri seg sjálvar og ikki alt bygda-
ella býráðið, vórðu spurdir, um tað lá í
kortunum, at tey fóru at arbeiða fyri nakrari
kommunusamanlegging í hesi setuni.
Tað eydnaðist at fáa samband við 27 av 29
borgarstjórum. Svarini vóru fylgjandi:
Nei - 17
Treytað nei - 1
Ja - 2
Treytað ja - 5
Ikki viðgjørt - 2
Eiðis kommuna – Jógvan í Skorini – nei
Eysturkommuna – Jóhan Christiansen – nei
Fámjins kommuna – Jóanis Lisberg – treytað ja
Fuglafjarðar kommuna – Sonni á Horni – einki samb.
Fugloyar kommuna – Amalia í Frammistovu – nei
Hovs kommuna – Jónsvein Hovgaard – treytað ja
Húsavíkar kommuna – Brynhild Sørensen – einki samb.
Hvalbiar kommuna – Janus Thomsen – treytað ja
Hvannasunds kommuna – Irdi Jacobsen – nei
Klaksvíkar kommuna – nei
Kunoyar kommuna – Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu – nei
Kvívíkar kommuna – Heri Müller – nei
Nes kommuna – Jóhannus Danielsen – nei
Porkeris kommuna – Mikkjal Sørensen – treytað ja
Runavíkar kommuna – Torbjørn Jacobsen – nei
Sands kommuna – Brandur Sandoy - nei
Sjóvar kommuna – Artur Johansen – nei
Skálavíkar kommuna – Linjohn Christiansen – treytað ja
Skopunar kommuna – Gerhard Lognberg - nei
Skúvoyar kommuna – Harry Jensen - nei
Sørvágs kommuna – Aimé Jacobsen – nei
Sumbiar kommuna – Eyðbjørn Thomsen – nei
Sunda kommuna – Heðin Zachariasen – nei
Tórshavnar kommuna – Annika Olsen – nei
Tvøroyrar kommuna – Kristin Michelsen – ja
Vága kommuna – Eyðdis Hartmann Niclasen – ja
Vágs kommuna – Dennis Holm – treytað nei
Vestmanna kommuna – Pauli T. Petersen – ikki viðgjørt
Viðareiðis kommuna – Hans Jákup Kallsberg – ikki viðgjørt
Kunnu ikki tvinga
kommunur saman
HALLUR AV RANA
T
að tekur ikki Sirið Sten
berg, landsstýriskvinnu
í Heilsu- og Innlendis
málum, á bóli, at lítil
og eingin áhugi er millum før
oysku borgarstjórarnar at leggja
saman við øðrum kommunum.
Sum landsstýriskvinnan innan
kommunumál er hon nevniliga
eitt av landsstýrisfólkunum, ið
hevur tættast tilknýti til komm
unurnar, og umsitur lógina um
sjálvbodna kommunusamanlegg
ing frá 2007.
– Tað er næstan eingin áhugi at
leggja saman. Men um tú tosar við
fólk kring landið, so eru tey flestu
av tí fatan, at tað verður eingin
samanlegging nú, men tað slepst
ikki undan tí í framtíðini, sigur
Sirið Stenberg.
Lykilin er samstarv
Um man ynskir, at fleiri komm
unur skulu leggja saman, so er
landsstýriskvinnan sannførd um,
at samstarv er betri enn tvingsil.
– Um tað eydnast kommunum
at samstarva innan onnur økir, so
sum barnavernd, ítrótt ella annað,
so er tað lættari seinni at tosa um
samanlegging, tí tey síggja at sam
starv kann loysa uppgávur. Tað er
nevniliga týdningarmikið, at tað
ikki er eitt krav, ið verður kroyst
yvir tey, men at tað er sjálvboðið,
sigur Sirið Stenberg.
At kommunurnar sjálvar
skulu ynskja at leggja saman, er
neyðugt sambært landsstýris
kvinnuni, tí fólkaatkvøðan um
kommunusamanlegging stað
festi, at borgarar ikki ynskja sam
anlegging við lóg.
– Fólkaatkvøðan staðfesti púra
greitt, at tað ikki er meiriluti í
fólkinum, ið ynskir samanlegging
við lóg. Tað førdi eisini við sær, at
kjakið steðgaði, tí einki fólksligt
mandat var fyri tí. Føroyingar
vórðu bidnir at siga sína hugsan,
og svarið var nei. Tað er torført
at ignorera, sigur landsstýris
kvinnan.
Má duga at selja hana
Hóast kommunusamanlegging
ikki er nevnt við einum orði í sam
gonguskjalinum millum Javnað
arflokkin, Tjóðveldi og Framsókn,
so sigur Sirið Stenberg, at tað er
eitt ynski í samgonguni, at fleiri
kommunur leggja saman. Tað er
tó ikki eitt ynski, ið samgongan
fer at gera nakað við, tí hon virðir
úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Sjálv heldur hon, at ein vansi
í øllum kjakinum um kommunu
samanlegging hevur verið, at fyri
munirnir við samanlegging ikki
eru lýstir nóg væl.
– Man hevur ikki dugað at víst,
hvat er gott við størri eindum. Um
man bara tosar um, at tað er betri
við eina umsiting, og ikki nakað
um tað, ið rør við gerandisdagin
hjá fólki, so verður tað tungt
at koma víðari. Tað hendi fyri
nøkrum árum síðan. Man leyp
um kjakið og fór beint til eina
fólkaatkvøðu. Fólk vóru kanska
ikki so væl upplýst, so tey valdu
tryggu síðuna og søgdu nei, sigur
Sirið Stenberg.
Broytingar í lógini
Landsstýriskvinnan vísir tó á, at
tað kann vera eitt hugskot at gera
broytingar í lógini um saman
legging, so at smærri kommunur
varðveita nakað av valdi.
– Bygdirnar og kommunurnar
eru ymiskar, og hava ymiskan
samleika. Tey hava egin ynskir,
og ynskja at teirra lokalsamfelag
arbeiðir fyri teimum. Tí kann tað
vera ræðandi, um tey halda, at tey
missa sín ræðisrætt, sigur Sirið
Stenberg, áðrenn hon kemur við
eini møguligari loysn.
– Til ber at menna tær stað
bundu nevndirnar, so at tær fáa
ein størri leiklut í kommununi, og
meira fígging at arbeiða við, sigur
Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan upplýsir
tó, at tað verður ikki í bræði, at
broytingar verða gjørdar í lógini
um kommunusamanlegging.
– Tað er ikki nakað, ið vit hava
sett á skrá beint nú. Men vit fara
nú í ein dialog við Kommunu
felagið viðvíkjandi viðurskift
um, ið vit kunnu hyggja eftir,
harímillum kommunulógin og
samanleggingar, sigur Sirið Sten
berg.
Føroyingar
vórðu bidnir
at siga sína
hugsan, og
svarið var nei.
Tað er torført
at ignorera
– Tað er næstan eingin áhugi
at leggja saman, sigur Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
í kommunumálum.