hósdagur 9. februar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
20
Bloggan
B
iip, biiip, biiiiiip, biiiiiiiiiiiip!!!!
Vit kenna tað øll, hetta strævna
ljóðið frá vekjaranum, sum
spakuliga brýtur ljóðmúrin inn í deiligu
og bleytu dreymaverðina. Tú hoyrir
tað, men vilt ikki kennast við tað í
fyrstani. Sveimandi millum svøvnin og
veruleikan rættir tú teg eftir snildfonini,
sum liggur og løðir á náttborðinum, og
í eini handavending trýstir tú á durvi
tøppin og leggur teg á hina liðina. Bara
eina lítla løtu afturat. Tá tú hevur trýst á
durvitøppin fyri 7. ferð, hevur veruleikin
vunnið á svøvninum, og nú er klokk
an vorðin so mikið nógv, at tú mást
leypa úr songini. Tað er mánadagur og
gerandisdagurin vísir seg frá síni ringastu
síðu.
Nú angrar tú, at tú ikki smurdi matpakk
arnar og pakkaði skúlataskurnar kvøldið
fyri, og meðan hálvsovandi børn í skundi
verða beind út á vesið at busta tenn og
lata seg í, eru nýbakaðir bollar og nýpress
að djús einans ein ynskidreymur úr eini
óveruligari sjónvarpslýsing, har smílandi,
harmoniska familjan situr kring morgun
matarborðið.
– Aftur til veruleikan, tað er mána
morgun, og alt skal ganga við rúkandi
ferð, tí tú mást onkursvegna vinna aftur
minuttirnar, ið lokkandi durvitøppurin
stjól frá tær. Eina banan í hondina og so
út í bilin. Og eftir trafikkinum at døma,
eru tað ikki bara tit, ið eru farin ov seint
heimanifrá. Klokkan er fimm minuttir í
átta, og tað er nærum ógjørligt at koma
vegin fram millum óendaligu røðini av
bilum.
Trýst á