Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 21 Biip, biiip, biiiiiip, biiiiiiiiiiiip!!!! Tað er hósmorgun, og vælkenda ljóð­ið frá vekjaranum er als ikki so stræv­ið, sum tað plagar. Tú vaknar bein­an­vegin, og tú kennir onga trongd at trýsta á durvitøppin. Ístað­in fyri at leggja teg á hina lið­ina fert tú upp, setir kaffi útá og so und­ir brúsuna. Tú hevur góða tíð. Børnini sova trygt heima hjá ommu og abba, tí í morgun skulu tú og maðurin við pyjamasrutini til Keyp­mannahavnar. Viðførið er pakk­að kvøldið fyri, passini liggja klár, og shuttlebilurin kemur um ein tíma. Tú gevur tær góðar stund­ ir framman fyri speglinum, og hó­ast arbeiðsvikan hevur verið stræv­in, so tykist gerandisdagurin so fjar­ur, og tú hevur eina rúgvu av orku, tí nú hevur tú frí. Eitt langt og hend­ingaríkt vikuskifti liggur fyri framm­an. Tit skulu hugna tykk­um við vinfólki, eta góðan mat, á konsert, út í náttarlívið, og so skulu tit sjálvandi eisini hava stund­ir at shoppa. “Góðu ferðafólk, vælkomin um­borð á Atlantic Airways”. Hóast klokk­an einans er 8.30, so keypa tit tykk­um reyðvín aftur við mat­inum og Baileys aftur við kaff­in­ um – tit hava uppi­bor­ið tað, tí tit hava jú frí. Tað er gott at flúgva hend­an morg­ un­in. Fólk eru í góð­um lag, og frynt­ligu flog­tern­ur­nar koma eina ferð afturat við vogninum og spyrja, um tær kunnu bjóða tær meira at drekka. Onkur takkar nei, og onk­ur keypir ein gin og tonic afturat. Viku­skiftið er jú longu byrjað hjá teim­um flestu. Á flogvøllinum í Kastrup er ein meldur av fólki, sum koma og fara. Tað gongur skjótt at finna leið­ina oman til komuhøllina við við­før­is­bond­un­um, og á veg út gjøgnum grønu hurðina, tí tú jú einki hevur at tolla, undrast tú yvir, hví tú so sjáld­an hittir nakran tollara har. Teir síggja kanska langan veg, at tú ert føroyingur? Samferðslukervið í Keyp­manna­havn er sera væl útbygt. Tú hev­ur fleiri møguleikar at velja í, men skjótasta og lættasta loysnin er at taka metro’ina inn til býin. Hev­ur tú ikki ferðakort, kanst tú keypa eina billett í eini automat ella gjalda umvegis eina app. Alt skal ganga skjótt og smidliga, hurð­ar fara upp og aftur, fólk fara inn og út, og mitt í rokanum eru tit, tað føroyska parið, sum við alt ov nógv­um viðføri til eitt vikuskifti í Keyp­mannahavn knortlandi royna at vinna vegin fram til íbúð­ina á Eysturbrúgv, har gistast skal. Í bítandi februarkuldanum fara tit úr metro’ini og inn í ein buss og so við sveittabroti eft­ir gongu­breyt­ini við rullandi við­før­in­um aftaná. Lag­ið og orkan eru tó enn í topp, og skjótt sita tit heitt og fjálgt í eini íbúð á 1. hædd til høgru. Tit hava tó ikki stundir at sita ov leingi, tí ætlanirnar eru nógvar, og viku­skiftið tykist nú ikki so langt, sum tá tit fóru heimanifrá. Tit mugu fara út at shoppa bein­an­veg­in, tí innkeypslistin er lang­ur. Í risa­stóru sølumiðstøðini tek­ur ør­vit­is­ kenslan skjótt yv­ir. Óenda­ligu røð­ini av klædna­stat­iv­um og ágang­andi sølufólk geva tær vaml. Tón­leikurin úr ymsu handl­un­um renn­ur saman í eitt, og tú miss­ir teg sjálvan burtur í sjóð­in­um frá fólki, kassatólum og rullu­trapp­um. Brád­liga finnur tú útav, at hetta er nógv meira stressandi enn nakar ger­and­is­dagur heima í Føroyum. Heim­aft­ur­kom­in í íbúð­ ina eru tit útlúgvað – tit, sum skuldu hava frí og bara njóta lív­ið langt burturi frá øllum tí dagliga res­in­um. Biip, biiip, biiiiiip, biiiiiiiiiiiip!!!! Tað er fríggjamorgun, og tit mugu fara tíðliga upp, tí enn er inn­keyps­listin langur, og í kvøld er stór­sligna konsertin, sum tit vóru so hepp­in at fáa atgongumerki til. Men onkursvegna hava tit sett ferðina niður. Tit geva tykk­um góðar stundir at eta morg­un­mat, og tit geva tykkum eisini góð­ar stundir at práta við gamla, før­oyska listamannin, sum er komin á gátt hjá dóttrini at heilsa upp á hetta fitta parið úr Føroyum. Tó byrj­ar tíðin aftur at renna undan tykk­um, og tá kemur tað kanska held­ur dátt við, at gamli maðurin ætl­ar sær við út í býin. Hann er illa gongdur, og tað gerst tykkum skjótt greitt, at tit verða noydd at end­urskoða innkeypslistan. Við stavi í hond kemur gamli maðurin stetl­andi aftan á tykkum oman til buss­ in. Og brádliga hava tit ongan skund. Hes­in gamli listamaðurin fær tykk­um at seta ferðina niður, steðga á, sansa og verða í løtuni. Tit leggja nú merki til, at øll rund­an um tykkum skulu skunda sær onkra­staðni. Tey hyggja ikki upp á hvønn annan, tosa ikki við hvønn ann­an, tey bara skunda sær. Buss­túr­urin inn í býin gerst brádliga ein heilt ser­lig uppliving, tí gamli mað­ur­in byrjar at práta við eldru kvinn­una, ið situr við síðuna av hon­um. Eygu hennara lýsa upp, hetta er hon als ikki von við. Tey tosa um leyst og fast, og tá hon gong­ur fram við tykkum móti út­hurð­ini, heilsar hon blídliga upp á tykk­ um. Hon veit, hvørji tit eru, tí tað hevur gamli maðurin fortalt henni. Heldur enn at renna í handlar á longu gongugøtuni, lata tit gamla listamannin leiða tykkum gjøgn­um smalar gøtur og trongar smog­ur inn í gomul, hugnalig vertshús, sum øll hava eina heilt serliga søga at siga. Innkeypslistin er nú gloymd­ ur, og uttan at varnast tað, eru tit veruliga steðgað á. Sjálvt snild­fonin fær loyvi at liggja í task­uni, tí einki annað upptekur tykk­um enn løtan og samveran. Hesin frisæli andi frá hesum heilt serliga listamanni fylgir tykk­um onk­urs­vegna restina av viku­skift­inum. Hóast nógv ann­að er á skránni, so geva tit tykk­um nú stundir at njóta ymsu upp­liv­ing­ar­nar til fulnar. Og heldur enn at ør­kyml­ast, tá fólk skumpa undir tykk­um við ákærandi rødd um at standa til høgru og ganga til vinstru á rullutrappunum oman til metro’ina, so smílast tit bara og undrast á, hví fólk hava so nógvan skund. Gløgt er gestsins eyga, verður mangan tikið til. Heimafturkomin á klettarnar eftir eina heldur baldruta lending við Atlantic Airways, uppliva tit, at ein ávísur friður valdar á hesum illveðursoyggjum. Hesin friður, ið ringur var at fáa eyga á í stórbýnum, og sum tit kanska alt ov sjáldan geva tykkum far um í resinum ein mánamorgun, tá durvitøppurin hevur stolið nakrar minuttir. Kanska skulu vit minnast til at trýsta á durvitøppin av og á, og geva okkum stundir til leggja okkum á hina liðina – steðga á og verða í løtuni. Tað ber jú til at seta vekjaran at vekja eitt sindur fyrr. Klumma: Malan Eyðunsdóttir durvitøppin av og á