hósdagur 9. februar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 18
25
ÁRNI GREGERSEN
T
að hevur gingið væl í
samráðingunum mill
um Sambandsflokkin og
samgonguna um nýggj
an fiskivinnupolitikk higartil, men
enn er ikki komið á mál.
Meðan hesar reglur verða skriv
aðar so sita partar av samgonguni
og viðgera um tað úrslitið, sum
higartil er rokkið saman við Sam
bandsflokkinum, er so gott, at tað
ber til at fara víðari við tí.
Hetta verður vigað á fleiri
ymiskar mátar. Er samgongan
farin ov langt frá tí, sum landsstýr
ismaðurin við fiskivinnumálum,
Høgni Hoydal, hevur meldað út ella
ber til at siga, at hetta var tað, sum
bar til og so má arbeiðast víðari
her frá.
Ein annar spurningur er, hvussu
sterk samgongan stendur inn
anhýsis. Eru tey úrslit, sum eru
rokkin í samráðingunum við Sam
bandsflokkin, eisini av slíkum slag,
at partar av samgonguni taka und
ir við teimum.
Persónliga er hetta sjálvandi
eitt mál fyri landsstýrismannin
við fiskivinnumálum at viga. Er
eitt úrslit av slíkum slag, at hann
við góðari samvitsku kann siga, at
hetta var tað vit kunnu fáa nú, men
at arbeitt verður víðari komandi
árini.
Freistirnar styttast
Fyri øll, sum eru við í samráðingun
um, er tað greitt, at tíðin styttist og
freistirnar styttast til eitt uppskot
skal leggjast fram.
Hvussu langt komið er í
samráðingunum við Sambands
flokkin er ilt at fáa at vita, men
partarnir hava flutt seg.
Tað vísir seg, at Sambandsflokk
urin hevur gingið við til, at eini 20
prosent skulu seljast um eina al
menna uppboðssølu.
Hetta er sjálvandi ikki alt, sum
landsstýrismaðurin áður hevur sagt
seg vilja hava, men hinvegin er hetta
eitt politiskt stig á hansara leið.
Tað sær eisini út til, at loyvini
fara at vara í átta ár og skulu sig
ast upp við hesi freist. Hetta hevur
Sambandsflokkurin hildið ómeta
liga fast um.
Um vinnan tekur undir við, at
longdin á rættindunum er átta ár, er
ilt at vita, serliga tí Fólkaflokkurin
hevur verið úti og sagt, at loyvini
skulu vera í 12 ár.
Ein annar spurningur er um
umsetiligheitina av loyvunum.
Her sær eisini út til, at samráðing
arfólkini eru komin fram til eina
loysn, sum tey kunnu taka undir
við.
Fær eitt reiðarí eina kvotu, sum
tey ikki megna at fiska, tá ið hon er
har, so skal bera til at lata onkran
annan fiska kvotuna, uttan at
hetta fær nakrar avleiðingar.
Hetta er avtala, sum kann gerast
millum tvey reiðarí.
Hinvegin er ætlanin, at rættind
ini sum heild skulu seljast, so skal
hetta ganga fyri seg á almennari
uppboðssølu.
Sæð uttanifrá, so hevur Sam
bandsflokkurin fingið nógv av tí,
sum flokkurin hevur við í egnum
uppskoti til nýskipan við í avtaluni.
Tí er tað avgerandi, hvat sam
gongan nú ger.
Er tað nóg mikið?
Samgonguleiðararnir hava sitið
og mett um, hvat tað sum liggur á
borðinum, fer at hava við sær.
Bæði fyri vinnu, landskassa og
politiska lívið hjá samgonguni.
Tey meta eisini um, hvørt tað er
ein fyrimunur at aka undir við tí,
sum higartil semja er um við Sam
bandsflokkin – ella hvørjir aðrir
møguleikar eru.
Eitt annað, sum telur nógv í poli
tikki, er hvussu eitt úrslit verður
almannakunngjørt og hvussu al
menningurin tekur ímóti tí.
Meðan samráðingarnar hava
verið, hava samráðingarfólkini
hildið kortini tætt at kroppinum.
Tað vil siga, at tað langt frá eru øll
samgongufólk, sum kenna til smá
lutirnar í samráðingunum.
Á middegi í morgin er sam
gongufundir, har samráðingar
leiðararnir fara at leggja samráð
ingarúrslitið fyri samgongufólkini.
Eisini her er umráðandi, at tað
verður lagt fram á rættan hátt.
Sjálvt um komið er væl ávegis
í samráðingunum, so eru tær ikki
lidnar.
Enn er ikki fulla semja í sam
gonguni og í Sambandsflokkin
um gongur heldur ikki alt, sum øll
ynskja.
Eftir samgongufundin í morgin
verður greitt um samráðingarnar
millum samgonguna og Sambands
flokkin halda fram móti einum
endaligum úrsliti.
Nýskipan av fiskivinnuni hevur fylt nógv politiskt síðani hendan
samgongan tók við valdinum 15.september í 2015
HÓAST PARTARNIR NÆRKAST
SO ER ONGIN SEMJA ENN
Høgni Hoyddal stendur fyri samráðingunum við Sambandsflokkin.
Eftir uppskotinum, sum liggur
á borðinum nú, so verða
rættindi latin átta ár í senn
Í morgin klokkan 12 fær samgongan at vita, hvussu langt samráðingarfólkini eru komi