Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 18 24 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN H øgni Hoydal, lands­ stýr­is­maður við fiski­ vinnu­málum, er aftur nú klagaður fyri lands­ stýr­is­mála­nevndini.  Tað hendi frá Løgtingsins røð­ ara­palli, tá ið Jørgen Niclasen, løg­ tings­maður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, form­liga heitti á formannin í lands­stýr­is­mála­ nevnd­ini, Jógvan Skorheim, um at við­gera framferðina hjá Høgna Hoy­dal í sambandi við fiskiskapin eftir makreli í ES sjógvi.  Beint fyri jól fingu nøkur skip loyvi at fiska makrel, men síðst í janu­ar, vóru nøkur loyvi tikin aft­ ur, og latin øðrum skipum.  Spurningurin var til umrøðu í Løg­ting­inum, men løgmaður helt, at tal­an var ikki um so stórt inn­ triv, at nakað galið var í hesum.  Men har er Jørgen Niclasen als ikki samdur. Hann vildi ikki góð­ taka, at Løgmaður vaskar Høgna Hoy­dal reinan, og hann heitti sam­stundis formliga á formannin í lands­stýrismálanevndini um at taka mál­ið upp. Landsstýrismálanevndin við­ gerð frammanundan eina klagu um Høgna Hoydal frá Meginfelag Út­ róðr­ar­manna fyri mátan, fiskidag­ arnir í ár eru útlutaðir upp á. Høgni Hoydal, lands­stýr­is­ maður, heldur ikki, at hann hevur nak­að at óttast fyri í sambandi við hesa kæruna. Kæran snýr seg um kvotu í ES- sjógvi, men somu skip, sum fingu loyvi og síðani mistu part av kvot­ uni, fingu mista partin aftur, sum kvotu í føroyskum sjógvi. ÁRNI GREGERSEN E itt av teimums tóru pol­it­ isku málunum, sum skal loysast, er ein nýggj pen­ sjóns­skipan. Skal haldføri tryggjast í før­ oyska búskapinum uppá langt sikt, so er neyð­ugt, at fáa ein pen­sjóns­ skip­an fyri øll. Í drúgva tíð hevur verið arbeit við hesum spurninginum og tá ið hend­an samgongan tók við var semja um, at tað ræður um at fáa mál­ið loyst sum skjótast. Búskaparráðið hevur í frá­greið­ ing­um víst á, at skal haldføri tryggj­ ast í føroyska búskapinum, so er neyð­ugt at gera ein pensjónskipan, sum tryggjar pensjonistum livilig kor. Hetta er ein ásannan av, at lands­kassin ikki fer at orka at bera hesar byrðar, so hvørt við ger­ast fleiri gomul og færri fólk á arb­eiðs­ markn­að­inum. Nógvir fundir Gjøgnum árini hava verið nógvir fund­ir um pensjónirnar, men síð­ ani hendan samgongan tók við er meira ferð komin á. Upprunaliga ætlaði lands­stýr­is­ kvinn­an við almannamálum, Eyð­ gunn Samuelsen, Javn­að­ar­flokk­ ur­in, at eitt uppskot um nýskipan av pensjónum skuldi leggjast fyri ting­ið í seinastu tingsetu, men hetta eydnaðist ikki. Nú verður arbeitt við fullari ferð og ætlanin er, at eitt uppskot skal leggjast fram í hesi tingsetuni. Fundir hava verið hesa í vikuna og eft­ir fundin í gjár bendi ymiskt á, at nú er komið so langt á leið, at tað roð­ar fyri einari semju. Politiska stríðið um pen­sjón­ ir­nar snýr seg mest um, hvussu stór­ur part­ur av upp­spar­ingini til pen­sjónir skal vera privat og hvussu stórur part­ur skal vera sam­halds­fast. Eisini er nakað kjakast um, hvussu pensjónin kann tryggj­ast hjá teimum, sum onga vinnu­inn­ tøku hava. Fólkaflokkurin hevur kært landsstýrismannin við fiskivinnumálum fyri landsstýrismálanevndini Eitt av stóru politisku málunum, sum skal loysast, nærkast einari semju HØGNI AFTUR KÆRDUR FYRI LANDSSTÝRISMÁLANEVNDINI Pensjónsskipanin nærkast semju Høgni Hoydal, landsstýris­- maður við fiskivinnumálum, heldur ikki at hann hevur nakað at óttast fyri í sambandi við kærurnar Uttanlands­ nevndin á vitjan í Jerusalem Løgtingssins uttanlandsnevnd fer at ferðastí Heilaga landið Í morgin fer uttanlandsnevndin hjá Løgtingum út at ferðast. Vanliga ferðast føstu nevnd­ irnar hjá Løgtinginum ann­að­ hvørt ár og í ár hevur nevndin sett sær fyri at vitja í Ísrael. Nevndin vitjar fimm dagar í Ísra­el á hesum sinni. – Vit hava valt hetta ferða­ mál, tí júst í Ísrael hendir nógv, sigur forkvinnan í utt­an­lands­ nevndini, Annita á Fríð­riks­ mørk, Tjóðveldi. Formaðurin sigur, at tað er eydn­ast at fáa avtalur við fleiri stovn­ar í Ísrael. Millum annað skal nevndin vijað í ísraelska tjóð­ar­ting­inum, Knesset, um­ framt at vitjað eisini verður í utt­an­rík­is­ráðnum. – Eg haldi tað hevur stór­an týdning, at serliga utt­an­lands­ nevndin sleppur út um land­ odd­arnar og sær, hvussu arbeitt verð­ur aðrastaðni, sigur Annita á Fríðriksmørk Hon leggur afturat, at júst Ísra­el er eitt land, har nógv hend­ir umframt at landi er í al­ tjóða brennideplinum. Føroyaska utt­an­lands­nevnd­ in sleppur eisini at vitja á søgu­ liga støðunum í Ísrael, nú tey vitja har. Annita á Fríðriksmørk, Tjóð­ veldi, er forkvinna í nevndini, Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­bands­flokk­ur­in er næst­ for­mað­ur. Hini eru Bjørt Samu­ elsen, Tjóð­veldi, Heðin Morten­ sen, Javn­að­arflokkurin, Kári P. Høj­gaard, Nýtt Sjálvstýri, Jákup Mikk­el­sen, Fólkaflokkurin og Magni Laksáfoss, Sam­bands­ flokk­ur­in. Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, er forkvinna í uttanlandsnevndini. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur havt nógvar fundir við alla politisku skipanina um pensjónsmálið