hósdagur 9. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
23
hjálp metir Amnesty, at Føroyar
eiga at viðgera møguleikan at
hjálpa umvegis kvotaskipanina hjá
ST. Og tíðin er komin til, at vit seta
hol á eitt fyrireikandi arbeiði, so vit
koma nærri eini ætlan um, hvat
Føroyar kunnu og eiga at gera.
Hetta hevur verið boðskapurin hjá
Amnesty í fleiri ár, ikki minst
í sambandi við, at tað í
fleiri samgonguskjølum
hevur
staðið,
at
útlendingamál skulu
yvirtakast. Amnesty
meinar eisini, at spurn
i n g
urin um friðskjól er viðkomandi
áðrenn eina yvirtøku, tí almenn
ir myndugleikar hava fyrr verið
ógreiðir, tá vit hava spurt, hvør
ábyrgdin hjá Føroyum er í løtuni.
Og vit kunnu ikki renna undan
ábyrgdini, tá eitt menniskja
stendur í Føroyum og
søkir um friðskjól
.
Tiltøk í 2017
Í 2017 fer Amnesty
m.a. at bjóða um
boðum frá Íslandi til
Føroya at greiða frá
teirra royndum, og geva
okkum eina mynd av, hvussu fólk
ið er tikið við í tilgongdini. Eisini
fara vit at fáa serfrøðingin Thomas
Gammeltoft-Hansen, sum er kann
ingarleiðari á Raoul Wallenberg
Instituttinum fyri Mannarættindi
og adjunktur við Árhus Universi
tet, at leggja fram hansara grein
ing av altjóða flóttafólkakreppuni.
Thomas Gammeltoft-Hansen hev
ur nýliga skrivað eina bók um evn
ið, har hann m.a. grundgevur fyri
sínum svari uppá, hvussu kreppan
kann loysast. Eitt svar, sum hann
metir bæði høgri- og vinstri vong
urin kunnu taka til sín.
Fyrsta almenna tiltakið verð
ur tann 23. mars eftir
árliga aðalfundin hjá
felagsskapinum.
Um kanningina
Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningina har fleiri enn
500 fólk eru spurd. Spurningarnir eru orðaðir eftir eini altjóða
kanning hjá Amnesty, og tí kunnu tølini samanberast við hugburðin
hjá fólkum í 27 londum. Í hesi samanbering eru føroyingar ímillum
tey lond, sum liggja yvir miðal og í lutfalsliga stóran mun persónliga
ynskja at hjálpa fólkum, sum flýggja undan kríggi og
forfylging.
Kanningin hjá Amnesty vísti, at føroyingar í stóran
mun taka undir við (83% eru samd/partvís samd um),
at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum
fyri at sleppa undan kríggi og forfylging. Og heili 77% eru samd
ella partvís samd í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa
flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. Vit spurdu
eisini, hvussu nær persónliga fólk vilja taka ímóti fólkum, sum
flýggja undan kríggi og forfylging. Og til henda spurning søgdu 80%
seg taka undir við, at flóttafólk settu búgv í Føroyum.
/Amnesty International Føroya Deild
FRIÐSKJÓL OG
HJÁ AMNESTY
Katrin á Neystabø