Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 22 S ummi hava hildið, at kann­ ingin hevur verið “vill­leið­ andi” og hevði til endamáls at “bóndafanga” tey, sum vórðu spurd. Talan er um eina stand­ardis­er­aða altjóða kanning, sum Amnesty hevur latið gjørt í tíggju­tals londum við tí endamáli at fáa innlit í, hvønn hugburð fólk hava til flóttafólk og rættin til friðskjól. Øll, sum fylgja við altjóða kjak­ in­um, vita, at rembingarnar eru stór­ar. Nógvir stórir flokkar á evrop­e­iska meginlandinum ynskja at gera upp við altjóða sáttmálar og fáa í lag eina nýggja skipan, sum tryggj­ar londunum nationalt sjálv­ ræði. Tann grundleggjandi rætt­ur­ in til friðskjól er undir trýsti og als ikki nøkur sjálvfylgja long­ur. Og sambært granskaranum Thom­as Gammel­toft-Hansen, sum er kann­ ing­ar­leið­ari á Raoul Wal­len­berg In­ sti­tutt­inum fyri Manna­rætt­indi, hava vit bert sæð byrj­an­ina til eina enn størri flótta­fólka­kreppu, um heims­sam­fe­lag­ið ikki fer at samstarva um spurningin. Fleiri hava skotið Amnesty í skógv­arnar, at einasta endamálið við hesi kanning er at fáa fólk at svara uppá spurningin, hvørt Før­ oy­ar skulu taka ímóti flótta­fólki, utt­an beinleiðis at seta henda spurn­ing. Fyri at beina allar mis­ skilj­ing­ar av vegnum spurdi kann­ ing­in m.a., hvønn hugburð fólk per­són­liga hava til, at flóttafólk koma 1) til land­ið, 2) til bygd­ina, 3) til granna­lag­ið, 4) inn í heimið ella 5) um tey høvdu noktað teimum at kom­ið til landið. Spurnakanningin spyr sostatt, hvat fólk halda um, at flótta­fólk koma til sítt land. Í flestu lond­um er tað ikki ein spurningur um, hvørt flóttafólk skulu koma, men harafturímóti ein veruleiki. So­leið­is er ikki í Føroyum, og henda ser­støða ger, at ávís fyrivarni sjálv­ sagt skulu takast, tá vit brúka ein al­tjóða frymil og samanbera svar­ ini við svar úr øðrum londum. Kanningin kundi eisini havt spurt, um fólk taka undir við, at Før­oy­ar fara at taka ímóti flótta­ fólki. Men hesin spurn­ing­urin er eis­ini trupul. Tí hvussu nógv tosa vit um? Nær eru vit til reiðar? Hvussu kann ein tilbúgving skip­ ast? Hetta eru spurningar, sum almenningurin ikki hevur fing­ið svar uppá frá almennu mynd­ug­ leik­un­um, og tí eru fortreytirnar fyri at svara hesum spurninginum ógvu­liga ógreiðar. Hetta eru spurn­ ing­ar, sum Amnesty vil hava mynd­ugleikarnar at viðgera sum skjótast, so vit fáa eitt betri grund­ ar­lag at kjakast um, hvussu Før­oy­ ar kunnu hjálpa. Tað finnast nógvir ymiskir hætt­ ir at hjálpa fólki, sum søkja frið­ skjól, og tí settu vit ikki spurningin, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flótta­fólki. Í staðin hevur Amnesty valt yvirskipað at spyrja, hvat fólk halda um grundleggjandi rættin til frið­skjól, hvørt vit sum land skulu gera meira fyri at hjálpa, og hvussu nær fólk persónliga ynskja at koma flóttafólki. Og til allar hesar spurn­ ing­ar­nar svaraðu føroyingar lut­ fals­liga jaliga. Framvegis nógvir ósvaraðir spurningar Fyri Amnesty Føroyar deild var enda­málið við kanningini at fáa inn­lit í hug­burð­in hjá føroyingum. Hetta er við­kom­andi í sam­bandi við, at vit í 2017 fara varpa ljós á flótta­fólkaspurningin í vónini um, at al­mennu myndugleikarnir eisini fara at taka málið upp. Enda­mál­ ið er ikki at villeiða ella at grava skot­grøv­ir, men at skapa eitt felags inn­lit í evnið. Tí tað hevur týdning, at fólk­ið er við í hesi tilgongd, og tað eru nógvir stórir spurningar, sum fram­vegis eru ósvaraðir og fyri­treyt­ir, sum eru ógreiðar. Sum land eiga vit at tosa um evnið, so før­oy­ing­ar betri kunnu taka støðu til spurn­ing­in í einum føroyskum sam­an­hangi og á einum upplýstum grund­ar­lagi. Spurningarnir, sum í hes­um tíð­um kloyva evropeiskar tjóðir í tvey, eru bæði stórir og grundleggj­andi: Skulu menniskju, sum eru offur fyri kríggi og for­fylg­ ing, hava rætt til friðskjól í einum øðr­um landi? Er tíðin farin frá flótta­fólkasáttmálanum hjá ST? Hvussu skilja vit ímillum flóttafólk og økon­om­iskar migrantar? Hvørja ábyrgd hava ríku vestanlondini? Nær er markið nátt fyri, hvussu nógv flóttafólk eitt land kann taka ímóti? Hvussu fæst integratiónin at rigga betri? Og kunnu vit varð­ veita eitt trygt og ríkt væl­ferð­ar­ sam­fe­lag og samstundis taka ímóti menn­iskjum, sum skulu inte­grer­ ast bæði mentanarliga og bú­skap­ ar­liga? Og hvussu steðga vit eini søgu­liga stórari flótta­fólka­kreppu í heila tikið? Tað finnast í høvuðsheitum tvey sløg av flóttum í heiminum. Tann eini bólkurin verður rópt­ur “spont­an­ir flóttar” og um­fat­ar øll tey, sum sjálvi rýma úr heim­land­in­ um at søkja um friðskjól í nýggjum landi. Hin bólkurin verður róptur “kvota­flóttar” og snýr seg um fólk, sum ST hevur skrásett sum flótta­ fólk, og sum vanliga sita í eini flótta­legu og bíða, inntil eitt land er til reiðar at taka ímóti. Fyri­ mun­ur­in við eini kvotaskipan er, at tað eru tey mest sárbæru, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp, sum verða raðfest, og vertslondini gera av, hvørji, nær og hvussu nógv koma. Trupulleikin er, at alt ov fá lond taka ímóti kvotaflóttum, og tí velja fleiri í berari neyð at tveita seg út í vandamiklar og kostn­að­ ar­miklar ferðir tvørtur um lond og lívs­hættislig høv. Umframt at senda meira neyð­ RÆTTURIN TIL KANNINGIN H Kaldir vindar blæsa inn yvir Evropa í løtuni, og alsamt harðari røddir seta spurnartekin við grundleggjandi rættindi sum t.d. rættin til friðskjól. Herfyri gjørdi Amnesty eina hugburðskanning um flóttafólk og friðskjól, sum varð kunngjørd fyri tveimum vikum síðani, og sum hevur elvt til kjak. Tíðargrein